ringd í umhvørvinum / dálking
7 versir um "ringd í umhvørvinum / dálking"
Versir
Síða 1 av 1Fjórða Mósebók 35:33 Fjórða Mósebók
Vanhalgið ikki landið, ið tit búgva í! Tí blóð vanhalgar landið, og bót verður ikki gjørd fyri landið – fyri blóðið, ið har verður úthelt – uttan við blóði tess, ið úthelt tað hevur.
Fjórða Mósebók 35:34 Fjórða Mósebók
Tú skalt ikki gera landið óreint, sum tit búgva í, landið, ið Eg búgvi mitt í; tí Eg, HARRIN, búgvi mitt ímillum Ísraelsmenn!““
Jeremias 2:7 Jeremias
Eg leiddi tykkum inn í landið við hini ríku grøði, so tit sluppu at eta av ávøksti tess og góða; men táið tit komu inn hagar, gjørdu tit land Mítt óreint og arvalut Mín til viðurstygd.
Esaias 24:4 Esaias
Jørðin syrgir og følnar burtur, jarðarríki ørmaktast og følnar burtur; hinir mætu millum fólkini á jørðini ørmaktast.
Esaias 24:5 Esaias
Tí jørðin er vanhalgað undir teimum, ið á henni búgva; tey hava brotið lógirnar, vent rættinum við, brotið hin æviga sáttmála.
Esaias 24:6 Esaias
Tí tærir bann jørðina upp, og tey, ið á henni búgva, noyðast at bøta; tí steikjast jarðbúgvarnir av hita, so bert fá menniskju verða eftir.
Jeremias 3:2 Jeremias
Lyft upp eygunum til hinar naknu hæddir og hygg – hvussu hevur tú ikki latið teg vanæra! Við vegirnar satst tú og bíðaði eftir teimum, eins og Arabari í oyðimørkini, og við hori og óndskapi tínum vanhalgaði tú landið.