robbery
11 versir um "robbery"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 61:8 Esaias
Tí Eg, HARRIN, elski rætt og hati tað, sum við órætti er rænt; Eg skal í trúfesti geva teimum løn teirra, og ævigan sáttmála skal Eg gera við tey.
Ezekiel 33:14 Ezekiel
Og táið Eg sigi við hin gudleysa: „Tú skalt vissuliga doyggja!“ og hann tá vendir við frá synd síni og ger rætt og rættvísi,
Ezekiel 33:15 Ezekiel
so at hann, hin gudleysi, letur pant aftur, endurgeldur tað, ið hann hevur rænt, gongur eftir boðum lívsins, so hann ger ikki órætt, tá skal hann vissuliga liva, hann skal ikki doyggja.
Ezekiel 33:16 Ezekiel
Eingin av syndunum, ið hann hevur gjørt, skal verða honum tilroknað; rætt og rættvísi hevur hann gjørt, hann skal vissuliga liva.
Ezekiel 33:17 Ezekiel
Og so siga landsmenn tínir: „Atburður HARRANS er ikki rættur!“ Men tað er atburður teirra, ið ikki er rættur!
Ezekiel 33:18 Ezekiel
Táið hin rættvísi vendir sær frá rættvísi síni og ger órætt, skal hann doyggja.
Ezekiel 33:19 Ezekiel
Og táið hin gudleysi vendir við frá gudloysi sínum og ger rætt og rættvísi, skal hann liva.
Orðtøkini 21:7 Orðtøkini
Yvirgangsverk hinna gudleysu ríva tey sjálv burtur, aftur fyri at tey vildu ikki gera rætt.
Matteus 6:14 Matteus
Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;
Matteus 6:15 Matteus
men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.