risk

10 versir um "risk"

Versir

Síða 1 av 1
Jóhannes 15:13 Jóhannes

Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.

4
Rómverjabrævið 8:31 Rómverjabrævið

Hvat skulu vit nú siga um hetta? Er Gud við okkum – hvør kann tá vera ímóti okkum!

3
Filippibrævið 4:19 Filippibrævið

Og Gud mín skal eftir ríkidømi Sínum fylla alla trongd tykkara í dýrd í Kristi Jesusi.

3
Fyrra Pætursbrævið 4:12 Fyrra Pætursbrævið

Tit elskaðu! Undrist ikki á eldin, ið komin er yvir tykkum til at royna tykkum – sum tað var nakað undarligt, ið hendi tykkum!

3
Fyrra Pætursbrævið 4:13 Fyrra Pætursbrævið

Nei, tess meiri lut tit hava í líðingum Kristusar, tess meiri skulu tit gleða tykkum – so tit eisini kunnu gleðast og fegnast í opinbering dýrdar Hansara.

3
Fyrra Pætursbrævið 4:14 Fyrra Pætursbrævið

Verða tit háðað fyri navn Kristusar, eru tit sæl; Andi dýrdarinnar og Guds hvílir yvir tykkum.

3
Dániel 3:16 Dániel

Sadrak, Mesak og Abed-Nego svaraðu konginum: „Nebukadnezar! Okkum nýtist ikki at svara tær orð upp á hetta.

2
Dániel 3:17 Dániel

Gud okkara, sum vit dýrka, er mentur at bjarga okkum; úr hinum brennandi eldsovni og av hond tíni skal Hann frelsa, kongurin!

2
Dániel 3:18 Dániel

Men um so er, at Hann ger tað ikki, skalt tú vita, kongurin, at vit dýrka ikki gudar tínar, og tilbiðja ei heldur gullmyndina, ið tú hevur latið reisa!“

2
Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið

Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –

2