reyði mánin
7 versir um "reyði mánin"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 2:20 Ápostlasøgan
Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur Harrans kemur, hin stóri og dýri.
Matteus 24:29 Matteus
Men alt fyri eitt eftir trongdina á teimum døgum skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt; stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.
Esaias 13:10 Esaias
Tí stjørnurnar og stjørnumerkini á himli skulu ikki lata ljós sítt skína; sólin er myrk, táið hon kemur upp, og mánin skínur ikki.
Jóel 2:10 Jóel
Fyri teimum nøtrar jørðin, og himmalin skelvur; sól og máni sortna, og stjørnurnar missa ljós sítt.
Opinberingin 6:12 Opinberingin
Eg sá tað lata upp sætta innsiglið. Tá varð stórur jarðskjálvti, sólin varð svørt sum syrgibúni, og mánin varð allur sum blóð.
Opinberingin 6:13 Opinberingin
Stjørnur himmalsins fullu niður á jørðina, eins og táið fikutræ, rist av nógvum vindi, kastar niður óstadnu fikur sínar.
Opinberingin 6:14 Opinberingin
Himmalin fór burtur eins og bókrulla, ið saman verður rullað, og hvørt fjall og hvør oyggj vórðu flutt úr staði.