rocks
11 versir um "rocks"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 18:2 Sálmarnir
Hann sang:
Fyrra Sámuelsbók 2:2 Fyrra Sámuelsbók
Eingin er heilagur sum HARRIN, nei, eingin er uttan Tú, eingin klettur er sum Gud okkara!
Seinna Sámuelsbók 22:32 Seinna Sámuelsbók
Ja, hvør er Gud uttan HARRIN, hvør er klettur uttan Gud okkara!
Sálmarnir 144:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Lovaður veri HARRIN, klettur mín, sum lærir upp armar mínar til stríð, fingrar mínar til bardaga,
Matteus 16:18 Matteus
So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.
Fimta Mósebók 32:18 Fimta Mósebók
Klettin, upphav títt, Hann legði tú einki í; tú gloymdi Gud, sum hevði givið tær lívið!
Sálmarnir 62:2 Sálmarnir
Eina fyri Gudi er sál mín still; frá Honum kemur frelsa mín.
Matteus 7:24 Matteus
Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu.
Matteus 7:25 Matteus
Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.
Matteus 7:26 Matteus
Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.
Matteus 7:27 Matteus
Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“