risar

90 versir um "risar"

Versir

Síða 1 av 2
Fyrsta Mósebók 6:4 Fyrsta Mósebók

Á teimum døgum, og eisini seinni í tíðini, vóru kapparnir á jørðini – táið gudssynirnir fóru inn til menniskjadøturnar, og tær føddu teimum børn; hetta vóru teir veldigu í forðum, teir navngitnu.

8
Fyrsta Mósebók 6:1 Fyrsta Mósebók

Táið nú menniskjan fór at nørast á jørðini, og døtur føddust teimum,

7
Fyrsta Mósebók 6:2 Fyrsta Mósebók

sóu gudssynirnir, at menniskjadøturnar vóru vakrar, og teir tóku sær konur, so mangar sum teimum lysti.

7
Fyrsta Mósebók 6:3 Fyrsta Mósebók

Tá segði HARRIN: „Andi Mín skal ikki til ævigar tíðir stríðast við menniskjuni! Í villing síni eru tey hold; dagar teirra skulu vera 120 ár.“

7
Fyrsta Mósebók 6:5 Fyrsta Mósebók

Men HARRIN sá, at óndskapurin í menniskjunum var stórur á jørðini, og at hjartans hugsan og tráan teirra var ikki annað enn ilt allan dagin.

7
Fyrsta Mósebók 6:6 Fyrsta Mósebók

Tá angraði HARRIN, at Hann hevði gjørt menniskjuna á jørðini; tað voldi Honum sorg í hjartanum.

7
Fyrsta Mósebók 6:7 Fyrsta Mósebók

Og HARRIN segði: „Eg skal týna menniskjuni, ið Eg havi skapt, av jørðini, bæði menniskju, fæ, skriðdýr og fuglarnar undir himli; tí Eg angri, at Eg havi gjørt tey!“

7
Fyrsta Mósebók 6:8 Fyrsta Mósebók

– Men Nóa fann náði fyri eygum HARRANS.

7
Fyrsta Mósebók 6:9 Fyrsta Mósebók

Hetta er ættarbók Nóa. Nóa var rættvísur, ólastandi maður á tíð síni; Nóa livdi við Gudi.

7
Fyrsta Mósebók 6:10 Fyrsta Mósebók

Nóa fekk tríggjar synir: Sem, Kam og Jafet.

7
Fyrsta Mósebók 6:11 Fyrsta Mósebók

Men jørðin var spilt fyri eygum Guds; jørðin varð full av órætti.

7
Fyrsta Mósebók 6:12 Fyrsta Mósebók

Gud sá jørðina – hon var spilt; tí alt hold hevði spilt veg sín á jørðini.

7
Fyrsta Mósebók 6:13 Fyrsta Mósebók

Tá segði Gud við Nóa: „Eg havi gjørt av, at Eg skal gera enda á øllum holdi, tí tey hava fylt jørðina við órætti; nú skal Eg forkoma bæði teimum og jørðini.

7
Fyrsta Mósebók 6:14 Fyrsta Mósebók

Men tú skalt gera tær ørk av goferviði; við kømurum skalt tú gera hana og bika hana bæði innan og uttan.

7
Fyrsta Mósebók 6:15 Fyrsta Mósebók

Soleiðis skalt tú gera ørkina: Hon skal vera 300 alin long, 50 alin breið og 30 alin høg.

7
Fyrsta Mósebók 6:16 Fyrsta Mósebók

Eitt vindeyga skalt tú gera á ørkini í erva, eina alin høgt allan vegin, og dyr arkarinnar skalt tú gera á síðu hennara; tú skalt gera hana við eini niðastu, eini mittastu og eini ovastu hædd.

7
Fyrsta Mósebók 6:17 Fyrsta Mósebók

Eg lati nú vatnflóð koma yvir jørðina til at týna alt hold undir himli, sum lívsandi er í; alt tað, ið á jørðini er, skal ganga til grundar.

7
Fyrsta Mósebók 6:18 Fyrsta Mósebók

Men við teg geri Eg sáttmála Mín; tú skalt fara inn í ørkina, tú og synir tínir, kona tín og sonarkonur tínar við tær.

7
Fyrsta Mósebók 6:19 Fyrsta Mósebók

Av øllum, ið livir, av øllum holdi, skalt tú taka eitt par av hvørjum slagi inn í ørkina fyri at halda tey á lívi saman við tær; hannslag og honslag skal tað vera.

7
Fyrsta Mósebók 6:20 Fyrsta Mósebók

Av fuglunum eftir teirra slagi, av fænum eftir slagi tess, og av øllum skriðdýrum á jørðini eftir teirra slagi skal eitt par av hvørjum fara inn til tín fyri at verða hildin á lívi.

7
Fyrsta Mósebók 6:21 Fyrsta Mósebók

Tú skalt fáa tær av alskyns føði, ið etin verður, og savna tað til tín, so tað kann vera tær og teimum til føði.“

7
Fyrsta Mósebók 6:22 Fyrsta Mósebók

Nóa so gjørdi; í einum og øllum gjørdi hann, sum Gud hevði sagt við hann.

7
Fjórða Mósebók 13:33 Fjórða Mósebók

Har sóu vit risar – synir Anak, sum eru av risaætt; móti teimum vóru vit í okkara egnu eygum sum grashoppur, og sama hildu teir um okkum.“

6
Fimta Mósebók 1:28 Fimta Mósebók

Hvar er tað so, vit skulu fara? – Brøður okkara hava tikið mótið frá okkum við at siga: „Tað er eitt fólk, sum er størri og hægri enn vit, og tey hava stórar býir við múrum líka upp til himmals – ja, vit sóu eisini Anakitar har!““

5
Fimta Mósebók 3:11 Fimta Mósebók

– Hesin Og, kongurin í Basan, var tann seinasti, ið eftir var av Refa’itum*; kista hansara, jarnkista, stendur, sum øll vita, í ammonitabýnum Rabba; hon er 9 alin long og 4 alin breið eftir vanligum máli.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:1 Fyrra Sámuelsbók

Filistarar savnaðu her sín til bardaga. Teir savnaðu seg við Soko, sum hoyrir til Juda, og tóku støðu millum Soko og Azeka í Efes-Dammim.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:2 Fyrra Sámuelsbók

Saul og Ísraelsmenn savnaðu seg við; teir tóku støðu í Eikidali og gjørdu seg til at herja á Filistarar.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:3 Fyrra Sámuelsbók

Filistarar stóðu við fjallið øðrumegin, og Ísraelsmenn við fjallið hinumegin, so at dalurin var ímillum teir.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:4 Fyrra Sámuelsbók

Tá gekk hólmgongumaður fram úr Filistaraherinum; hann var úr Gat og æt Goliat; hann var seks alin og sponn høgur.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:5 Fyrra Sámuelsbók

Á høvdinum hevði hann koparhjálm, og hann var í ringbrynju, sum 5000 seklar av kopari vóru í.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:6 Fyrra Sámuelsbók

Hann hevði koparspengur á beinunum og koparspjót á herðunum.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:7 Fyrra Sámuelsbók

Spjótskaft hansara var sum vevbummur, og blaðið á spjóti hansara var av jarni og vigaði 600 seklar; undan honum gekk tann, ið bar skjøld hansara.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:8 Fyrra Sámuelsbók

Hann steig nú fram, rópti til her Ísraels og segði við teir: „Hví halda tit fram og ætla at herja á? Eri eg ikki Filistarin, og tit trælir Sauls! – Veljið tykkum mann og latið hann koma oman higar til mín!

4
Fyrra Sámuelsbók 17:9 Fyrra Sámuelsbók

Er hann maður fyri at berjast við meg og fella meg, so skulu vit vera trælir tykkara; men verði eg við yvirlutan og felli hann, so skulu tit vera trælir okkara og tæna hjá okkum!“

4
Fyrra Sámuelsbók 17:10 Fyrra Sámuelsbók

Framvegis segði Filistarin: „Eg havi í dag háðað her Ísraels – komið við manni, so vit kunnu berjast!“

4
Fyrra Sámuelsbók 17:11 Fyrra Sámuelsbók

Táið Saul og alt Ísrael hoyrdu hesi orð Filistarans, ræddust teir og óttaðust stórliga.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:12 Fyrra Sámuelsbók

Dávid var sonur hin sama Efratitin í Betlehem í Juda, sum æt Ísai og hevði átta synir. Hesin maður var á døgum Sauls gamal og boygdur av elli.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:13 Fyrra Sámuelsbók

Teir tríggir elstu synir Ísai vóru farnir við Saul í bardagan, og av hesum sonum hansara, sum farnir vóru í bardagan, æt hin elsti Eliab, hin næstelsti Abinadab, og hin triði Samma.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:14 Fyrra Sámuelsbók

Dávid var yngstur. Teir tríggir elstu vóru farnir við Saul;

4
Fyrra Sámuelsbók 17:15 Fyrra Sámuelsbók

men Dávid fór viðhvørt heimaftur frá Saul at røkta smáfæ faðirs síns í Betlehem.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:16 Fyrra Sámuelsbók

Filistarin steig so fram og beyð av hvønn morgun og hvørt kvøld í 40 dagar.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:17 Fyrra Sámuelsbók

Nú segði Ísai einaferð við son sín Dávid: „Tak efu av hesum bakaða korninum og hesi tíggju breyðini til brøður tínar og skunda tær til teirra í tilhaldið við tí!

4
Fyrra Sámuelsbók 17:18 Fyrra Sámuelsbók

Og hesar tíggju ostarnar skalt tú hava við til yvirhøvuðsmannin. Vita so, um brøðrum tínum veit væl við, og hav pant við aftur frá teimum!

4
Fyrra Sámuelsbók 17:19 Fyrra Sámuelsbók

Saul og teir og allir menn Ísraels eru jú í Eikidali og berjast við Filistarar.“

4
Fyrra Sámuelsbók 17:20 Fyrra Sámuelsbók

Tíðliga morgunin eftir læt so Dávid einum røktingarmanni smáfæið upp í hendur; so tók hann tað, ið hann skuldi hava við, og fór avstað, sum Ísai hevði álagt honum. Táið hann kom til vagnborgina, helt herurin júst avstað til bardaga og skar í herróp.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:21 Fyrra Sámuelsbók

Bæði Ísrael og Filistarar stóðu til reiðar til bardaga, fylking móti fylking.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:22 Fyrra Sámuelsbók

Dávid legði tað, ið hann hevði við, frá sær hjá honum, sum helt vakt yvir viðførinum, og skundaði sær avstað til herin; og táið hann kom hagar, heilsaði hann brøðrum sínum.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:23 Fyrra Sámuelsbók

Meðan hann tosaði við teir, kom hólmgongumaðurin, Goliat Filistari úr Gat, út úr Filistaraherinum og rópti somu orð, sum hann var vanur; og Dávid hoyrdi tað.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:24 Fyrra Sámuelsbók

Táið menn Ísraels sóu mannin, flýddu teir allir ræðsluslignir undan honum.

4
Fyrra Sámuelsbók 17:25 Fyrra Sámuelsbók

Og menn Ísraels søgdu: „Síggja tit handa mannin, ið har kemur! Hann kemur at háða Ísrael. Tí manni, ið fellir hann, gevur kongur nógv ríkidømi; dóttur sína gevur hann honum og ger fedrahús hansara skattafrítt í Ísrael!“

4