rome

71 versir um "rome"

Versir

Síða 2 av 2
Lukas 2:51 Lukas

So fór Hann heim við teimum og kom til Nazaret og var teimum lýðin. Og móðir Hansara goymdi øll hesi orð í hjarta sínum.

7
Lukas 2:52 Lukas

Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Gudi og menniskjum.

7
Ápostlasøgan 17:16 Ápostlasøgan

Meðan Paulus tá bíðaði eftir teimum í Aten, harmaðist andi hansara í honum, táið hann sá, at býurin var fullur av avgudum.

6
Ápostlasøgan 17:17 Ápostlasøgan

Hann talaði tí í sýnagoguni við Jødarnar og teir, sum dýrkaðu Gud*, og á torginum hvønn dag við tey, sum hann hitti.

6
Ápostlasøgan 17:18 Ápostlasøgan

Eisini nakrir av hinum epikursku og stoisku vísdómslærarunum góvu seg í orðaskifti við hann; summir søgdu: „Hvat er tað, hatta møsnið sigur?“ Men summir søgdu: „Hann tykist at vera ein, ið boðar útlendskar gudar!“ – av tí at hann kunngjørdi evangeliið um Jesus og uppreisnina.

6
Ápostlasøgan 17:19 Ápostlasøgan

So tóku teir hann, fóru niðan á Areopagus* við honum og søgdu: „Kunnu vit fáa at vita, hvat hetta er fyri nýggj læra, tú boðar?

6
Ápostlasøgan 17:20 Ápostlasøgan

Tí tað er nakað ókunnigt, tú letur koma okkum fyri oyru; vit vilja tí vita, hvat hetta hevur at týða.“

6
Ápostlasøgan 17:21 Ápostlasøgan

– Øll í Aten og hini fremmandu, ið har vóru, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra nýtt.

6
Ápostlasøgan 17:22 Ápostlasøgan

Paulus steig nú fram mitt á Areopagus og segði: „Tit menn í Aten! Eg síggi, at tit á allan hátt eru ógvuliga ídnir fyri gudsdýrkan tykkara.

6
Ápostlasøgan 17:23 Ápostlasøgan

Tí táið eg gekk um og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini altar við hesi innskrift: „Fyri ókendan Gud.“ – Hann, ið tit soleiðis dýrka og ikki kenna, Hann kunngeri eg tykkum.

6
Ápostlasøgan 17:24 Ápostlasøgan

Gud, sum hevur gjørt heimin og alt, sum honum er í, Hann, ið er Harri himmals og jarðar, býr ikki í templum, sum gjørd eru við hondum;

6
Ápostlasøgan 17:25 Ápostlasøgan

Hann verður heldur ikki tæntur av menniskjahondum sum ein, ið nakað tørvar; tí tað er Hann sjálvur, sum gevur øllum lív og anda og alt.

6
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan

Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,

6
Ápostlasøgan 17:27 Ápostlasøgan

fyri at tey skuldu søkja Gud, um tey tó kundu kenna og finna Hann – tóat Hann er ikki langt frá nøkrum av okkum.

6
Ápostlasøgan 17:28 Ápostlasøgan

Tí í Honum liva, rørast og eru vit – sum eisini nøkur av skøldum tykkara hava sagt: „Vit eru jú eisini ætt Hansara.“

6
Ápostlasøgan 17:29 Ápostlasøgan

Táið vit nú eru ætt Guds, mugu vit ikki halda, at Guddómurin er líkur gulli, silvuri ella steini, nøkrum, ið gjørt er av hegni og hugsan manna.

6
Ápostlasøgan 17:30 Ápostlasøgan

Eftir at Gud tá hevur havt tol við tíðum vankunnleikans, gevur Hann nú menniskjunum tað boð, at tey øll allastaðni skulu venda við.

6
Ápostlasøgan 17:31 Ápostlasøgan

Tí Hann hevur ásett dag, táið Hann skal døma jarðarríki við rættvísi – við manni, sum Hann hevur sett til tað; og hetta hevur Hann prógvað øllum við at reisa Hann upp frá hinum deyðu.“

6
Ápostlasøgan 17:32 Ápostlasøgan

– Táið teir hoyrdu um uppreisn hinna deyðu, spottaðu summir; men summir søgdu: „Vit skulu hoyra teg aftur um hetta!“

6
Ápostlasøgan 17:33 Ápostlasøgan

– Soleiðis skiltist Paulus frá teimum.

6
Ápostlasøgan 17:34 Ápostlasøgan

Men nakrir menn hildu seg til hansara og komu til trúgv; teirra millum var Dionýsius, limur av areopagusráðnum, kvinna, ið æt Damaris, og nøkur onnur við teimum.

6