Róping

30 versir um "Róping"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 47:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Sálmur.

3
Esaias 12:6 Esaias

Rópið hart og fegnist, tit, sum búgva á Zion! Tí stórur mitt ímillum tykkara er hin Heilagi Ísraels!“

3
Triðja Mósebók 9:24 Triðja Mósebók

og eldur fór út frá ásjón HARRANS og brendi upp tað, ið á altarinum var, bæði brenniofrið og tað feita; og alt fólkið sá hetta, og tey róptu hart av gleði og fullu niður á andlit síni.

2
Seinna Krønikubók 15:12 Seinna Krønikubók

Síðani gjørdu teir tann sáttmála, at tey av øllum hjarta sínum og allari sál síni skuldu søkja HARRAN Gud fedra sína,

2
Seinna Krønikubók 15:13 Seinna Krønikubók

og at hvør tann, ið ikki søkti HARRAN Gud Ísraels, skuldi verða dripin, yngri sum eldri, maður sum kvinna.

2
Seinna Krønikubók 15:14 Seinna Krønikubók

Hetta lovaðu teir HARRANUM við eiði, hart og við gleðirópum, meðan blást varð í lúðrar og horn.

2
Ezra 3:11 Ezra

Teir sungu HARRANUM lov og prís, tí Hann er góður, tí náði Hansara móti Ísrael varir í allar ævir; og alt fólkið skar í ógvuligt gleðiróp og lovaði HARRANUM fyri tað, at grundin var løgd til hús HARRANS.

2
Ezra 3:12 Ezra

Men mangir prestar, Levitar og ættarhøvdingar – hinir gomlu, ið høvdu sæð hitt fyrra templið – grótu hart, táið teir sóu grundina verða lagda til hetta húsið; men mangir vóru so glaðir, at teir róptu hart av frøi.

2
Ezra 3:13 Ezra

Og fólkið dugdi ikki at skilja ljóðið av gleðirópunum frá ljóðinum av gráti fólksins, tí fólkið rópti so hart av gleði, at tað hoyrdist langan veg.

2
Sálmarnir 98:4 Sálmarnir

Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin, hevja gleðiróp og lovsong,

2
Sálmarnir 100:1 Sálmarnir

Sálmur. Við takkofrinum. Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin!

2
Sálmarnir 100:2 Sálmarnir

Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum!

2
Sálmarnir 100:3 Sálmarnir

Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar.

2
Sálmarnir 100:4 Sálmarnir

Farið inn í portur Hansara við takkarsongi, við lovsongi inn í forgarðar Hansara, takkið Honum og lovið navni Hansara!

2
Sálmarnir 100:5 Sálmarnir

Tí góður er HARRIN; náði Hansara varir til ævigar tíðir, trúfesti Hansara mann eftir mann.

2
Sálmarnir 150:1 Sálmarnir

Halleluja! – Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara!

2
Zefanias 3:14 Zefanias

Gleð teg stórliga, dóttir Zion! Lat hoyrast fagnað, Ísrael! Gleð og frø teg av fullum hjarta, dóttir Jerusalem!

2
Zefanias 3:15 Zefanias

HARRIN hevur tikið burt revsidómar tínar, Hann hevur ruddað burt fígginda tín! Kongur Ísraels, HARRIN, er hjá tær – tú skalt einki ilt síggja uppaftur!

2
Lukas 17:15 Lukas

Og ein teirra kom aftur, táið hann sá, at hann var grøddur, og prísaði Gudi við harðari rødd;

2
Lukas 19:37 Lukas

Táið Hann nú nærkaðist staðnum, har sum oman verður gingið av Oljufjallinum, fór allur flokkurin av lærisveinum glaður at prísa Gudi hart fyri allar kraftargerðirnar, ið teir høvdu sæð; teir søgdu:

2
Lukas 19:38 Lukas

„Signaður veri kongurin, sum kemur, í navni Harrans! Friður í Himli, og dýrd á hæddini!“

2
Lukas 19:39 Lukas

Nakrir av Farisearunum í fólkahópinum søgdu við Hann: „Meistari, hav at lærisveinum Tínum!“

2
Lukas 19:40 Lukas

Men Hann svaraði teimum: „Eg sigi tykkum, at tiga hesir, skulu steinarnir rópa.“

2
Lukas 19:41 Lukas

Táið Hann kom nær og sá staðin, græt Hann um hann og segði:

2
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið

Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,

2
Fyrra Tessalonikabrævið 4:16 Fyrra Tessalonikabrævið

Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp;

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2
Opinberingin 5:12 Opinberingin

Teir søgdu við harðari rødd: „Verdigt er lambið, hitt dripna, at fáa mátt, ríkdóm, vísdóm, styrki, heiður, dýrd og signing!“

2
Opinberingin 5:13 Opinberingin

Og hvønn skapning, sum er í Himlinum, á jørðini, undir jørðini og á havinum, ja, alt, sum teimum er í, hoyrdi eg siga: „Honum, sum í hásætinum situr, og lambinum tilhoyrir signingin, heiðurin, dýrdin og mátturin í aldur og allar ævir!“

2
Opinberingin 5:14 Opinberingin

– Og hinar fýra verurnar søgdu: „Amen!“ – Og hinir elstu fullu niður og tilbóðu.

2