ring viðferð
51 versir um "ring viðferð"
Versir
Síða 1 av 2Lukas 17:26 Lukas
Sum tað gekk á døgum Nóa, so skal eisini verða á døgum Menniskjasonarins:
Lukas 17:27 Lukas
Tey ótu og drukku, tey giftust og vórðu burturgift, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina, og flóðin kom og gjørdi enda á øllum.
Galatiabrævið 6:1 Galatiabrævið
Brøður! Um nú onkur skuldi verðið tikin av fótum av onkrari synd, so hjálpið honum til rættis, tit andaligu, við spakførisanda, og síggj til tín sjálvs, at ikki eisini tú verður freistaður!
Jóhannes 3:1 Jóhannes
Millum Fariseararnar var maður, ið æt Nikodemus, ein ráðharri Jødanna.
Jóhannes 3:2 Jóhannes
Hann kom til Hansara á nátt og segði við Hann: „Rabbi! Vit vita, at Tú ert lærari, komin frá Gudi; tí eingin kann gera hesi tekin, sum Tú gert, uttan Gud er við honum.“
Jóhannes 3:3 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum,* kann hann ikki síggja ríki Guds.“
Jóhannes 3:4 Jóhannes
Nikodemus segði við Hann: „Hvussu kann nakar verða føddur, táið hann er gamal! Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!“
Jóhannes 3:5 Jóhannes
Jesus svaraði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds.
Jóhannes 3:6 Jóhannes
Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi.
Jóhannes 3:7 Jóhannes
Undrast ikki á, at Eg segði við teg: „Tit mugu føðast av nýggjum!“
Jóhannes 3:8 Jóhannes
Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum.“
Jóhannes 3:9 Jóhannes
Nikodemus svaraði Honum: „Hvussu kann hetta verða?“
Jóhannes 3:10 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Tú ert lærari Ísraels og veitst ikki hetta!
Jóhannes 3:11 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Vit tala tað, ið vit vita, og vit vitna tað, ið vit hava sæð, og tit taka ikki ímóti vitnisburði okkara.
Jóhannes 3:12 Jóhannes
Trúgva tit ikki, táið Eg tali við tykkum um tað, ið hoyrir jørðini til, hvussu skulu tit tá trúgva, um Eg tali við tykkum um hitt himmalska!
Jóhannes 3:13 Jóhannes
Og tó er eingin farin upp til Himmals uttan Hann, sum er stigin niður av Himli, Menniskjasonurin, sum er í Himli.
Jóhannes 3:14 Jóhannes
Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,
Jóhannes 3:15 Jóhannes
fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Jóhannes 3:18 Jóhannes
Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.
Jóhannes 3:19 Jóhannes
Og hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, men menniskjuni elskaðu myrkrið meir enn ljósið; tí verk teirra vóru ónd.
Jóhannes 3:20 Jóhannes
Hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, fyri at verk hansara skulu ikki verða opinberað.
Jóhannes 3:21 Jóhannes
Men tann, ið ger sannleikan, kemur til ljósið, fyri at verk hansara kunnu verða opinberað – at tey eru gjørd í Gudi.“
Jóhannes 3:22 Jóhannes
Eftir hetta fóru Jesus og lærisveinar Hansara um Judealand, og Hann var har við teimum og doypti.
Jóhannes 3:23 Jóhannes
Men eisini Jóhannes doypti, í Enon, stutt frá Salim, tí har var nógv vatn; fólkið kom hagar og læt seg doypa.
Jóhannes 3:24 Jóhannes
Tí tá var Jóhannes enn ikki settur í fangahús.
Jóhannes 3:25 Jóhannes
Nú varð stríð millum lærisveinar Jóhannesar og ein Jøda um reinsan.
Jóhannes 3:26 Jóhannes
Og teir komu til Jóhannes og søgdu við hann: „Rabbi! Hann, sum var hjá tær hinumegin Jordan, Hann, sum tú gavst vitnisburð – nú doypir Hann, og øll koma til Hansara!“
Jóhannes 3:27 Jóhannes
Jóhannes svaraði: „Menniskjað kann einki fáa, uttan tað er givið tí av Himli.
Jóhannes 3:28 Jóhannes
Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: „Eg eri ikki Kristus, men eg eri sendur út undan Honum.“
Jóhannes 3:29 Jóhannes
Tann, ið hevur brúðrina, er brúðgómurin; men vinur brúðgómsins, sum stendur og lurtar eftir Honum, gleðist stórliga við rødd brúðgómsins. Henda gleði mín er nú vorðin fullkomin.
Jóhannes 3:30 Jóhannes
Hann skal vaksa, og eg skal minka.
Jóhannes 3:31 Jóhannes
Hann, sum kemur omanífrá, er yvir øllum; hann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; Hann, sum kemur av Himli, er yvir øllum.
Jóhannes 3:32 Jóhannes
Tað, ið Hann hevur sæð og hoyrt, vitnar Hann, og eingin tekur ímóti vitnisburði Hansara.
Jóhannes 3:33 Jóhannes
Tann, sum tekur ímóti vitnisburði Hansara, hevur staðfest, at Gud er sannorðaður.
Jóhannes 3:34 Jóhannes
Tí Hann, sum Gud hevur sent, talar orð Guds; Gud gevur ikki Andan eftir máli.
Jóhannes 3:35 Jóhannes
Faðirin elskar Sonin og hevur givið Honum alt í hond.
Jóhannes 3:36 Jóhannes
Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.“
Jóhannes 10:27 Jóhannes
Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann, og hann fylgir Mær.
Jóhannes 10:28 Jóhannes
Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni.
Rómverjabrævið 1:18 Rómverjabrævið
Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan.
Rómverjabrævið 1:19 Rómverjabrævið
Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert.
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið
Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.
Rómverjabrævið 1:21 Rómverjabrævið
Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt.
Rómverjabrævið 1:22 Rómverjabrævið
Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar
Rómverjabrævið 1:23 Rómverjabrævið
og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guds um við mynd, ið líktist deyðiligum menniskja og fuglum, fýrføttum dýrum og skriðdýrum.
Rómverjabrævið 1:24 Rómverjabrævið
Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.
Jeremias 8:9 Jeremias
Hinir vísu verða til skammar, teir ræðast, og vanlukkan rámar teir. Teir hava jú vrakað orð HARRANS – hvønn vísdóm skulu teir tá hava!
Rómverjabrævið 3:20 Rómverjabrævið
Tí einki hold verður rættvísgjørt fyri Honum av lógverkum; við lógini kemur sannan av synd.