ring ávirkan
16 versir um "ring ávirkan"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 15:33 Fyrra Korintbrævið
Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!
Orðtøkini 13:20 Orðtøkini
Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir
Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,
Orðtøkini 6:27 Orðtøkini
Man nakar fáa borið eld í barminum, uttan at klæði hansara brennast!
Fyrra Korintbrævið 5:11 Fyrra Korintbrævið
Nei, tað, sum eg skrivaði til tykkara, var, at um onkur, ið kallast bróðir, er siðloysingur, havisjúkur, avgudadýrkari, baktalari, drykkjumaður ella ránsmaður, so skulu tit ikki umgangast slíkan, nei, ikki so mikið sum eta saman við honum.
Orðtøkini 22:24 Orðtøkini
Ver ikki vinur við tann, sum skjótt kemur ilt í, og hav ikki felagsskap við snarsintan mann,
Orðtøkini 22:25 Orðtøkini
fyri at tú skalt ikki læra gøtur hansara og fáa snerru fyri sál tína!
Matteus 5:13 Matteus
Tit eru salt jarðarinnar; men missir saltið kraft sína, hvussu skal tað aftur verða salt! Tað dugir einki longur uttan at verða kastað út og traðkað niður av menniskjum.
Matteus 5:14 Matteus
Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki.
Matteus 5:15 Matteus
Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum.
Matteus 5:16 Matteus
Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!
Matteus 18:9 Matteus
Og um eyga títt freistar teg, so rív tað út og kasta tað frá tær! Tað er tær betri at fara einoygdur inn til lívið enn at hava tvey eygu og verða kastaður í eld Helvitis.
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið
Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi.