rosukransur
48 versir um "rosukransur"
Versir
Síða 1 av 1Lukas 11:27 Lukas
Táið Hann hetta segði, lyfti ein kvinna millum fólkið upp rødd sína og segði við Hann: „Sælt er tað lív, ið Teg bar, og sæl eru tey bróst, ið Tú seyg!“
Lukas 11:28 Lukas
Tá segði Hann: „Ja, sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“
Matteus 6:7 Matteus
Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman – sum heidningarnir; tí teir halda, at teir skulu verða bønhoyrdir, táið teir nýta mong orð.
Lukas 1:48 Lukas
tí Hann hevur sæð til tænastukvinnu Sína, sum so lítið hevur at týða. Ja, eftir hetta skulu allar ættir prísa meg sæla,
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:5 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí ein Gud er, og ein millummaður millum Gud og menniskju, menniskjað Kristus Jesus,
Esaias 42:8 Esaias
Eg eri HARRIN, tað er navn Mítt; Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína, ei gudamyndum prís Mítt!
Lukas 3:3 Lukas
Hann fór út og prædikaði allastaðni í landinum við Jordan umvendingardóp til syndafyrigeving,
Lukas 3:4 Lukas
soleiðis sum skrivað er í bókini við orðum Esaiasar profets: „Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: „Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!
Lukas 3:5 Lukas
Hvør dalur skal fyllast upp, og hvørt fjall og hvør heyggjur skal slættast niður; tað, sum bogið er, skal beinast; hitt óslætta skal verða slættir vegir;
Lukas 3:6 Lukas
og alt hold skal síggja frelsu Guds.““
Lukas 22:7 Lukas
So kom dagurin í hinum ósúrgaðu breyðunum, táið páskalambið skuldi verða dripið.
Lukas 22:8 Lukas
Tá sendi Hann Pætur og Jóhannes avstað og segði: „Farið og gerið okkum páskalambið til, so vit kunnu eta tað!“
Lukas 22:9 Lukas
Teir spurdu Hann: „Hvar vilt Tú, at vit skulu gera tað til?“
Lukas 22:10 Lukas
Hann svaraði teimum: „Táið tit koma inn í staðin, skal maður, ið ber vatnkrukku, møta tykkum; fylgið honum til húsið, sum hann fer inn í,
Lukas 22:11 Lukas
og sigið við húsbóndan í húsinum: „Meistarin sigur: „Hvar er herbergið, sum Eg kann eta páskalambið í við lærisveinum Mínum?““
Lukas 22:12 Lukas
So skal hann vísa tykkum stóran sal, til reiðar at halda máltíð í; har skulu tit gera tað til.“
Lukas 22:13 Lukas
Teir fóru tá avstað og funnu tað so, sum Hann hevði sagt teimum; og teir gjørdu páskalambið til.
Lukas 22:14 Lukas
Táið so tímin kom, settist Hann til borðs, og ápostlarnir við Honum.
Lukas 22:15 Lukas
Hann segði við teir: „Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalamb við tykkum, áðrenn Eg líði.
Lukas 22:16 Lukas
Tí Eg sigi tykkum: Eg skal aldri aftur eta tað, fyrrenn tað er vorðið fullkomið í ríki Guds.“
Lukas 22:17 Lukas
Hann tók nú kalik, takkaði og segði: „Takið hetta og býtið tað millum tykkara!
Lukas 22:18 Lukas
Tí Eg sigi tykkum: Frá hesi stund skal Eg ikki drekka av ávøksti víntræsins, fyrrenn ríki Guds kemur.“
Lukas 22:19 Lukas
So tók Hann breyð, takkaði og breyt tað, gav teimum og segði: „Hetta er likam Mítt, sum verður givið fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!“
Lukas 22:20 Lukas
Somuleiðis tók Hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: „Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum, sum verður úthelt fyri tykkum.
Lukas 22:21 Lukas
Men hond hansara, sum svíkur Meg, er við Mær á borðinum.
Lukas 22:22 Lukas
Tí víst fer Menniskjasonurin burtur, soleiðis sum avgjørt er; men vei tí menniskja, sum Hann verður svikin við!“
Lukas 22:23 Lukas
Tá fóru teir at tala hvør við annan um, hvør teirra tað tó mundi vera, sum skuldi gera hetta.
Lukas 22:24 Lukas
Eisini varð træta millum teirra um, hvør teirra ið skuldi verða roknaður størstur.
Lukas 22:25 Lukas
Tá segði Hann við teir: „Kongar tjóðanna valda yvir teimum, og teir, ið lata tær kenna vald sítt, kallast vælgerðamenn.
Lukas 22:26 Lukas
Men ikki so hjá tykkum; nei, hin størsti av tykkum – hann veri sum hin yngsti, og hin hægsti sum tann, ið tænir!
Lukas 22:27 Lukas
Tí hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir! Er tað ikki tann, ið situr til borðs! Men Eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir.
Lukas 22:28 Lukas
Men tit eru teir, ið hava hildið út við Mær í freistingum Mínum;
Lukas 22:29 Lukas
og Eg lati tykkum ríkið, eins og Faðir Mín hevur latið Mær tað,
Lukas 22:30 Lukas
so tit skulu eta og drekka við borð Mítt í ríki Mínum og sita í hásætum og døma hinar tólv ættir Ísraels.
Lukas 22:31 Lukas
Símun, Símun! Satan vildi hava tykkum í vald sítt at sálda tykkum sum hveiti.
Lukas 22:32 Lukas
Men Eg bað fyri tær, at trúgv tín skal ikki svíkja; og táið tú einaferð vendir við, styrk tá brøður tínar!“
Lukas 22:33 Lukas
Tá segði hann við Hann: „Harri, eg eri til reiðar at fara við Tær, bæði í fangahús og í deyðan!“
Lukas 22:34 Lukas
Men Hann svaraði: „Pætur, Eg sigi tær: Hanin skal ikki gala í dag, fyrrenn tú tríggjar ferðir hevur noktað, at tú kennir Meg.“
Lukas 22:35 Lukas
So segði Hann við teir: „Táið Eg sendi tykkum út uttan pung, tasku og skógvar, fattaðist tykkum tá nakað?“ Teir svaraðu: „Nei, einki!“
Lukas 22:36 Lukas
Hann segði við teir: „Men nú – tann, ið hevur pung, taki hann við, somuleiðis tasku, og tann, ið einki svørð hevur, selji kappa sín og keypi sær eitt!
Lukas 22:37 Lukas
Tí Eg sigi tykkum, at tað, ið skrivað er, má ganga út við Mær, hetta: „Hann varð roknaður millum lógloysingar.“ Tí tað, ið sagt er um Meg, er at enda.“
Lukas 22:38 Lukas
Tá søgdu teir: „Harri, hygg, her eru tvey svørð!“ Hann svaraði teimum: „Tað er nóg mikið.“
Lukas 24:50 Lukas
So fór Hann við teimum út móti Betania; Hann lyfti nú upp hendur Sínar og signaði teir.
Lukas 24:51 Lukas
Og í tí Hann signaði teir, skiltist Hann frá teimum og varð tikin upp til Himmals.
Lukas 24:52 Lukas
Tá tilbóðu teir Hann og fóru aftur til Jerusalem við stórari gleði.
Lukas 24:53 Lukas
Og teir vóru altíð í templinum, og prísaðu Gudi.
Opinberingin 12:1 Opinberingin
Stórt tekin sást í Himli: Kvinna, klædd í sólina, við mánanum undir fótunum og krúnu av tólv stjørnum á høvdinum.