robes
49 versir um "robes"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 61:10 Esaias
Eg gleðist stórliga í HARRANUM, sál mín skal fegnast í Gudi mínum; tí Hann hevur latið meg í búna frelsunnar; í kappa rættvísinnar hevur Hann sveipað meg – eins og táið brúðgómur setur á seg húgvu, vakra sum prestsins, og brúður pyntar seg við stási sínum.
Opinberingin 7:9 Opinberingin
Síðani fekk eg at síggja stóran skara, sum eingin kundi telja, av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum; tey stóðu fyri hásætinum og lambinum, klædd í síðar, hvítar kyrtlar og við pálmagreinum í hondunum.
Opinberingin 6:11 Opinberingin
Og teimum vórðu givin – einum og hvørjum – síð, hvít klæði, og sagt varð við tey, at tey skuldu halda seg still stutta tíð enn – inntil tal samtænara og brøðra teirra varð fult – teirra, ið skuldu verða dripin eins og tey.
Opinberingin 22:14 Opinberingin
Sæl eru tey, sum tváa klæði síni, so tey kunnu fáa atgongd til træ lívsins og um portrini ganga inn í staðin!
Opinberingin 7:13 Opinberingin
Ein av hinum elstu tók nú til orða og segði við meg: „Hesi, sum klædd eru í hinar síðu, hvítu kyrtlarnar, hvørji eru tey, og hvaðani eru tey komin?“
Matteus 22:11 Matteus
Táið nú kongurin fór inn at síggja gestirnar, sá hann har mann, sum ikki var í brúdleypsklæðum.
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,
Ester 6:7 Ester
Hann segði tí við kongin: „Hevur kongurin hug at vísa manni heiður,
Ester 6:8 Ester
so skal verða farið eftir kongligum klædningi, sum kongurin sjálvur hevur verið í, og hesti, sum kongurin sjálvur hevur riðið á, og á hvørs høvd konglig krúna er sett;
Ester 6:9 Ester
síðani skulu klædningurin og hesturin gevast einum hinum hægsta høvdinga kongsins í hendur; hann skal so lata mannin, ið kongurin hevur hug at heiðra, fara í klædningin og ríða á hestinum gjøgnum gøturnar í býnum, og rópa fyri honum: „Soleiðis verður gjørt við tann mann, ið kongur hevur hug at heiðra!““
Zakarias 3:4 Zakarias
Tá tók eingilin til orða og segði við teir, ið framman fyri honum stóðu: „Latið hann úr hinum skitnu klæðunum!“ Og við hann sjálvan segði hann: „Eg havi tikið misbrot títt burtur frá tær, og tú skalt nú verða latin í hátíðarklæði.“
Matteus 28:1 Matteus
Eftir sabbatin, táið lýsti av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja at grøvini.
Matteus 28:2 Matteus
Tá varð stórur jarðskjálvti; tí eingil Harrans kom niður av Himli, steig til og velti burt steinin og setti seg á hann.
Matteus 28:3 Matteus
Hann var sum snarljós at síggja, og klæði hansara vóru hvít sum kavi.
Matteus 28:4 Matteus
Av ræðslu fyri honum skulvu teir, ið hildu vakt, og vórðu sum deyðir.
Matteus 28:5 Matteus
Men eingilin tók til orða og segði við kvinnurnar: „Ræðist ikki! Eg veit, at tit leita eftir Jesusi, hinum krossfesta.
Matteus 28:6 Matteus
Hann er ikki her; Hann er risin upp, sum Hann hevur sagt – komið og síggið staðið, har Harrin lá!
Matteus 28:7 Matteus
Og skundið tykkum avstað og sigið við lærisveinar Hansara, at Hann er risin upp frá hinum deyðu! Hann fer undan tykkum til Galilea; har skulu tit síggja Hann. Nú havi eg sagt tykkum tað.“
Matteus 28:8 Matteus
Tær skundaðu sær tá burtur frá grøvini við ótta og stórari gleði og lupu avstað at siga lærisveinum Hansara tað.
Matteus 28:9 Matteus
Men tá kom Jesus ímóti teimum og segði: „Heilar!“ Tá komu tær og tóku um føtur Hansara og tilbóðu Hann.
Matteus 28:10 Matteus
Jesus segði við tær: „Óttist ikki! Farið og sigið við brøður Mínar, at teir skulu fara til Galilea! Har skulu teir síggja Meg.“
Matteus 28:11 Matteus
Meðan tær nú vóru á leið hagar, komu nakrir av vaktini inn í staðin og bóru høvuðsprestunum boð um alt, ið hent hevði.
Matteus 28:12 Matteus
Tá komu teir og hinir elstu saman og hildu ráð; síðani góvu teir hermonnunum nógvan pening
Matteus 28:13 Matteus
og søgdu: „Tit skulu siga: „Lærisveinar Hansara komu um náttina og stjólu Hann, meðan vit svóvu.“
Matteus 28:14 Matteus
Og skuldi landshøvdingin fingið hetta at hoyrt, skulu vit tosa við hann og stilla hann og síggja til, at tit kunnu vera tryggir.“
Matteus 28:15 Matteus
Teir tóku tá peningin og gjørdu, sum teir vóru lærdir. Og hesi tíðindi komu út millum Jødarnar – til henda dag.
Matteus 28:16 Matteus
Men hinir ellivu lærisveinarnir fóru til Galilea, til fjallið, har Jesus hevði sett teimum stevnu.
Matteus 28:17 Matteus
Táið teir sóu Hann, tilbóðu teir Hann; men summir ivaðust.
Matteus 28:18 Matteus
Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: „Mær er givið alt vald í Himli og á jørð.
Matteus 28:19 Matteus
Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,
Matteus 28:20 Matteus
og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“
Ápostlasøgan 2:24 Ápostlasøgan
Men Gud reisti Hann upp, við tað at Hann gjørdi enda á kvølum deyðans; tí ikki var møguligt, at Hann kundi verða hildin av honum.
Ápostlasøgan 2:25 Ápostlasøgan
Dávid sigur jú um Hann: „Eg hevði altíð Harran fyri eygum Mínum; tí Hann er við høgru hond Mína, so Eg skal ikki vikast.
Ápostlasøgan 2:26 Ápostlasøgan
Tí gleddist hjarta Mítt, og tunga Mín fegnaðist, ja, enntá hold Mítt skal hvíla í vón.
Ápostlasøgan 2:27 Ápostlasøgan
Tí Tú skalt ikki lata sál Mína eftir í deyðaríkinum, ei heldur lata hin Heilaga Tín síggja rot.
Ápostlasøgan 2:28 Ápostlasøgan
Tú hevur kunngjørt Mær vegir lívsins, Tú skalt fylla Meg við gleði fyri ásjón Tíni.“
Ápostlasøgan 2:29 Ápostlasøgan
Tit menn, brøður! Eg kann frítt siga við tykkum um ættarfaðirin Dávid, at hann bæði doyði og varð jarðaður – og grøv hansara er hjá okkum líka til henda dag.
Ápostlasøgan 2:30 Ápostlasøgan
Við tað at hann nú var profetur og visti, at Gud við eiði hevði svorið honum, at Hann av frukt lenda hansara skuldi seta ein í hásæti hansara,
Ápostlasøgan 2:31 Ápostlasøgan
so talaði hann framsíggin um uppreisn Kristusar, at hvørki varð Hann latin eftir í deyðaríkinum, ei heldur sá hold Hansara rot.
Ápostlasøgan 2:32 Ápostlasøgan
Henda Jesus reisti Gud upp – sum vit allir eru vitni um.
Ápostlasøgan 2:33 Ápostlasøgan
Eftir at Hann nú er settur høgt við høgru hond Guds og frá Faðirinum hevur fingið Heilaga Andan, sum lovaður var, hevur Hann úthelt Hann – sum tit bæði síggja og hoyra.
Ápostlasøgan 2:34 Ápostlasøgan
Tí Dávid fór ikki upp til Himmals; nei, hann sigur sjálvur: „Harrin segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína,
Ápostlasøgan 2:35 Ápostlasøgan
inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar, fótum Tínum til skammul!““
Ápostlasøgan 2:36 Ápostlasøgan
Tí skal alt hús Ísraels við óbrigdiligari vissu vita, at Gud hevur gjørt Hann til bæði Harra og Kristus, henda Jesus, sum tit krossfestu.“
Opinberingin 20:4 Opinberingin
Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár.
Opinberingin 21:1 Opinberingin
Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt; og havið var ikki longur.
Opinberingin 21:2 Opinberingin
Eg sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerusalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum.
Opinberingin 21:3 Opinberingin
Og eg hoyrdi rødd frá hásætinum; hon segði: „Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra.
Opinberingin 21:4 Opinberingin
Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“