ørkin hjá Nóa

13 versir um "ørkin hjá Nóa"

Versir

Síða 1 av 1
Hebrearabrævið 11:7 Hebrearabrævið

Við trúgv var tað, Nóa, ávaraður av Gudi um tað, sum ikki sást enn, í heilagum ótta smíðaði ørk, húsi sínum til frelsu; við henni dómfeldi hann heimin og varð arvingi trúarrættvísinnar.

4
Fyrsta Mósebók 7:1 Fyrsta Mósebók

So segði HARRIN við Nóa: „Far inn í ørkina, tú og alt hús títt, tí teg havi Eg sæð rættvísan fyri Mær í hesi ætt!

3
Fyrsta Mósebók 7:9 Fyrsta Mósebók

fóru inn í ørkina til Nóa, par undan pari, hannslag og honslag – sum Gud hevði sagt við Nóa.

3
Fyrsta Mósebók 6:8 Fyrsta Mósebók

– Men Nóa fann náði fyri eygum HARRANS.

2
Fyrsta Mósebók 6:9 Fyrsta Mósebók

Hetta er ættarbók Nóa. Nóa var rættvísur, ólastandi maður á tíð síni; Nóa livdi við Gudi.

2
Fyrsta Mósebók 6:15 Fyrsta Mósebók

Soleiðis skalt tú gera ørkina: Hon skal vera 300 alin long, 50 alin breið og 30 alin høg.

2
Fyrsta Mósebók 6:22 Fyrsta Mósebók

Nóa so gjørdi; í einum og øllum gjørdi hann, sum Gud hevði sagt við hann.

2
Fyrsta Mósebók 7:2 Fyrsta Mósebók

Av øllum reinum dýrum skalt tú taka tær sjey pør, hannslag og honslag, og av teimum dýrum, ið ikki eru rein, eitt par, hannslag og honslag,

2
Fyrsta Mósebók 7:3 Fyrsta Mósebók

somuleiðis sjey pør av fuglum himmalsins, hannslag og honslag – fyri at halda ættum teirra á lívi á allari jørðini.

2
Fyrsta Mósebók 8:1 Fyrsta Mósebók

Men Gud mintist Nóa og øll tey villu dýrini og alt fæið, ið við honum vóru í ørkini. Gud læt ein vind blása yvir jørðina, so at vatnið fall;

2
Fyrsta Mósebók 8:4 Fyrsta Mósebók

Tann seytjanda í sjeynda mánaði stóð ørkin, á Áraratsfjøllum.

2
Fyrra Pætursbrævið 3:20 Fyrra Pætursbrævið

teimum, sum í forðum vóru ólýðin, táið langmóð Guds bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað. Í henni vórðu nakrar fáar – átta – sálir frelstar við vatni –

2
Seinna Pætursbrævið 2:5 Seinna Pætursbrævið

Ei heldur eirdi Hann hinum forna heimi, men bjargaði Nóa, prædikara rættvísinnar, sjálvum áttanda, táið Hann læt flóðina koma yvir heim hinna gudleysu.

2