ríki Guds
14 versir um "ríki Guds"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Markus 1:15 Markus
og segði: „Tíðin er fullkomin, og ríki Guds er komið nær; umvendið tykkum og trúgvið á evangeliið!“
Lukas 17:20 Lukas
Táið Hann av Farisearunum varð spurdur, nær ríki Guds fór at koma, svaraði Hann teimum: „Ríki Guds kemur ikki á tann hátt, at tað sæst við eygunum.
Lukas 17:21 Lukas
Heldur ikki fer at verða sagt: „Hygg, her er tað!“ ella: „Hygg, har er tað!“ Tí ríki Guds er innan í tykkum.“
Jóhannes 18:36 Jóhannes
Jesus svaraði: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.“
Rómverjabrævið 14:17 Rómverjabrævið
Tí ríki Guds er ikki at eta og drekka; nei, tað er rættvísi, friður og gleði í Heilaga Andanum.
Dániel 2:44 Dániel
Og á teimum døgum ið hesir kongar eru, skal Gud Himmalsins grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur; tað skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir
Matteus 4:17 Matteus
Frá teirri tíð fór Jesus at prædika og siga: „Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!“
Matteus 5:3 Matteus
„Sæl eru hini fátæku í anda; tí ríki Himmiríkis er teirra.
Matteus 5:10 Matteus
Sæl eru tey, sum eru atsøkt fyri rættvísi skuld; tí ríki Himmiríkis er teirra.
Matteus 6:10 Matteus
Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!
Matteus 12:28 Matteus
Men reki Eg út hinar illu andar við Anda Guds, er jú ríki Guds komið til tykkara.
Matteus 16:19 Matteus
Og Eg skal geva tær lyklar Himmiríkis ríkis; tað, sum tú bindur á jørðini, skal vera bundið í Himli, og tað, sum tú loysir á jørðini, skal vera loyst í Himli.“
Markus 9:1 Markus
Og Hann segði við tey: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrrenn tey síggja ríki Guds vera komið við kraft.“