risen in christ

27 versir um "risen in christ"

Versir

Síða 1 av 1
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið

Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.

4
Rómverjabrævið 6:1 Rómverjabrævið

Hvat skulu vit tá siga? Skulu vit halda fram í syndini, fyri at náðin kann verða tess størri?

2
Rómverjabrævið 6:2 Rómverjabrævið

Minni enn so! Vit, sum jú eru deyð frá syndini, hvussu skulu vit enn liva í henni!

2
Rómverjabrævið 6:3 Rómverjabrævið

Ella vita tit ikki, at øll vit, sum doypt eru til Kristus Jesus, eru doypt til deyða Hansara?

2
Rómverjabrævið 6:4 Rómverjabrævið

Vit eru tá grivin við Honum við dópinum til deyðan, fyri at, eins og Kristus varð reistur upp frá hinum deyðu við dýrd Faðirsins, so skulu eisini vit liva nýtt lív.

2
Rómverjabrævið 6:5 Rómverjabrævið

Tí eru vit samanvaksin við Hann við líkum deyða, skulu vit eisini verða tað við líkari uppreisn.

2
Rómverjabrævið 6:6 Rómverjabrævið

Vit vita jú hetta, at gamla menniskja okkara varð krossfest við Honum, fyri at syndalikamið skuldi verða til einkis, so vit skuldu ikki longur tæna syndini.

2
Rómverjabrævið 6:7 Rómverjabrævið

Tí tann, ið deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini.

2
Rómverjabrævið 6:8 Rómverjabrævið

Eru vit nú deyð við Kristusi, trúgva vit, at vit eisini skulu liva við Honum.

2
Rómverjabrævið 6:9 Rómverjabrævið

Vit vita jú, at Kristus, eftir at vera risin upp frá hinum deyðu, doyr ikki meir; deyðin ræður ikki longur yvir Honum.

2
Rómverjabrævið 6:10 Rómverjabrævið

Tí deyða Sín doyði Hann eina ferð fyri syndina, men lív Sítt livir Hann fyri Gudi.

2
Rómverjabrævið 6:11 Rómverjabrævið

Soleiðis skulu eisini tit rokna tykkum sum deyð frá syndini, men livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi.

2
Rómverjabrævið 6:12 Rómverjabrævið

Latið tí ikki syndina ráða í deyðiliga likami tykkara, so tit lýða tað í lystum tess!

2
Rómverjabrævið 6:13 Rómverjabrævið

Bjóðið heldur ikki syndini fram limir tykkara sum vápn órættvísinnar! Nei, bjóðið Gudi fram tykkum sjálv sum tey, ið frá deyðum eru vorðin livandi, og bjóðið Gudi fram limir tykkara sum vápn rættvísinnar!

2
Rómverjabrævið 6:14 Rómverjabrævið

Tí synd skal ikki ráða yvir tykkum – tit eru jú ikki undir lóg, men undir náði.

2
Rómverjabrævið 6:15 Rómverjabrævið

Hvat tá! Skulu vit synda, við tað at vit eru ikki undir lóg, men undir náði! Minni enn so!

2
Rómverjabrævið 6:16 Rómverjabrævið

Vita tit ikki, at táið tit bjóða tykkum fram einum sum tænarar, til at akta hann, so eru tit tænarar hjá tí, sum tit akta, veri tað nú hjá synd – til deyða – ella hjá lýdni – til rættvísi – ?

2
Rómverjabrævið 6:17 Rómverjabrævið

Men Gudi veri tøkk, at víst hava tit verið tænarar hjá syndini, men nú eru tit av hjarta vorðin tí læruhátti lýðin, sum tit vórðu givin!

2
Rómverjabrævið 6:18 Rómverjabrævið

Og loyst frá syndini eru tit vorðin tænarar hjá rættvísini.

2
Rómverjabrævið 6:19 Rómverjabrævið

Eg tali menniskjaliga, við tað at hold tykkara er so veikt. Eins og tit buðu fram limir tykkara sum tænarar hjá óreinskuni og lógloysinum – til lógloysi – bjóðið soleiðis nú fram limir tykkara sum tænarar hjá rættvísini – til heilaggering!

2
Rómverjabrævið 6:20 Rómverjabrævið

Meðan tit vóru tænarar hjá syndini, vóru tit leys frá rættvísini.

2
Rómverjabrævið 6:21 Rómverjabrævið

Hvønn ávøkst høvdu tit tá! – Slíkt, sum tit nú skammast við! Endi tess er jú deyðin.

2
Rómverjabrævið 6:22 Rómverjabrævið

Men nú tit eru loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guds, nú hava tit ávøkst tykkara: Tit verða heilaggjørd, og endin er ævigt lív.

2
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið

Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.

2
Rómverjabrævið 8:11 Rómverjabrævið

Býr nú Andi Hansara, sum reisti upp Jesus frá hinum deyðu, í tykkum, so skal Hann, sum reisti upp Kristus frá hinum deyðu, gera eisini deyðiligu likam tykkara livandi við Anda Sínum, sum í tykkum býr.

2
Kolossibrævið 2:12 Kolossibrævið

grivin við Honum í dópinum, sum tit eisini eru uppreist í saman við Honum, við trúnni á kraft Guds, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu.

2
Kolossibrævið 3:3 Kolossibrævið

Tit eru jú deyð, og lív tykkara er fjalt við Kristusi í Gudi.

2