reverence

8 versir um "reverence"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 3:5 Onnur Mósebók

Hann segði: „Kom ikki nærri! Lat teg úr skónum, tí staðið, ið tú stendur á, er heilag jørð!“

2
Triðja Mósebók 19:30 Triðja Mósebók

Sabbatar Mínar skulu tit halda, og fyri halgidómi Mínum skulu tit hava ótta. – Eg eri HARRIN!

2
Triðja Mósebók 26:2 Triðja Mósebók

Sabbatar Mínar skulu tit halda, og fyri halgidómi Mínum skulu tit hava ærufrykt. – Eg eri HARRIN!

2
Sálmarnir 89:7 Sálmarnir

Tí hvør í Himli kann metast javnt við HARRAN, hvør av sonum Guds er HARRANUM líkur –

2
Orðtøkini 1:7 Orðtøkini

At óttast HARRAN er upphav kunnskapar; dárar vanvirða vísdóm og tykt.

2
Hebrearabrævið 5:7 Hebrearabrævið

Hann hevur á døgum holds Síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og neyðarróp til Hansara, sum var mentur at frelsa Hann frá deyðanum; og Hann varð bønhoyrdur út úr angist Síni.

2
Hebrearabrævið 12:28 Hebrearabrævið

Táið vit nú fáa ríki, sum ikki kann verða rist, so latið okkum tá vera takksom og harvið tæna Gudi, Honum til tokka, við gudræðslu og ótta!

2
Fyrra Pætursbrævið 2:17 Fyrra Pætursbrævið

Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin!

2