rivers

17 versir um "rivers"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 43:2 Esaias

Gongur tú gjøgnum vøtn, eri Eg við tær, gjøgnum streymar, skulu teir ikki leggja yvir teg; gongur tú gjøgnum eld, skalt tú ikki brenna teg, og login skal ikki saka teg.

6
Ezekiel 47:9 Ezekiel

Allir livandi skapningar, ið rørast, allastaðni har dupultáin kemur, skulu liva, og fiskurin skal nørast í stórum; tí táið hetta vatn kemur hagar, verður heilsubót og lív, allastaðni har áin kemur.

6
Jóhannes 7:38 Jóhannes

Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.“

6
Sálmarnir 46:4 Sálmarnir

um so havsvøtnini brúsa og sjóða, fjøllini nøtra av hugmóði teirra. – Sela.

5
Zakarias 14:8 Zakarias

Tann dag skulu livandi vøtn streyma út úr Jerusalem; onnur helvt teirra skal renna í eysturhavið, og onnur í vesturhavið; bæði summar og vetur skal so vera.

3
Opinberingin 22:1 Opinberingin

Hann vísti mær nú lívsvatnsánna, skínandi sum krystall; hon rann út frá hásæti Guds og lambsins.

3
Opinberingin 22:2 Opinberingin

Mitt á gøtu staðarins og báðumegin ánna var træ lívsins, sum bar tólv ferðir ávøkst – hvønn mánað gav tað ávøkst sín; bløð træsins vóru tjóðunum til grøðing.

3
Sálmarnir 36:8 Sálmarnir

Hvussu dýrmæt er ikki náði Tín, Gud! Menniskjabørnini søkja sær skjól í veingjaskugga Tínum;

2
Sálmarnir 65:9 Sálmarnir

Og tey, ið búgva við endar jarðarinnar, óttast tekin Tíni; har sum morgun og kvøld hoyra heima, letur Tú hoyrast gleðiróp.

2
Prædikarin 1:7 Prædikarin

Allar áir renna í sjógvin, men sjógvurin verður aldri fullur; hagar áirnar renna, hagar renna tær altíð aftur.

2
Ezekiel 47:1 Ezekiel

Nú fór hann við mær aftur til inngongd húsins; eg sá tá, at vatn kom út undan gátt húsins fyri eystan; tí framsíða húsins vendi eystureftir. Vatnið rann niður undan høgru síðu húsins, sunnan fyri altarið.

2
Ezekiel 47:2 Ezekiel

Hann læt meg so fara út um Norðurportur og fór runt við mær uttanfyri, at Ytra Portri, at portrinum, ið eystureftir vendir; har fekk eg at síggja vatn springa upp høgrumegin.

2
Ezekiel 47:3 Ezekiel

Maðurin fór nú eystureftir við málisnøri í hondini og máldi 1000 alin; so læt hann meg vaða yvir um vatnið; tað var upp á øklar.

2
Ezekiel 47:4 Ezekiel

Uppaftur máldi hann 1000 alin og læt meg vaða yvir um vatnið; tá var vatnið upp undir knø. Aftur máldi hann 1000 alin og læt meg vaða yvir um vatnið – sum har var upp á miðju.

2
Ezekiel 47:5 Ezekiel

Eina ferð enn máldi hann 1000 alin; tá var vatnið ein á, sum eg ikki kundi vaða um; tí vatnið var so djúpt, at ein kravdi at svimja – tað var ein á, sum ikki var vaðandi um.

2
Ezekiel 47:6 Ezekiel

Tá segði hann við meg: „Hevur tú sæð hetta, menniskjasonur?“ Síðani fór hann aftur við mær, fram við áarbakkanum.

2
Ezekiel 47:7 Ezekiel

Táið eg kom aftur, sá eg, at ógvuliga nógv trø stóðu báðumegin á áarbakkanum.

2