rome
71 versir um "rome"
Versir
Síða 1 av 2Lukas 2:1 Lukas
Um hesa tíðina gekk út boð frá Augustusi keisara, at allur heimurin skuldi skrivast í manntal.
Lukas 2:2 Lukas
Henda fyrsta innskrivingin var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýrlandi.
Lukas 2:3 Lukas
Tá fóru øll at lata seg skriva, hvør til sín egna bý.
Lukas 2:4 Lukas
Eisini Jósef fór úr Galilea, úr býnum Nazaret, til Judea, til bý Dávids, sum eitur Betlehem – tí hann var av húsi og ætt Dávids –
Lukas 2:5 Lukas
at lata seg skriva, saman við Mariu, trúlovaðu síni, sum var við barn.
Lukas 2:6 Lukas
Meðan tey nú vóru har, kom tíðin, at hon skuldi eiga.
Lukas 2:7 Lukas
Og hon átti son sín, hin frumborna, og sveipaði Hann og legði Hann í krubbu; tí ikki var rúm fyri teimum í gistihúsinum.
Lukas 2:8 Lukas
Har á leið vóru nakrir hirðar, ið lógu úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum.
Lukas 2:9 Lukas
Nú stóð eingil Harrans fyri teimum, og dýrd Harrans lýsti rundan um teir; tá vórðu teir ógvuliga ræddir.
Lukas 2:10 Lukas
Men eingilin segði við teir: „Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið:
Lukas 2:11 Lukas
Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.
Lukas 2:12 Lukas
Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna barn, sveipað, liggjandi í krubbu.“
Lukas 2:13 Lukas
Í somu stund var hjá einglinum stórur himmalskur herskari, ið lovaði Gudi og segði:
Lukas 2:14 Lukas
„Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!“
Lukas 2:15 Lukas
Táið so einglarnir vóru farnir frá teimum upp til Himmals, søgdu hirðarnir hvør við annan: „Latið okkum tó fara til Betlehem og síggja hetta, ið hent hevur, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum!“
Lukas 2:16 Lukas
So skundaðu teir sær og komu og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið, sum lá í krubbuni.
Lukas 2:17 Lukas
Táið teir sóu tað, søgdu teir frá tí, sum talað var til teirra um hetta barn.
Lukas 2:18 Lukas
Og øll, sum hoyrdu tað, undraðust á tað, ið teimum varð sagt av hirðunum.
Lukas 2:19 Lukas
Men Maria legði sær øll hesi orð í minni og grundaði á tey í hjarta sínum.
Lukas 2:20 Lukas
Hirðarnir fóru so avstað aftur, prísandi og lovandi Gudi fyri alt tað, ið teir høvdu hoyrt og sæð – soleiðis sum teimum var sagt.
Lukas 2:21 Lukas
Táið nú átta dagar vóru gingnir, og Hann skuldi verða umskorin, varð navn Hansara kallað Jesus – sum tað var kallað av einglinum, áðrenn Hann var gitin í móðurlívi.
Lukas 2:22 Lukas
Táið reinsanardagar teirra eftir Móselóg vóru at enda, fóru tey niðan til Jerusalem við Honum at bera Hann fram fyri Harran –
Lukas 2:23 Lukas
sum skrivað er í lóg Harrans, at alt mannkyn, ið opnar móðurlív, skal kallast heilagt fyri Harranum –
Lukas 2:24 Lukas
og fyri at bera fram offur eftir tí, sum sagt er í lóg Harrans, tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar.
Lukas 2:25 Lukas
Í Jerusalem var tá maður, ið æt Símeon; hesin maður var rættvísur og óttaðist Gud, og hann væntaði troyst Ísraels; og Heilagi Andin var yvir honum.
Lukas 2:26 Lukas
Honum var opinberað av Heilaga Andanum, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrrenn hann hevði sæð hin salvaða Harrans.
Lukas 2:27 Lukas
Hann kom nú, drivin av Andanum, inn í templið; og táið foreldrini bóru barnið Jesus inn at gera við Hann, sum siður var eftir lógini,
Lukas 2:28 Lukas
tók hann Hann í favn, lovaði Gudi og segði:
Lukas 2:29 Lukas
„Harri, nú letur Tú tænara Tín fara hiðani í friði, sum Tú hevur sagt;
Lukas 2:30 Lukas
tí eygu míni hava sæð frelsu Tína,
Lukas 2:31 Lukas
sum Tú gjørdi til fyri eygum alra tjóða,
Lukas 2:32 Lukas
ljós til at lýsa upp heidningarnar, og Ísrael, fólki Tínum, dýrd.“
Lukas 2:33 Lukas
Faðir og móðir Hansara undraðust á tað, ið sagt varð um Hann.
Lukas 2:34 Lukas
Símeon signaði tey nú og segði við Mariu, móður Hansara: „Hesin er settur mongum í Ísrael til fall og uppreising, og til tekin, ið verður mótsagt
Lukas 2:35 Lukas
– ja, eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum – fyri at opinberast skal, hvat mong hjørtu hugsa.“
Lukas 2:36 Lukas
Har var eisini profetinna, Anna, dóttir Fanuel, av ætt Asers; hon var ógvuliga gomul, hevði livað sjey ár við manni sínum, frá tí hon var moyggj.
Lukas 2:37 Lukas
og var nú einkja, um 84 ára gomul; hon veik ikki úr templinum, men tænti Gudi við føstu og bøn, nátt og dag.
Lukas 2:38 Lukas
Hon kom til í somu stund og lovaði Gudi; og hon tosaði um Hann við øll, sum væntaðu endurloysing Jerusalems.
Lukas 2:39 Lukas
Táið tey nú høvdu fullført alt eftir lóg Harrans, fóru tey aftur til Galilea, til bý sín, Nazaret.
Lukas 2:40 Lukas
Men barnið vaks og varð sterkt og fult av vísdómi, og náði Guds var yvir Honum.
Lukas 2:41 Lukas
Foreldur Hansara fóru hvørt ár til Jerusalem um páskahøgtíðina.
Lukas 2:42 Lukas
Táið Hann var tólv ára gamal, og tey fóru niðan hagar, sum siður var um høgtíðina,
Lukas 2:43 Lukas
og høvdu verið har teir dagarnar, varð drongurin Jesus eftir í Jerusalem, táið tey fóru heimaftur, og foreldur Hansara vistu ikki av tí.
Lukas 2:44 Lukas
Tey hugsaðu, at Hann var millum ferðafólkið, og hildu so fram eina dagsferð; og tey leitaðu eftir Honum hjá skyldfólki og kunningum sínum.
Lukas 2:45 Lukas
Við tað at tey nú ikki funnu Hann, vendu tey aftur til Jerusalem og leitaðu eftir Honum.
Lukas 2:46 Lukas
Táið so tríggir dagar vóru gingnir, funnu tey Hann í templinum, har Hann sat mitt millum lærararnar og bæði lurtaði eftir teimum og spurdi teir.
Lukas 2:47 Lukas
Og øll, sum hoyrdu Hann, vóru heilt ovfarin av undran yvir vit og svar Hansara.
Lukas 2:48 Lukas
Táið tey nú sóu Hann, kom ræðsla á tey; og móðir Hansara segði við Hann: „Barn, hví gjørdi Tú okkum hetta! Faðir Tín og eg hava sorgarfull leitað eftir Tær.“
Lukas 2:49 Lukas
Tá segði Hann við tey: „Hví leitaðu tit eftir Mær? Vistu tit ikki, at Eg eigi at vera í verki Faðirs Míns?“
Lukas 2:50 Lukas
Men tey fataðu ikki tað, sum Hann segði við tey.