romanífólk

130 versir um "romanífólk"

Versir

Síða 1 av 3
Seinna Pætursbrævið 2:15 Seinna Pætursbrævið

Tey eru farin av hinum beina vegi og eru vilst við at fylgja leið Bileams, sonar Beors, sum elskaði órættvísiløn,

6
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

5
Efesusbrævið 5:6 Efesusbrævið

Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins.

5
Efesusbrævið 5:7 Efesusbrævið

Havið tí einki við tey at gera!

5
Efesusbrævið 5:8 Efesusbrævið

Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins!

5
Efesusbrævið 5:9 Efesusbrævið

Ávøkstur ljósins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika.

5
Efesusbrævið 5:10 Efesusbrævið

– Ja, rannsakið, hvat Harranum toknast!

5
Efesusbrævið 5:11 Efesusbrævið

Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!

5
Efesusbrævið 5:12 Efesusbrævið

Tí tað, sum av teimum verður gjørt í loyndum, er skomm enntá at taka upp á tunguna!

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.

4
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

4
Jóhannes 3:17 Jóhannes

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

3
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

3
Onnur Mósebók 15:20 Onnur Mósebók

Tá tók Mirjam profetinna, systir Áron, trummu í hondina, og allar kvinnurnar fylgdu henni eftir við trummum og dansi.

2
Triðja Mósebók 20:13 Triðja Mósebók

Liggur maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð; teir skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!

2
Josva 1:9 Josva

Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“

2
Dómararnir 9:29 Dómararnir

Hevði eg bert havt vald yvir fólkinum her, so skuldi eg skjótt rikið Abimelek burt!“ Og hann segði: „Ger her tín størri, Abimelek, og kom!“

2
Sálmarnir 150:4 Sálmarnir

Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu!

2
Esaias 41:10 Esaias

– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!

2
Jeremias 29:11 Jeremias

Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.

2
Jeremias 35:1 Jeremias

Orðið, ið kom til Jeremias frá HARRANUM á døgum Jójakims judakongs, sonar Josiasar; Hann segði:

2
Jeremias 35:2 Jeremias

„Far til teir av ætt Rekabita og tosa við teir, far so inn í hús HARRANS við teimum, í eitt av kømurunum, og gev teimum vín at drekka!“

2
Jeremias 35:3 Jeremias

Eg fór tá eftir Ja’azanja, syni Jirmeja, son Habazinja, og brøðrum hansara og øllum sonum hansara – og allari ætt Rekabita –

2
Jeremias 35:4 Jeremias

og fór inn í hús HARRANS við teimum, inn í kamarið, sum synir gudsmannin Hanan, son Jigdalja, áttu, og sum var tætt við kamar høvdinganna, uppi yvir kamari Ma’aseja, sonar Sallums, duravaktarans.

2
Jeremias 35:5 Jeremias

Og eg setti fyri teir av ætt Rekabita kannur, fullar av víni, og steyp; síðani segði eg við teir: „Drekkið vín!“

2
Jeremias 35:6 Jeremias

Men teir svaraðu: „Vit drekka ikki vín; tí faðir okkara, Jónadab, sonur Rekab, hevur givið okkum hetta boð: „Tit mugu aldri drekka vín, hvørki tit ella børn tykkara!

2
Jeremias 35:7 Jeremias

Og tit mugu ikki byggja hús, ei heldur sáa korn ella planta víngarðar ella eiga nakað slíkt; nei, í tjøldum skulu tit búgva allar dagar tykkara – so tit kunnu liva leingi í landinum, tit búgva í sum fremmandir.“

2
Jeremias 35:8 Jeremias

Og vit hava aktað faðir okkara, Jónadab, son Rekab, í øllum, sum hann gav okkum boð um – at vit aldri máttu drekka vín, hvørki vit ella konur okkara, synir ella døtur okkara,

2
Jeremias 35:9 Jeremias

ikki byggja okkum hús at búgva í, hvørki eiga víngarð ella akrar og ikki sáa korn.

2
Jeremias 35:10 Jeremias

Vit hava búð í tjøldum; vit hava aktað og gjørt alt tað, ið Jónadab, faðir okkara, gav okkum boð um.

2
Jeremias 35:11 Jeremias

Men nú Nebukadnezar kongur í Bábel breyt seg inn í landið, søgdu vit: „Komið, latið okkum fara inn í Jerusalem undan Kaldearaherinum og Áramearaherinum!“ Vit tóku tá bústað í Jerusalem.“

2
Jeremias 35:12 Jeremias

Tá kom orð HARRANS til Jeremias; Hann segði:

2
Jeremias 35:13 Jeremias

So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Far og sig við Judamenn og við teir, sum í Jerusalem búgva: Vilja tit ikki taka við tykt og akta orð Míni? – sigur HARRIN.

2
Jeremias 35:14 Jeremias

Boðið, ið Jónadab, sonur Rekab, gav, er hildið – tað, ið hann gav sonum sínum, at teir máttu ikki drekka vín; líka til henda dag hava teir ikki drukkið vín, men gjørt, sum faðir teirra segði. – Og Eg havi tíðliga og seint talað til tykkara, men tit hava ikki aktað Meg!

2
Jeremias 35:15 Jeremias

Tíðliga og seint havi Eg sent til tykkara allar tænarar Mínar, profetarnar, og sagt: „Vendið við, hvør av óndu leið síni, bøtið atburð tykkara, og haldið tykkum ikki til aðrar gudar, so tit dýrka teir! So skulu tit sleppa at búgva í landinum, sum Eg gav tykkum og fedrum tykkara.“ Men tit vendu ikki oyranum til og aktaðu Meg ikki.

2
Jeremias 35:16 Jeremias

Ja, synir Jónadab, son Rekab, hava hildið boðið, ið faðir teirra gav teimum; men hetta fólk hevur ikki aktað Meg.

2
Jeremias 35:17 Jeremias

Tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Eg lati koma yvir Juda og yvir øll tey, sum í Jerusalem búgva, alla vanlukkuna, ið Eg havi hótt tey við – aftur fyri at tey vildu ikki lurta eftir, táið Eg talaði til teirra, og svaraðu ikki, táið Eg rópti á tey.

2
Jeremias 35:18 Jeremias

Men við ætt Rekabita segði Jeremias: So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Aftur fyri at tit hava aktað tað, ið Jónadab, faðir tykkara, segði við tykkum, hildið boð hansara og í øllum gjørt, sum hann álegði tykkum

2
Jeremias 35:19 Jeremias

– tí sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, so: Aldri skal fattast maður av ætt Jónadabs, sonar Rekabs, til at standa fyri ásjón Míni!

2
Lukas 1:37 Lukas

Tí einki er Gudi ómøguligt.“

2
Jóhannes 1:1 Jóhannes

Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.

2
Jóhannes 7:1 Jóhannes

Eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galilea; tí Hann vildi ikki ferðast í Judea, við tað at Jødarnir lógu Honum eftir lívinum.

2
Jóhannes 8:1 Jóhannes

Men Jesus fór til Oljufjallið.

2
Jóhannes 8:2 Jóhannes

Tíðliga um morgunin kom Hann aftur í templið, og alt fólkið kom til Hansara; Hann settist tá og lærdi tey.

2
Jóhannes 8:3 Jóhannes

Tá komu hinir skriftlærdu og Fariseararnir til Hansara við kvinnu, sum tikin var í hori; teir leiddu hana fram fyri Hann

2
Jóhannes 8:4 Jóhannes

og søgdu við Hann: „Meistari! Henda kvinna hevur drivið hor – hon er tikin í gerðini!

2
Jóhannes 8:5 Jóhannes

Móses hevur í lógini givið okkum tað boð, at slík skulu verða steinað; hvat sigur nú Tú?“

2
Jóhannes 8:6 Jóhannes

– Hetta søgdu teir fyri at freista Hann, so teir kundu hava okkurt at klaga Hann fyri. Men Jesus boygdi Seg niður og skrivaði við fingrinum á jørðina.

2
Jóhannes 8:7 Jóhannes

Táið teir nú hildu á at spyrja, rætti Hann Seg upp og segði við teir: „Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin á hana!“

2
Jóhannes 8:8 Jóhannes

Síðani boygdi Hann Seg niður aftur og skrivaði á jørðina.

2