ring tíðindi

24 versir um "ring tíðindi"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 112:6 Sálmarnir

hann vikast ikki í allar ævir, hin rættvísi skal vera í ævigum minni;

10
Sálmarnir 112:7 Sálmarnir

hann óttast ikki fyri ringum tíðindum, hjarta hansara er støðugt, tað lítur á HARRAN;

10
Jóhannes 16:33 Jóhannes

Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“

8
Esaias 54:1 Esaias

Fegnast, tú ófruktbara, tú, ið ikki hevur føtt! Sker í gleðisong og ver fró, tú, sum ikki hevur havt verkir! Tí børn hinnar einsligu kvinnu eru fleiri enn hennara, sum hevur mann – sigur HARRIN.

3
Esaias 54:2 Esaias

Rúmka stað tjalds tíns, lat teir spenna út teppi bústaðar tíns, forða tí ikki! Ger tjaldtog tíni long og slá hælirnar fastar!

3
Esaias 54:3 Esaias

Tí tú skalt breiða teg út, bæði til høgru og til vinstru, og avkom títt skal taka fólkasløg í ogn og byggja upp aftur oyddar býir.

3
Esaias 54:4 Esaias

Óttast ikki – tú skalt ikki verða til skammar! Lat ikki spottið gera tær mun – tú skalt ikki standa vónbrotin! Nei, skomm ungdóms tíns skalt tú gloyma, og vanæru einkjutíðar tínar skalt tú ikki minnast longur.

3
Esaias 54:5 Esaias

Tí skapari tín er ektamaður tín – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara – og hin Heilagi í Ísrael er loysnari tín; Gud alrar jarðarinnar kallast Hann.

3
Esaias 54:6 Esaias

Tí sum vrakaða konu við sorg í hjartanum kallar HARRIN teg, og ungdómsbrúður – hvør fer at havna hana! sigur Gud tín.

3
Esaias 54:7 Esaias

Lítla løtu vendi Eg tær bakið, men í stórari miskunn skal Eg savna teg.

3
Esaias 54:8 Esaias

Táið vreiði Mín rann útav, fjaldi Eg lítla løtu ásjón Mína fyri tær, men við ævigari náði miskunni Eg tær – sigur HARRIN, endurloysari tín.

3
Esaias 54:9 Esaias

Sum nóaflóð er hetta Mær; so sum Eg svór, at nóaflóð skuldi ikki koma yvir jørðina uppaftur, havi Eg nú svorið, at Eg skal ikki verða illur við teg ella deila teg.

3
Esaias 54:10 Esaias

Tí víst kunnu fjøllini fara úr stað, og heyggjarnir vikast; men miskunn Mín skal ikki víkja frá tær, og friðarsáttmáli Mín skal ikki vikast – sigur HARRIN, Hann, sum miskunnar tær.

3
Esaias 54:11 Esaias

Tú arma, sum stormur hevur heimsøkt, sum onga troyst hevur funnið! Eg byggi teg upp við smaragdum og leggi grund tína av safirum;

3
Esaias 54:12 Esaias

Eg geri múrtindar tínar av rubinum, portur tíni av karfunklum og allan múrin rundan um teg av dýrum steinum!

3
Esaias 54:13 Esaias

Øll børn tíni skulu verða lærd av HARRANUM, og børn tíni skulu njóta miklan frið.

3
Esaias 54:14 Esaias

Við rættvísi skalt tú verða grundfest; lat angist vera langt frá tær, tí tú skalt einki hava at óttast! Ver trygg fyri ræðslu, tí hon skal ikki koma tær nær!

3
Esaias 54:15 Esaias

Taka teir seg saman ímóti tær, er tað ikki eftir vilja Mínum; teir, sum taka seg saman ímóti tær, skulu falla fyri tær.

3
Esaias 54:16 Esaias

Tað eri Eg, ið skapi smiðin, sum blæsur í koleldin og framleiðir amboð til verk sítt, og tað eri Eg, ið skapi oyðaran til at forkoma.

3
Esaias 54:17 Esaias

Einki vápn, ið smíðað verður móti tær, skal fáa sigur, og hvørja tungu, sum reisir søk móti tær, skalt tú fáa dómfelda. – Hetta er arvur tænara HARRANS og rætturin, ið teir fáa frá Mær – sigur HARRIN.

3
Fyrra Tessalonikabrævið 4:13 Fyrra Tessalonikabrævið

Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru – fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga.

3
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir

Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.

2
Jóhannes 14:27 Jóhannes

Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!

2
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið

Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.

2