revur
8 versir um "revur"
Versir
Síða 1 av 1Hásongurin 2:15 Hásongurin
– Takið okkum revarnar, hinar smáu revar, ið forkoma víngørðunum, nú ið víngarðar okkara blóma!
Matteus 8:20 Matteus
Jesus svaraði honum: „Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður; men Menniskjasonurin hevur ikki tað, sum Hann kann halla høvdinum at.“
Lukas 9:58 Lukas
Jesus svaraði honum: „Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður, men Menniskjasonurin hevur ikki tað, ið Hann kann halla høvdinum at.“
Lukas 13:32 Lukas
Tá svaraði Hann teimum: „Farið og sigið við tann revin: „Eg reki út illar andar og grøði sjúk í dag og í morgin, og triðja dagin fullkomist Eg!
Nehemias 4:3 Nehemias
Og Tobias Ammonitur, sum hjá honum stóð, segði: „Lat teir byggja, sum teir vilja! Bert ein revur loypur upp á steinvegg teirra, rívur hann hann niður!“
Dómararnir 15:4 Dómararnir
So fór Samson og fangaði 300 revar; síðani fekk hann sær kyndlar, bant halarnar saman á tveimum og tveimum og festi ein kyndil mitt ímillum báðar halarnar.
Hásongurin 2:16 Hásongurin
– Vinur mín er mín, og eg eri hansara, sum røktar fylgi sítt millum liljur.
Hásongurin 2:17 Hásongurin
Inntil dagurin verður svalur, og skuggarnir flýggja – vend við, vinur mín, og ver sum skógargeit, sum ungur hjørtur á fjøllunum við gjáum!“