revelations
83 versir um "revelations"
Versir
Síða 2 av 2Opinberingin 6:3 Opinberingin
Táið tað læt upp annað innsiglið, hoyrdi eg aðra veruna siga: „Kom!“
Opinberingin 6:4 Opinberingin
Tá kom út annar hestur; hann var reyður; honum, ið á honum sat, varð givið at taka friðin burtur av jørðini, so tey skuldu drepa hvørt annað; og stórt svørð varð honum givið.
Opinberingin 6:5 Opinberingin
Táið tað læt upp triðja innsiglið, hoyrdi eg triðju veruna siga: „Kom!“ Tá fekk eg at síggja svartan hest; hann, ið á honum sat, hevði vekt í hondini.
Opinberingin 6:6 Opinberingin
Eg hoyrdi eins og rødd mitt ímillum hinar fýra verurnar; hon segði: „Mál av hveiti fyri denar, og trý mál av byggi fyri denar; men oljuna og vínið mást tú ikki skaða!“
Opinberingin 6:7 Opinberingin
Táið tað læt upp fjórða innsiglið, hoyrdi eg rødd fjórðu verunnar; hon segði: „Kom!“
Opinberingin 6:8 Opinberingin
Tá fekk eg at síggja bleikgulan hest; hann, ið á honum sat, navn hansara var deyðin, og deyðaríkið var í fylgi við honum. Teimum varð givið vald yvir fjórðinginum av jørðini – at drepa við svørði, hungri, pest og villdýrum jarðarinnar.
Opinberingin 6:9 Opinberingin
Táið tað læt upp fimta innsiglið, sá eg undir altarinum sálir teirra, ið dripin vóru fyri orðs Guds skuld og fyri vitnisburðarins skuld, ið tey høvdu.
Opinberingin 6:10 Opinberingin
Tey róptu við harðari rødd: „Harri, Tú heilagi og sannorðaði, hvussu leingi fert Tú at bíða at halda dóm og hevna blóð okkara á tey, sum á jørðini búgva?“
Opinberingin 6:11 Opinberingin
Og teimum vórðu givin – einum og hvørjum – síð, hvít klæði, og sagt varð við tey, at tey skuldu halda seg still stutta tíð enn – inntil tal samtænara og brøðra teirra varð fult – teirra, ið skuldu verða dripin eins og tey.
Opinberingin 6:12 Opinberingin
Eg sá tað lata upp sætta innsiglið. Tá varð stórur jarðskjálvti, sólin varð svørt sum syrgibúni, og mánin varð allur sum blóð.
Opinberingin 6:13 Opinberingin
Stjørnur himmalsins fullu niður á jørðina, eins og táið fikutræ, rist av nógvum vindi, kastar niður óstadnu fikur sínar.
Opinberingin 6:14 Opinberingin
Himmalin fór burtur eins og bókrulla, ið saman verður rullað, og hvørt fjall og hvør oyggj vórðu flutt úr staði.
Opinberingin 6:15 Opinberingin
Kongar jarðarinnar, stórmenninir, herhøvdingarnir, hinir ríku, hinir veldigu og hvør trælur og hvør frælsur – teir fjaldu seg í hellum og bergskorum.
Opinberingin 6:16 Opinberingin
Teir søgdu við fjøllini og hamrarnar: „Fallið yvir okkum og fjalið okkum fyri ásjón Hansara, sum í hásætinum situr, og fyri vreiði lambsins!
Opinberingin 6:17 Opinberingin
Tí stóri vreiðidagur teirra er komin, og hvør man fáa staðist!“
Opinberingin 13:1 Opinberingin
Eg sá nú dýr koma upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, á hornum sínum tíggju krúnur og á høvdum sínum nøvn gudsspottanar.
Opinberingin 13:2 Opinberingin
Dýrið, ið eg sá, líktist leopardi; føtur tess vóru sum føtur bjarnar, og muður tess sum leyvumuður. Drekin gav tí mátt sín, hásæti sítt og stórt vald.
Opinberingin 13:3 Opinberingin
Eg sá eitt av høvdum tess eins og sært til deyða; men ólívssár tess varð grøtt. Og øll jørðin fylgdi undrandi eftir dýrinum.
Opinberingin 13:4 Opinberingin
Tey tilbóðu drekan, tí hann hevði givið dýrinum vald, og tey tilbóðu dýrið og søgdu: „Hvør er dýrinum líkur, og hvør er mentur at berjast við tað!“
Opinberingin 13:5 Opinberingin
Muður varð tí givin, sum talaði stór orð og gudsspottanir, og tí varð givið vald at halda á 42 mánaðir.
Opinberingin 13:6 Opinberingin
Tað læt upp munn sín til spottanir móti Gudi, at spotta navn Hansara, bústað Hansara og tey, sum í Himli búgva.
Opinberingin 13:7 Opinberingin
Tí varð givið at berjast við hini heilagu – og sigra tey; og tí varð givið vald yvir hvørji ætt, hvørjum fólki, hvørjum tungumáli og hvørji tjóð.
Opinberingin 13:8 Opinberingin
Øll, ið á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, hvør tann, ið ikki, frá tí heimurin varð grundaður, hevur navn sítt skrivað í lívsbók lambsins, ið dripið er.
Opinberingin 13:9 Opinberingin
Hevur onkur oyra – hann hoyri!
Opinberingin 13:10 Opinberingin
Um onkur herleiðir – hann skal verða herleiddur; drepur onkur við svørði – hann skal verða dripin við svørði. – Her ræður um tol og trúgv hinna heilagra!
Opinberingin 13:11 Opinberingin
Eg sá nú annað dýr koma upp – úr jørðini; tað hevði tvey horn eins og lamb, og tað talaði sum dreki.
Opinberingin 13:12 Opinberingin
Tað útinnir alt vald hins fyrra dýrs – fyri eygum tess; og tað ger, at jørðin og tey, sum á henni búgva, tilbiðja hitt fyrra dýrið, hvørs ólívssár varð grøtt.
Opinberingin 13:13 Opinberingin
Tað ger stór tekin, so at tað enntá fær eld at falla niður av himli á jørðina fyri eygum menniskjanna.
Opinberingin 13:14 Opinberingin
Við teknunum, ið tí er givið at gera fyri eygum dýrsins, villleiðir tað tey, sum á jørðini búgva; tað sigur við tey, sum á jørðini búgva, at tey skulu gera mynd av dýrinum, ið fekk sárið av svørðinum – og livdi.
Opinberingin 13:15 Opinberingin
Tað fekk vald at geva mynd dýrsins anda, so at mynd dýrsins enntá kundi tala og gera, at øll, ið ikki vildu tilbiðja mynd dýrsins, skuldu verða dripin.
Opinberingin 13:16 Opinberingin
Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at lata seta sær merki á høgru hond ella á pannuna,
Opinberingin 13:17 Opinberingin
so at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, ið hevur merkið, navn dýrsins ella tal navns tess.
Opinberingin 13:18 Opinberingin
Her ræður um vísdóm! Tann, ið skil hevur, rokni út tal dýrsins! Tað er tal menniskja – tal tess er 666.