reyða kvigan

30 versir um "reyða kvigan"

Versir

Síða 1 av 1
Fjórða Mósebók 19:1 Fjórða Mósebók

HARRIN talaði framvegis við Móses og Áron og segði:

9
Fjórða Mósebók 19:2 Fjórða Mósebók

„Hetta er lógboð, ið HARRIN hevur kunngjørt: Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu lata teg fáa reyða kvígu – lýtaleysa, sum einki brek hevur – og sum ikki hevur borið ok.

9
Fjórða Mósebók 19:3 Fjórða Mósebók

Hana skulu tit fáa Eleazar presti, og hann skal fara út um tilhaldið við henni; har skal hon verða dripin fyri eygum hansara.

9
Fjórða Mósebók 19:4 Fjórða Mósebók

So skal Eleazar prestur taka av blóði hennara á fingurin og sletta sjey ferðir ímóti framsíðu samkomutjaldsins.

9
Fjórða Mósebók 19:5 Fjórða Mósebók

Nú skal kvígan verða brend fyri eygum hansara; bæði húðin, kjøtið og blóðið skulu verða brend, gorið við.

9
Fjórða Mósebók 19:6 Fjórða Mósebók

So skal presturin taka sedrisvið, isop og skarlaksreytt tógv og kasta tað í eldin, sum kvígan brennur í.

9
Fjórða Mósebók 19:7 Fjórða Mósebók

Síðani skal presturin vaska klæði síni og tváa likami sínum í vatni; so kann hann koma inn aftur í tilhaldið, men hann skal vera óreinur líka til kvølds.

9
Fjórða Mósebók 19:8 Fjórða Mósebók

Tann, ið brennir kvíguna, skal líkaleiðis vaska klæði síni í vatni, tváa likami sínum í vatni og vera óreinur til kvølds.

9
Fjórða Mósebók 19:9 Fjórða Mósebók

Ein maður, ið reinur er, skal sópa upp øskuna av kvíguni og leggja hana á reint stað uttan fyri tilhaldið; har skal hon verða goymd, samkomu Ísraelsmanna til reinsivatn. Tað er syndoffur.

9
Fjórða Mósebók 19:10 Fjórða Mósebók

Tann, ið sópar upp øskuna av kvíguni, skal vaska klæði síni og vera óreinur til kvølds. – Hetta skal vera ævig lóg fyri Ísraelsmenn og hin fremmanda, ið millum teirra býr.

9
Fjórða Mósebók 19:11 Fjórða Mósebók

Tann, ið nemur við ein deyðan, við líkið av menniskja, skal vera óreinur í sjey dagar.

9
Fjórða Mósebók 19:12 Fjórða Mósebók

Triðja og sjeynda dagin skal hann reinsa seg við tí*, so verður hann reinur; men reinsar hann seg ikki triðja og sjeynda dagin, verður hann ikki reinur.

9
Fjórða Mósebók 19:13 Fjórða Mósebók

Hvør tann, ið nemur ein deyðan, við líkið av menniskja, ið deytt er, og reinsar seg ikki, hann ger tabernakul HARRANS óreint, og tað menniskja skal verða týnt úr Ísrael; við tað at reinsivatn er ikki slett á hann, er hann óreinur; óreinska hansara verður sitandi á honum.

9
Fjórða Mósebók 19:14 Fjórða Mósebók

Hetta er lógin: Táið menniskja doyr í tjaldi, so verður ein og hvør, sum inn í tjaldið kemur, og ein og hvør, sum í tjaldinum er, óreinur í sjey dagar.

9
Fjórða Mósebók 19:15 Fjórða Mósebók

Og øll opin íløt, sum ikki er bundið út yvir, verða órein.

9
Fjórða Mósebók 19:16 Fjórða Mósebók

Á sama hátt ein og hvør, sum úti á markini nemur við ein, ið fallin er fyri svørði, ella við annað lík ella við menniskjabein ella grøv – hann skal vera óreinur í sjey dagar.

9
Fjórða Mósebók 19:17 Fjórða Mósebók

Fyri at reinsa ein, ið soleiðis er vorðin óreinur, skal verða tikið nakað av øskuni av tí brenda syndofrinum; hon skal verða latin í ílat, og rennandi vatn skal verða helt út yvir hana.

9
Fjórða Mósebók 19:18 Fjórða Mósebók

So skal maður, ið reinur er, taka isop, drepa í vatnið og sletta á tjaldið og á alt og øll, ið har hava verið, og á tann, ið hevur nomið við menniskjabein ella dripnan ella við annað lík ella grøv.

9
Fjórða Mósebók 19:19 Fjórða Mósebók

Soleiðis skal hin reini sletta á hin óreina triðja og sjeynda dagin og taka burtur synd hansara sjeynda dagin. Síðani skal hann vaska klæði síni og tváa sær í vatni; so er hann reinur, táið kvøldið er komið.

9
Fjórða Mósebók 19:20 Fjórða Mósebók

Men tann, ið óreinur verður og ikki reinsar seg, hann skal oyðast úr samkomuni; tí hann hevur gjørt halgidóm HARRANS óreinan; reinsivatn er ikki slett á hann – hann er óreinur.

9
Fjórða Mósebók 19:21 Fjórða Mósebók

Hetta skal vera teimum ævig lóg. Tann, ið slettir reinsivatnið, skal vaska klæði síni, og tann, ið nemur við reinsivatnið, skal vera óreinur líka til kvølds.

9
Fjórða Mósebók 19:22 Fjórða Mósebók

Alt tað, ið hin óreini nemur við, skal vera óreint, og tann, ið nemur við hann, skal vera óreinur til kvølds.“

9
Hebrearabrævið 9:13 Hebrearabrævið

Tí so satt sum blóð bukka og tarva og øskan av kvígu – við at verða slett á hini óreinu – halgar til útvortis reinleika,

6
Fimta Mósebók 21:3 Fimta Mósebók

Og hinir elstu í tí býnum, sum næstur er hinum dripna, skulu taka kvígu, ið ikki hevur verið nýtt at arbeiða við og ikki hevur borið ok;

2
Dómararnir 14:18 Dómararnir

Sjeynda dagin, áðrenn sólin gekk undir, søgdu so menninir í býnum við hann: „Hvat er søtari enn hunangur, og hvat er sterkari enn leyva!“ Men hann svaraði teimum: „Høvdu tit ikki pløgt við kvígu míni, so høvdu tit ikki gitt gátu mína!“

2
Dániel 12:10 Dániel

Mong skulu verða reinsað, tváað og roynd; hini gudleysu skulu vera gudleys við sama lagi, og eingin av hinum gudleysu skal skilja hetta; men hini vitigu skulu skilja tað.

2
Hoseas 4:16 Hoseas

Tí Ísrael er sum ólátað kúgv – skal HARRIN tá lata tey liggja sum lomb og eta, sum tey vilja?

2
Hoseas 10:11 Hoseas

Efra’im er vand kvíga, sum fegin vil treskja; men Eg leggi ok á vakra háls hennara; Eg skal seta Efra’im fyri plógvið, Juda skal pløga, Jákup skal harva.

2
Hebrearabrævið 9:12 Hebrearabrævið

og Hann fór, ikki við blóði av bukkum og kálvum, men við Sínum egna blóði, eina ferð fyri allar inn í halgidómin og vann æviga endurloysing.

2
Hebrearabrævið 9:14 Hebrearabrævið

hvussu mangan meir skal tá ikki blóð Kristusar, Hansara, sum við ævigum Anda bar fram Seg sjálvan lýtaleysan fyri Gud, reinsa samvitsku tykkara frá deyðum verkum til at tæna hinum livandi Gudi!

2