risar
90 versir um "risar"
Versir
Síða 2 av 2Fyrra Sámuelsbók 17:26 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Dávid við menninar, ið tætt hjá honum stóðu: „Hvørja løn fær tann, ið drepur henda Filistaran og sleppir Ísrael frá skommini? – Tí hvør er hesin óumskorni Filistari, at hann vágar sær at háða her hins livandi Guds!“
Fyrra Sámuelsbók 17:27 Fyrra Sámuelsbók
Fólkið tók tá somu orðini upp aftur fyri honum: „Tað og tað fær tann maður, ið drepur hann.“
Fyrra Sámuelsbók 17:28 Fyrra Sámuelsbók
Men táið Eliab, elsti bróðir hansara, hoyrdi hann tosa við menninar, varð hann illur við Dávid og segði: „Hvat vilt tú her? Og hvørjum hevur tú latið upp í hendur hin neyðar seyð í oyðimørkini? Eg kenni hugmóð títt og óndskap hjarta tíns! Tú ert komin higar bert at hyggja at bardaganum!“
Fyrra Sámuelsbók 17:29 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Dávid: „Hvat havi eg nú gjørt! – Eg spurdi jú bert!“
Fyrra Sámuelsbók 17:30 Fyrra Sámuelsbók
So vendi hann sær frá honum til ein annan og spurdi um tað sama, og fólkið gav honum sama svar sum áður.
Fyrra Sámuelsbók 17:31 Fyrra Sámuelsbók
Men tað spurdist, sum Dávid hevði sagt; Saul fekk eisini at hoyra tað, og hann sendi boð eftir honum.
Fyrra Sámuelsbók 17:32 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði Dávid við Saul: „Eingin má missa mótið! Tænari tín skal fara og berjast við henda Filistara!“
Fyrra Sámuelsbók 17:33 Fyrra Sámuelsbók
Saul svaraði Dávidi: „Tú ert ikki førur fyri at fara ímóti hesum Filistara og berjast við hann; tí tú ert ungur, og hann hevur verið bardagamaður, frá tí hann var ungur!“
Fyrra Sámuelsbók 17:34 Fyrra Sámuelsbók
Men Dávid segði við Saul: „Tænari tín hevur røktað smáfæ faðirs síns; kom tá leyva ella bjørn og fór við einum kríatúri úr fylginum,
Fyrra Sámuelsbók 17:35 Fyrra Sámuelsbók
so leyp eg eftir henni og feldi hana og skræddi tað úr gapi hennara; legði hon so á meg, treiv eg í skegg hennara og feldi og drap hana.
Fyrra Sámuelsbók 17:36 Fyrra Sámuelsbók
Bæði leyvu og bjørn hevur tænari tín dripið, og hesum óumskorna Filistara skal gangast sum teimum – aftur fyri at hann hevur háðað her hins livandi Guds!“
Fyrra Sámuelsbók 17:37 Fyrra Sámuelsbók
Framvegis segði Dávid: „HARRIN, sum hevur bjargað mær úr klónum á leyvu og bjørn, Hann skal eisini bjarga mær úr hondunum á hesum Filistara!“ – Tá segði Saul við Dávid: „Far! HARRIN skal vera við tær!“
Fyrra Sámuelsbók 17:38 Fyrra Sámuelsbók
Saul læt nú Dávid í síni egnu klæði, setti koparhjálm á høvd hansara og læt hann í brynju.
Fyrra Sámuelsbók 17:39 Fyrra Sámuelsbók
Dávid gyrdi seg við svørði hansara uttan yvir klæðini og skuldi fara til gongu. Men hann hevði aldri roynt tað áður, og hann segði við Saul: „Eg fái ikki gingið í hesum, tí eg havi aldri roynt tað áður!“ So fór Dávid úr tí aftur.
Fyrra Sámuelsbók 17:40 Fyrra Sámuelsbók
Síðani tók hann stav sín í hondina og fann sær fimm slættar steinar í ánni; teir koyrdi hann í hirðataskuna, sum hann hevði við, tók sleingiband sítt í hondina og fór so móti Filistaranum.
Fyrra Sámuelsbók 17:41 Fyrra Sámuelsbók
Filistarin kom nú Dávidi nærri og nærri, og tann, ið bar skjøld hansara, gekk undan honum.
Fyrra Sámuelsbók 17:42 Fyrra Sámuelsbók
Táið Filistarin hugdi upp og fekk eyga á Dávid, vanvirdi hann hann, við tað at hann var ungur og reyðdæmdur og vakur í útsjónd.
Fyrra Sámuelsbók 17:43 Fyrra Sámuelsbók
Filistarin segði við Dávid: „Eri eg hundur, síðani tú kemur ímóti mær við stavi!“ – Og Filistarin bannaði Dávidi um gud sín.
Fyrra Sámuelsbók 17:44 Fyrra Sámuelsbók
Síðani segði Filistarin við Dávid: „Kom higar til mín, so skal eg geva fuglum himmalsins og dýrunum á markini kjøt títt!“
Fyrra Sámuelsbók 17:45 Fyrra Sámuelsbók
Dávid svaraði Filistaranum: „Tú kemur móti mær við svørði, spjóti og kastivápni, men eg komi móti tær í navni HARRANS Guds herskaranna, Guds herfylkinga Ísraels, sum tú hevur háðað.
Fyrra Sámuelsbók 17:46 Fyrra Sámuelsbók
Í dag skal HARRIN geva teg í hendur mínar; eg skal drepa teg og høgga høvdið av tær, og eg skal í dag geva fuglum himmalsins og teimum villu dýrunum á jørðini líkini av Filistaraherinum, so øll jørðin skal sanna, at ein Gud er í Ísrael.
Fyrra Sámuelsbók 17:47 Fyrra Sámuelsbók
Og alt hetta fólk skal sanna, at tað er ikki við svørði og spjóti, HARRIN frelsir; tí bardagin er HARRANS, og Hann skal geva tykkum í hendur okkara!“
Fyrra Sámuelsbók 17:48 Fyrra Sámuelsbók
Táið nú Filistarin fór til gongu og kom Dávidi nærri, skundaði Dávid sær og leyp fram móti herinum, móti Filistaranum.
Fyrra Sámuelsbók 17:49 Fyrra Sámuelsbók
Og Dávid stakk hondina niður í taskuna, tók stein úr henni, slongdi hann og rakti Filistaran í pannuna; steinurin fór djúpt inn í pannu hansara, og hann datt fram eftir rommum til jarðar.
Fyrra Sámuelsbók 17:50 Fyrra Sámuelsbók
Soleiðis vann Dávid Filistaran við sleingibandi og steini, og hann drap Filistaran, tóat hann hevði ikki svørð í hondini.
Fyrra Sámuelsbók 17:51 Fyrra Sámuelsbók
Síðani leyp Dávid fram og stóð tætt hjá Filistaranum, tók svørð hansara, dró tað úr slíðrunum og gav honum deyðasting og høgdi høvdið av honum við tí. Táið Filistarar sóu, at kappi teirra var deyður, flýddu teir.
Fyrra Sámuelsbók 17:52 Fyrra Sámuelsbók
Men herur Ísraels og herur Juda løgdu avstað, skóru í herróp og eltu Filistarar líka til portur Gats og Ekrons, og falnir Filistarar lógu eftir vegnum úr Sa’arajim og líka til Gat og Ekron.
Fyrra Sámuelsbók 17:53 Fyrra Sámuelsbók
So eltu Ísraelsmenn ikki Filistarar longur, men vendu aftur og rændu tilhald teirra.
Fyrra Sámuelsbók 17:54 Fyrra Sámuelsbók
Dávid tók høvd Filistarans og hevði tað við sær til Jerusalem; men vápn hansara legði hann í tjald sítt.
Fyrra Sámuelsbók 17:55 Fyrra Sámuelsbók
Táið Saul sá Dávid fara móti Filistaranum, segði hann við Abner, herhøvdingan: „Hvør eigur handa unga drongin, Abner?“ Abner svaraði: „So satt sum tú livir, kongurin, eg veit tað ikki!“
Fyrra Sámuelsbók 17:56 Fyrra Sámuelsbók
Tá segði kongurin: „Fá at vita, hvør ið eigur handa unga drongin!“
Fyrra Sámuelsbók 17:57 Fyrra Sámuelsbók
Táið so Dávid kom aftur, eftir at hann hevði dripið Filistaran, tók Abner hann og fór fram fyri Saul við honum; og hann hevði høvd Filistarans í hondini.
Fyrra Sámuelsbók 17:58 Fyrra Sámuelsbók
Saul segði tá við hann: „Hvørs sonur ert tú, unglingi?“ Dávid svaraði: „Eg eri sonur tænara tín Ísai í Betlehem.“
Judasarbrævið 1:6 Judasarbrævið
og at einglunum, sum hildu ikki fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað, heldur Hann føstum í ævigum leinkjum undir myrkrinum til dómin hin stóra dag.
Seinna Sámuelsbók 21:18 Seinna Sámuelsbók
Seinni stóð uppaftur – við Gob – ein bardagi við Filistarar; tá feldi Sibbekai Husatitur Saf, sum var av rafaættini.
Fimta Mósebók 2:10 Fimta Mósebók
– Fyrr í tíðini búðu Emitar har, mikil, fjølment tjóð, risavaksnir eins og Anakitar.
Fimta Mósebók 2:11 Fimta Mósebók
Eisini teir verða roknaðir upp í risarnar, eins og Anakitar, og Móabitar kalla teir Emitar.
Fimta Mósebók 2:21 Fimta Mósebók
Teir vóru mikil, fjølment tjóð, risavaksnir eins og Anakitar; men HARRIN oyddi teir fyri Ammonitum, so teir róku teir burt og búsettust í landi teirra.
Josva 11:21 Josva
Um hesa tíðina fór Josva og oyddi Anakitar í fjallalandinum, í Hebron, í Debir, í Anab og úr øllum Judafjøllum og Ísraelsfjøllum; Josva sló teir og býir teirra við banni.
Sálmarnir 3:6 Sálmarnir
Eg legðist og sovnaði; eg vaknaði – tí HARRIN heldur mær uppi.