ring fólk

131 versir um "ring fólk"

Versir

Síða 1 av 3
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið

Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!

13
Rómverjabrævið 3:22 Rómverjabrævið

rættvísi Guds við trúgv á Jesus Kristus, fyri øll og yvir øllum, sum trúgva. Tí eingin munur er;

10
Rómverjabrævið 3:23 Rómverjabrævið

øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;

10
Rómverjabrævið 3:24 Rómverjabrævið

og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði Hansara, við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi,

10
Orðtøkini 24:1 Orðtøkini

Øvunda ikki ónd menniskju, og hav ikki hug at vera við teimum!

9
Orðtøkini 24:2 Orðtøkini

Tí hjarta teirra hugsar bert um yvirgangsverk, og varrar teirra tala vanlukku.

9
Orðtøkini 24:3 Orðtøkini

Við vísdómi verður hús bygt, við viti verður tað grundfest,

9
Orðtøkini 24:4 Orðtøkini

og við kunnskapi verða kømurini fylt við øllum, ið dýrabart er og nógv vert.

9
Orðtøkini 24:5 Orðtøkini

Vísur maður er sterkur, og kønur maður er veldigur í mátti.

9
Orðtøkini 24:6 Orðtøkini

Tú skalt søkja tær góð ráð, táið tú fert í bardaga; tí har sum nógvir ráðgevarar eru, har er frelsa.

9
Orðtøkini 24:7 Orðtøkini

Vísdómur er dáranum ov høgur; í portrinum letur hann ikki upp munnin.

9
Orðtøkini 24:8 Orðtøkini

Tann, sum hevur ilt í huga, verður kallaður svikafullur maður.

9
Orðtøkini 24:9 Orðtøkini

Dárskaparráð er synd, og spottarin er andstygd millum fólk.

9
Orðtøkini 24:10 Orðtøkini

Missir tú mótið, táið neyð kemur á, so hevur tú lítla megi.

9
Orðtøkini 24:11 Orðtøkini

Frels tey, sum verða leidd til deyðan, og halt teimum aftur, sum piprandi fara avstað at verða dripin!

9
Orðtøkini 24:12 Orðtøkini

Um tú sigur: „Ja, men vit vistu tað ikki!“ – man tá ikki Hann skilja tað, Hann sum vigar hjørtuni! Og Hann, sum aktar eftir sál tíni, man Hann ikki vita tað og løna einum og hvørjum aftur eftir verkum hansara!

9
Orðtøkini 24:13 Orðtøkini

Et hunang, sonur mín, tí hann er góður, og hunangsløgur er góma tínum søtur!

9
Orðtøkini 24:14 Orðtøkini

Tú skalt vita, at so gagnligur er vísdómur sál tíni! Hevur tú funnið hann, so hevur tú framtíð, og vón tín skal ikki koma upp í einki.

9
Orðtøkini 24:15 Orðtøkini

Lúr ikki sum gudleysur eftir bústaði hins rættvísa, forkom ikki heimi hansara!

9
Orðtøkini 24:16 Orðtøkini

Tí sjey ferðir fellur hin rættvísi – og kemur aftur á føtur; men gudleys verða rend umkoll, táið vanlukkan kemur.

9
Orðtøkini 24:17 Orðtøkini

Táið fíggindi tín fellur, mást tú ikki vera glaður, og táið hann snávar, má hjarta títt ikki frøast

9
Orðtøkini 24:18 Orðtøkini

– so HARRIN sær tað, og Honum líkar tað illa, og Hann vendir vreiði Síni frá honum!

9
Orðtøkini 24:19 Orðtøkini

Ilskast ikki um hini óndu, og øvunda ikki gudleys!

9
Orðtøkini 24:20 Orðtøkini

Tí hini óndu hava onga framtíð, lampa gudleysra sløknar.

9
Orðtøkini 24:21 Orðtøkini

Óttast HARRAN og kongin, sonur mín! Teir, sum seta seg upp móti teimum, mást tú einki hava við at gera.

9
Orðtøkini 24:22 Orðtøkini

Tí brádliga kemur vanlukkan frá teimum, og oyðingin frá teimum báðum – hvør kennir hana!

9
Orðtøkini 24:23 Orðtøkini

Eisini hesi eru orðtøk vísmanna: Dómari eigur ikki at gera mannamun.

9
Orðtøkini 24:24 Orðtøkini

Tann, sum sigur við hin seka: „Tú ert sakleysur!“ honum banna fólkasløg, hann ynskja fólkini ilt yvir;

9
Orðtøkini 24:25 Orðtøkini

men teimum, ið revsa hann, skal gangast væl, og lukka og signing skal koma yvir tey.

9
Orðtøkini 24:26 Orðtøkini

Koss á varrar gevur tann, ið svarar við røttum orðum.

9
Orðtøkini 24:27 Orðtøkini

Fullfør verk títt harúti, ger teg lidnan á markini! So kanst tú byggja tær hús.

9
Orðtøkini 24:28 Orðtøkini

Ver ikki uttan grund vitni móti næsta tínum! – Ella vilt tú gera svik við vørrum tínum?

9
Orðtøkini 24:29 Orðtøkini

Sig ikki: „Sum hann hevur gjørt við meg, skal eg gera við hann, eg skal løna einum og hvørjum gerðir hansara aftur!“

9
Orðtøkini 24:30 Orðtøkini

Eg kom gangandi fram við mark eins letinga, fram við víngarði eins menniskja, sum einki vit hevði.

9
Orðtøkini 24:31 Orðtøkini

Og veitst tú – alt var undirgingið í tistlum, heilt fjalt av notum, grótgarðurin rundanum lá niðri!

9
Orðtøkini 24:32 Orðtøkini

Eg skoðaði og legði mær tað í huga, eg sá og tók læru av tí:

9
Orðtøkini 24:33 Orðtøkini

[Sigur tú:] „Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!“

9
Orðtøkini 24:34 Orðtøkini

– sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður!

9
Jóhannes 16:33 Jóhannes

Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“

9
Sálmarnir 140:2 Sálmarnir

HARRI, bjarga mær frá óndum menniskjum, ver mær vernd móti yvirgangskroppum,

8
Orðtøkini 13:6 Orðtøkini

Rættvísi er honum vernd, sum livir ólastandi, men gudloysi fellir tann, ið ger synd.

7
Fyrra Korintbrævið 15:33 Fyrra Korintbrævið

Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!

6
Matteus 15:19 Matteus

Tí út úr hjartanum koma ringar hugsanir: Manndráp, hor, siðloysi, stuldur, rangur vitnisburður, spottan.

5
Orðtøkini 13:9 Orðtøkini

Ljós rættvísra logar bjart, men lampa gudleysra sløknar.

4
Hoseas 7:1 Hoseas

Táið Eg ætli at grøða Ísrael, opinberast misbrot Efra’ims og óndskapur Samaria; tí svik er tað, tey havast at, tjóvar bróta inn, og ránsmannaflokkar ræna uttanfyri.

4
Hoseas 7:2 Hoseas

Og tey hugsa ikki um, at Eg minnist allan óndskap teirra. – Nú hava gerðir teirra kringsett tey, tey eru komin fyri ásjón Mína!

4
Hoseas 7:3 Hoseas

Við óndskapi sínum gleða tey kongin, og við lygnum sínum høvdingarnar.

4
Hoseas 7:4 Hoseas

Allir samlir eru teir horkallar; teir líkjast ovni, ið bakarin hitar upp; hann heldur uppat at elda, bert frá tí deiggið verður knoðað, og inntil tað er gingið.

4
Hoseas 7:5 Hoseas

Á degi kongs okkara drekka høvdingarnir seg sjúkar av heitum víni; spottarum rættir hann hondina.

4
Hoseas 7:6 Hoseas

Tí teir gera hjarta sítt so heitt sum ovn, meðan teir lúra; alla náttina svevur bakari teirra; um morgunin brennur tað sum logandi eldur.

4