revelation
60 versir um "revelation"
Versir
Síða 2 av 2Opinberingin 13:9 Opinberingin
Hevur onkur oyra – hann hoyri!
Opinberingin 13:10 Opinberingin
Um onkur herleiðir – hann skal verða herleiddur; drepur onkur við svørði – hann skal verða dripin við svørði. – Her ræður um tol og trúgv hinna heilagra!
Opinberingin 13:11 Opinberingin
Eg sá nú annað dýr koma upp – úr jørðini; tað hevði tvey horn eins og lamb, og tað talaði sum dreki.
Opinberingin 13:12 Opinberingin
Tað útinnir alt vald hins fyrra dýrs – fyri eygum tess; og tað ger, at jørðin og tey, sum á henni búgva, tilbiðja hitt fyrra dýrið, hvørs ólívssár varð grøtt.
Opinberingin 13:13 Opinberingin
Tað ger stór tekin, so at tað enntá fær eld at falla niður av himli á jørðina fyri eygum menniskjanna.
Opinberingin 13:14 Opinberingin
Við teknunum, ið tí er givið at gera fyri eygum dýrsins, villleiðir tað tey, sum á jørðini búgva; tað sigur við tey, sum á jørðini búgva, at tey skulu gera mynd av dýrinum, ið fekk sárið av svørðinum – og livdi.
Opinberingin 13:15 Opinberingin
Tað fekk vald at geva mynd dýrsins anda, so at mynd dýrsins enntá kundi tala og gera, at øll, ið ikki vildu tilbiðja mynd dýrsins, skuldu verða dripin.
Opinberingin 13:16 Opinberingin
Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at lata seta sær merki á høgru hond ella á pannuna,
Opinberingin 13:17 Opinberingin
so at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, ið hevur merkið, navn dýrsins ella tal navns tess.
Opinberingin 13:18 Opinberingin
Her ræður um vísdóm! Tann, ið skil hevur, rokni út tal dýrsins! Tað er tal menniskja – tal tess er 666.