ring ráðgeving
23 versir um "ring ráðgeving"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 12:5 Orðtøkini
Hugsanir rættvísra stevna eftir rætti, men ráð gudleysra eru svik.
Orðtøkini 15:22 Orðtøkini
Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir, men har sum nógvir ráðgevarar eru, fáa tær framgongd.
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir
Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,
Orðtøkini 11:14 Orðtøkini
Har sum einki stýri er, fellur fólkið, men har sum nógvir ráðgevarar eru, gongst væl.
Orðtøkini 14:7 Orðtøkini
Far frá dáranum – ei fanst tú vit á vørrum hansara!
Orðtøkini 19:20 Orðtøkini
Lurta eftir ráðum og tak við tykt, so tú kanst verða vísur til endan!
Orðtøkini 19:21 Orðtøkini
Mangar hugsanir eru í hjarta mansins, men ráð HARRANS er tað, ið fast stendur.
Jeremias 23:16 Jeremias
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Lurtið ikki eftir tí, ið profetarnir siga, sum profetera fyri tykkum! Teir dára tykkum bert; sjónir úr sínum egna hjarta bera teir fram, ikki orð av munni HARRANS.
Job 42:7 Job
Men eftir at HARRIN hevði talað hesi orð við Job, segði HARRIN við Elifaz Temanit: „Vreiði Mín er tendrað móti tær og báðum vinmonnum tínum; tí tit hava ikki talað rætt um Meg, eins og tænari Mín Job!
Orðtøkini 12:15 Orðtøkini
Vegur dárans er beinur í hansara egnu eygum, men tann, ið lurtar eftir ráðum, er vísur.
Seinna Sámuelsbók 16:20 Seinna Sámuelsbók
Nú segði Absalom við Akitofel: „Leggið tit nú ráð og sigið, hvat vit skulu gera!“
Seinna Sámuelsbók 16:21 Seinna Sámuelsbók
Akitofel svaraði: „Far inn til hjákonur faðirs tíns, tær, sum hann hevur latið verða eftir at varðveita húsið! Táið tá alt Ísrael fær at hoyra, at tú ert vorðin illa kendur hjá faðir tínum, kemur nýtt mót í allar, sum eru í parti tínum.“
Seinna Sámuelsbók 16:22 Seinna Sámuelsbók
Teir reistu nú Absalom tjald á takinum, og Absalom fór fyri eygum als Ísraels inn til hjákonur faðirs síns.
Seinna Sámuelsbók 16:23 Seinna Sámuelsbók
– Ráð, ið Akitofel legði, vórðu á teimum døgum vird líka mikið, sum ein hevði spurt Gud til ráðs; so nógv virdu bæði Dávid og Absalom eini og hvørji ráð, ið Akitofel legði.
Fyrra Kongabók 12:8 Fyrra Kongabók
Men hann fór ikki eftir ráðunum, ið hinir gomlu løgdu honum, men ráðførdi seg við teir ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum, og sum nú stóðu í tænastu hjá honum.
Fyrra Kongabók 12:9 Fyrra Kongabók
Hann spurdi teir: „Hvat ráða tit okkum at svara hesum fólki, ið hevur sagt við meg: „Lætt um okið, ið faðir tín legði á okkum!““
Fyrra Kongabók 12:10 Fyrra Kongabók
Teir ungu, ið vóru vaksnir upp saman við honum, svaraðu honum: „So skalt tú siga við hetta fólk, sum segði við teg: „Faðir tín gjørdi ok okkara svárt, men lætt tú okkum um tað!“ – so skalt tú siga við teir: „Lítlifingur mín er tjúkkari enn lendar faðirs míns!
Fyrra Kongabók 12:11 Fyrra Kongabók
Hevur nú pápi lagt svárt ok á tykkum, so skal eg gera ok tykkara enn svárari; hevur pápi revsað tykkum við koyrlum, so skal eg revsa tykkum við skorpiónum!““
Sálmarnir 1:2 Sálmarnir
men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!
Orðtøkini 13:20 Orðtøkini
Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.
Orðtøkini 24:6 Orðtøkini
Tú skalt søkja tær góð ráð, táið tú fert í bardaga; tí har sum nógvir ráðgevarar eru, har er frelsa.
Orðtøkini 27:9 Orðtøkini
Olja og roykilsi gleða hjartað, og sama gera vinareymleiki og sannhjartað ráð.
Jeremias 7:24 Jeremias
Men teir lurtaðu ikki eftir og boygdu ikki oyrað til Mín; nei, teir gingu eftir sínum egnu ráðum, ónda harða hjarta sínum, og teir vendu Mær bakið og ikki andlitið.