Ró
101 versir um "Ró"
Versir
Síða 1 av 3Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Sálmarnir 46:10 Sálmarnir
Hann ger enda á kríggi um alla jørðina; bogan brýtur Hann sundur, støkkir spjótið av, vagnarnar brennir Hann upp.
Orðtøkini 17:28 Orðtøkini
Um tað so er dárin, verður hann roknaður fyri vísmann, táið hann tegir, og fyri vitigan mann, táið hann heldur munnin saman.
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið
Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!
Efesusbrævið 6:11 Efesusbrævið
Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið
Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!
Efesusbrævið 6:14 Efesusbrævið
Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar!
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið
Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!
Efesusbrævið 6:16 Efesusbrævið
Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.
Efesusbrævið 6:17 Efesusbrævið
Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds,
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið
biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –
Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið
Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.
Onnur Mósebók 14:14 Onnur Mósebók
HARRIN skal stríða fyri tykkum, men tit skulu vera still!“
Sálmarnir 62:5 Sálmarnir
Alt, ið teir ráðleggja um, er at stoyta honum úr stórleika hansara; teir elska lygn; við munninum signa teir, men í hjartanum banna teir. – Sela.
Sálmarnir 141:3 Sálmarnir
HARRI, set vakt fyri munn mín, vak við varradyr mínar!
Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Sorgarsongirnir 3:26 Sorgarsongirnir
Tað er gott, at ein bíðar stillur eftir frelsu HARRANS.
Mika 6:8 Mika
– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!
Onnur Mósebók 14:13 Onnur Mósebók
Men Móses svaraði fólkinum: „Ræðist ikki! Standið nú føst, so skulu tit síggja frelsu HARRANS, sum Hann í dag skal senda tykkum! Tí sum tit síggja Egyptar í dag, skulu tit aldri í allar ævir síggja teir uppaftur.
Seinna Krønikubók 20:17 Seinna Krønikubók
Tað eru ikki tit, ið berjast skulu her; tit skulu bert stíga fram og standa og síggja, hvussu HARRIN frelsir tykkum, tit av Juda og Jerusalem! Óttist ikki og ræðist ikki! Farið móti teimum í morgin, og HARRIN skal vera við tykkum!“
Job 29:21 Job
– Mær lurtaðu teir eftir og bíðaðu, vóru tigandi, meðan eg legði ráð.
Sálmarnir 119:89 Sálmarnir
Til ævigar tíðir, HARRI, stendur orð Títt fast í Himli.
Orðtøkini 29:11 Orðtøkini
Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana.
Habakkuk 2:20 Habakkuk
Men HARRIN er í heilaga templi Sínum – øll jørðin veri still fyri Honum!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Opinberingin 8:1 Opinberingin
Táið lambið læt upp sjeynda innsiglið, varð tøgn í Himli okkurt um hálvan tíma.
Fyrra Sámuelsbók 12:7 Fyrra Sámuelsbók
Stígið nú fram, so skal eg fyri ásjón HARRANS halda uppgerð við tykkum um allar rættvísigerðir HARRANS, sum Hann hevur gjørt móti tykkum og fedrum tykkara!
Job 37:14 Job
Job, tú mást lurta eftir hesum! Statt stillur og akta eftir undurverkum Guds!
Sálmarnir 37:7 Sálmarnir
Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð!
Sálmarnir 62:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Til jedutun. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 82:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Asaf. Gud stígur fram í samkomu Guds, mitt ímillum gudar heldur Hann dóm:
Sálmarnir 82:2 Sálmarnir
„Hvussu leingi ætla tit at døma órættiliga og halda við hinum gudleysu?“ – Sela.
Sálmarnir 82:3 Sálmarnir
„Latið hin arma og faðirleysa fáa rætt, dømið hin neyðstadda og fátæka frían!
Sálmarnir 82:4 Sálmarnir
Bjargið hinum arma og fátæka, frelsið hann úr hond hinna gudleysu!
Sálmarnir 82:5 Sálmarnir
– Men teir skilja einki og sansa einki, teir ganga í myrkri; allir grundvøllir jarðarinnar riða.
Sálmarnir 82:6 Sálmarnir
Eg havi sagt: „Tit eru gudar, tit eru allir synir hins Hægsta.“
Sálmarnir 82:7 Sálmarnir
Men sanniliga, sum menniskju skulu tit doyggja, og sum ein av høvdingunum skulu tit falla!“
Sálmarnir 82:8 Sálmarnir
Reis Teg, Gud, døm jørðina, tí við arvarætti ræður Tú yvir øllum fólkunum!
Sálmarnir 119:18 Sálmarnir
Lat upp eygu míni, so eg kann skoða alt hitt undurfulla í lóg Tíni!
Sálmarnir 119:160 Sálmarnir
Alt orð Títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísilóg Tín føst.
Orðtøkini 18:13 Orðtøkini
Táið ein svarar, áðrenn hann hoyrir, verður tað roknað honum til dárskap og skomm.
Prædikarin 3:7 Prædikarin
at skræða sundur hevur tíð sína, og at seyma saman hevur tíð sína; at tiga hevur tíð sína, og at tala hevur tíð sína;
Esaias 26:3 Esaias
Tann, ið hevur grundfest sinni, letur Tú altíð hava frið, tí á Teg lítur hann.
Esaias 30:15 Esaias
Tí so segði Harrin HARRIN, hin heilagi Ísraels: „Venda tit við og halda tykkum í friði, skulu tit verða frelst; í stilli og áliti skal styrki tykkara vera.“ – Men tit vildu ikki!
Esaias 53:7 Esaias
Hann varð illa viðfarin, og Hann bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin – sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, táið teir royta hann – Hann læt ikki upp munnin.
Sorgarsongirnir 3:28 Sorgarsongirnir
at hann situr eina og tigur, táið Hann leggur byrðar á hann,
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“