ørnavongir
40 versir um "ørnavongir"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Onnur Mósebók 19:4 Onnur Mósebók
„Tit hava sæð tað, ið Eg gjørdi við Egyptar, og hvussu Eg bar tykkum á arnaveingjum og leiddi tykkum til Mín.
Fimta Mósebók 32:11 Fimta Mósebók
Sum ørnin vekur reiður sítt og sveimar yvir ungum sínum, soleiðis breiddi Hann út veingir Sínar, tók hann upp og bar hann á flogfjaðrum Sínum.
Opinberingin 12:14 Opinberingin
Men báðir veingir hinnar stóru arnar vórðu kvinnuni givnir, fyri at hon skuldi flúgva út í oyðimørkina til stað sítt, har hon fær føði sína tíð, tíðir og hálva tíð, burtur frá ásjón ormsins.
Sálmarnir 103:5 Sálmarnir
sum mettar sál tína við tí, ið gott er, so tú yngist upp aftur sum ørnin.
Ezekiel 17:3 Ezekiel
– sig: So sigur Harrin HARRIN: Hin stóra ørnin við stórum veingjum og longum flogfjaðrum, við tøttum fjøðurhami í ymiskum litum, kom til Libanon og tók toppin av sedristrænum.
Jeremias 48:40 Jeremias
Tí so sigur HARRIN: Hann flýgur sum ørn og breiðir út veingirnar yvir Móab.
Job 39:27 Job
Við gangi og øði skræðir hann upp markina, hann fær ikki stýrt sær, táið lúðurin ljóðar.
Job 39:28 Job
Hvørja ferð lúðurin ljóðar, sigur hann: „Hey!“ Og langan veg luktar hann bardagan við torurødd høvdinga og herrópi.
Job 39:29 Job
Er tað verk vits tíns, at falkurin flýgur upp og breiðir út veingirnar suðureftir!
Job 39:30 Job
Er tað, tí tú gavst boð um tað, at ørnin flýgur so høgt og reiðrast so høgt uppi!
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir
við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.
Dániel 7:1 Dániel
Fyrsta árið ið Belsazar bábelskongur sat við stýrið, hevði Dániel dreym, og sjónir komu fram fyri hann á legu hansara; eftirsíðani skrivaði hann upp dreymin og segði frá høvuðsinnihaldinum.
Dániel 7:2 Dániel
Dániel tók til orða og segði: Eg hevði um náttina sjón, og í hesi sjón sá eg, hvussu teir fýra vindar himmalsins østu upp hitt stóra hav.
Dániel 7:3 Dániel
Og fýra stór dýr komu upp úr havinum, hvørt ólíkt øðrum.
Dániel 7:4 Dániel
Hitt fyrsta líktist leyvu, men hevði veingir sum ørn. Meðan eg hugdi at, vórðu veingirnir slitnir av tí, og tað varð lyft upp frá jørðini og reist á tveir føtur eins og menniskja og fekk menniskjahjarta.
Dániel 7:5 Dániel
So fekk eg at síggja eitt dýr enn – tað annað – sum líktist bjørn. Tað reisti seg upp á aðra liðina; tað hevði trý riv í munninum, millum tenninar, og sagt varð við tað: „Reis teg og et nógv kjøt!“
Dániel 7:6 Dániel
Enn eitt dýr fekk eg at síggja í sjón míni; tað líktist leopardi. Tað hevði á rygginum fýra fuglaveingir og hevði fýra høvd, og tað fekk stórt vald.
Dániel 7:7 Dániel
Síðani fekk eg í náttarsjónum mínum fjórða dýrið at síggja – øgiligt, ræðuligt og ovurhonds sterkt. Tað hevði stórar jarntenn og át og knasaði; og tað, ið eftir varð, traðkaði tað sundur við fótunum. Tað var ólíkt øllum hinum fyrru dýrunum, og tað hevði tíggju horn.
Dániel 7:8 Dániel
Eg ansaði gjølla eftir hornunum; tá fekk eg at síggja annað lítið horn, sum vaks upp millum teirra, og trý av hinum fyrru hornunum vórðu slitin upp fyri tí. Hetta horn hevði eygu sum menniskjaeygu, og munn, ið talaði stór orð.
Dániel 7:9 Dániel
Meðan eg hugdi at hesum, vórðu stólar settir fram, og Ein, sum gamal var, settist; klæði Hansara vóru hvít sum kavi, og hárið á høvdi Hansara var sum rein ull; hásæti Hansara var eldslogar, og hjólini undir tí vóru sum brennandi eldur.
Dániel 7:10 Dániel
Eldstreymur gekk út frá Honum. Túsund túsund tæntu Honum, og tíggjutúsund tíggjutúsund stóðu fyri Honum. Rætturin varð settur, og bøkur vórðu latnar upp.
Dániel 7:11 Dániel
Meðan eg hugdi at hesum, voldu hini stóru orð, ið hornið talaði, at dýrið varð dripið; og kroppur tess varð forkomin og kastaður í eldin og brendur.
Dániel 7:12 Dániel
Eisini frá hinum dýrunum varð harradømið tikið; tí lívsævi teirra var ásett til tíð og stund.
Dániel 7:13 Dániel
Framvegis fekk eg í náttarsjónum mínum at síggja, hvussu Ein, sum líktist menniskjasyni, kom á skýggjum himmalsins; Hann fór yvir til Hin, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri Hann.
Dániel 7:14 Dániel
Og Honum varð givið vald, heiður og ríki; allar tjóðir og ættir og øll tungumál skulu tæna Honum; vald Hansara er ævigt vald, sum aldri gongur til grundar, og ríki Hansara er ríki, sum ikki verður lagt í oyði.
Dániel 7:15 Dániel
Tá kendi eg, Dániel, anda mín órógvast í mær, og sjónirnar, ið fram fyri meg komu, loyptu ræðslu á meg.
Dániel 7:16 Dániel
Eg fór yvir til ein teirra, ið stóðu har, og bað hann geva mær álítandi frágreiðing um alt hetta; og hann svaraði mær og týddi mær tað:
Dániel 7:17 Dániel
„Hesi fýra stóru dýr tala um, at fýra kongar skulu stíga fram á jørðini.
Dániel 7:18 Dániel
Men hini heilagu hins Hægsta skulu fáa ríkið og hava tað í ogn til ævigar tíðir, ja, í aldur og allar ævir.“
Dániel 7:19 Dániel
Nú vildi eg fáa álítandi frágreiðing um hitt fjórða dýrið, tað, ið var ólíkt øllum hinum fyrru – sum var so øgiligt og hevði jarntenn og koparkløur, og sum át og knasaði, og traðkaði sundur við fótunum tað, ið eftir var,
Dániel 7:20 Dániel
somuleiðis um hini tíggju hornini á høvdi tess og um hitt nýggja hornið, tað, ið vaks upp og voldi, at hini trý hornini duttu av – tað hornið, ið hevði eygu, og munn, ið talaði stór orð, og sum var størri at síggja enn hini.
Dániel 7:21 Dániel
Eg sá, hvussu hetta hornið bardist við hini heilagu og vann sigur á teimum,
Dániel 7:22 Dániel
inntil Hin, ið gamal var, kom, og hini heilagu hins Hægsta fingu rætt sín, og tíðin kom, táið hini heilagu tóku ríkið í ogn.
Dániel 7:23 Dániel
So ljóðaðu orð hansara: „Hitt fjórða dýrið talar um, at fjórða ríkið skal koma á jørðini; tað skal vera ólíkt øllum hinum ríkjunum, og tað skal gloypa allari jørðini, traðka hana niður og knasa hana.
Dániel 7:24 Dániel
Hini tíggju hornini tala um, at av hesum ríki skulu koma upp tíggju kongar, og eftir teir skal koma upp annar kongur, sum skal vera ólíkur hinum fyrru, og sum skal fella tríggjar kongar.
Dániel 7:25 Dániel
Hann skal tala orð móti hinum Hægsta og kúga hini heilagu hins Hægsta; hann skal hava í huga at broyta tíðir og lóg, og tey skulu verða givin í hendur hansara tíð, tíðir og hálva tíð.
Dániel 7:26 Dániel
So verður rætturin settur, og valdið verður frá honum tikið, so hann verður lagdur í oyði og forkomin við alla.
Dániel 7:27 Dániel
Men ríkið, harradømið og valdið yvir ríkjunum undir øllum himli skal verða givið fólkinum, sum er hini heilagu hins Hægsta; ríki tess skal vera ævigt ríki, og øll veldi skulu tæna tí og lýða tað.“
Dániel 7:28 Dániel
Her endar frásøgnin. Meg, Dániel, ræddu hugsanir mínar stórliga, og andlit mítt skifti lit; men tað, ið eg hevði sæð og hoyrt, goymdi eg í hjartanum.