revelation
60 versir um "revelation"
Versir
Síða 1 av 2Matteus 5:8 Matteus
Sæl eru hini hjartareinu; tí tey skulu síggja Gud.
Matteus 16:17 Matteus
Tá svaraði Jesus honum: „Sælur ert tú, Símun, sonur Jónas! Tí hold og blóð hevur ikki opinberað tær hetta, men Faðir Mín, sum er í Himli.
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,
Opinberingin 1:2 Opinberingin
honum, sum hevur vitnað um orð Guds og vitnisburð Jesu Krists – alt, ið hann sá.
Opinberingin 1:3 Opinberingin
Sælur er hann, ið lesur, og sæl eru tey, sum hoyra profetorðið og varðveita tað, sum harí er skrivað; tí tíðin er nær.
Opinberingin 1:4 Opinberingin
Jóhannes – til hinar sjey samkomur í Asia. Náði veri við tykkum og friður, frá Honum, sum er, sum var, og sum kemur, frá hinum sjey andunum, ið framman fyri hásæti Hansara eru,
Opinberingin 1:5 Opinberingin
og frá Jesusi Kristi, hinum trúverda vitni, hinum frumborna av hinum deyðu og Harranum yvir kongum jarðarinnar – Honum, sum elskar okkum og hevur loyst okkum frá syndum okkara við blóði Sínum
Opinberingin 1:6 Opinberingin
og gjørt okkum til kongaríki, til prestar fyri Gudi og Faðir Sínum! Honum veri dýrd og máttur í aldur og allar ævir! Amen.
Opinberingin 1:7 Opinberingin
Hann kemur við skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja Hann, eisini teir, sum hava stungið Hann; og allar ættir jarðarinnar skulu gráta sárt yvir Honum. – Ja, amen!
Opinberingin 1:8 Opinberingin
Eg eri alfa og omega,* sigur Gud Harrin, Hann, sum er, sum var, og sum kemur, hin Alvaldi.
Opinberingin 1:9 Opinberingin
Eg, Jóhannes, sum eri bróðir tykkara og havi lut við tykkum í trongdini, ríkinum og tolinum í Jesusi, var í oynni, sum kallast Patmos, fyri orðs Guds skuld, og fyri vitnisburðar Jesu skuld.
Opinberingin 1:10 Opinberingin
Eg kom í burturrykking í andanum dag Harrans og hoyrdi aftan fyri meg harða rødd – eins og lúðrar – ið segði:
Opinberingin 1:11 Opinberingin
„Tað, sum tú sært, skriva tað í bók og send tað til hinar sjey samkomurnar, til Efesus, Smyrna, Pergamus, Týatira, Sardes, Filadelfia og Laodikea!“
Opinberingin 1:12 Opinberingin
Eg vendi mær á at síggja, hvat tað var fyri rødd, ið talaði við meg, og táið eg vendi mær, sá eg sjey ljósastakar av gulli
Opinberingin 1:13 Opinberingin
og millum ljósastakarnar ein, sum líktist menniskjasyni, klæddan í fótsíðan kyrtil og við gullbelti spentum um bróstið.
Opinberingin 1:14 Opinberingin
Høvd og hár Hansara vóru hvít, sum hvít ull, sum kavi, og eygu Hansara sum eldslogi.
Opinberingin 1:15 Opinberingin
Føtur Hansara líktust skínandi málmi, táið hann er gløddur í ovninum, og rødd Hansara var sum ljóð mangra vatna.
Opinberingin 1:16 Opinberingin
Í høgru hond hevði Hann sjey stjørnur; úr munni Hansara gekk út tvíeggjað, hvast svørð; og ásjón Hansara var sum sólin, táið hon skínur í kraft síni.
Opinberingin 1:17 Opinberingin
Táið eg sá Hann, fall eg sum deyður niður fyri føtur Hansara. Men Hann legði høgru hond Sína á meg og segði:
Opinberingin 1:18 Opinberingin
„Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti, hin síðsti og hin livandi. Eg var deyður, men hygg, Eg eri livandi í aldur og allar ævir! Eg havi lyklar deyðans og deyðaríkisins.
Opinberingin 1:19 Opinberingin
Skriva tí tað, sum tú sást, bæði tað, sum er, og tað, sum henda skal hereftir,
Opinberingin 1:20 Opinberingin
loyndarmálið um hinar sjey stjørnurnar, sum tú sást í høgru hond Míni, og hinar sjey ljósastakarnar av gulli! – Stjørnurnar sjey eru einglar hinna sjey samkoma, og ljósastakarnir sjey eru sjey samkomur.“
Opinberingin 10:1 Opinberingin
Eg sá nú annan veldigan eingil koma niður av Himli. Hann var sveipaður í skýggj, ælabogin var á høvdi hansara, andlit hansara var sum sólin, og føtur hansara vóru sum eldstólpar.
Opinberingin 10:2 Opinberingin
Í hondini hevði hann lítla, opna bókrullu. Hann setti høgra fót á havið og vinstra á jørðina.
Opinberingin 10:3 Opinberingin
Hann rópti hart, sum leyva brølar, og táið hann hevði rópt, lótu hinar sjey torurnar røddir sínar hoyrast.
Opinberingin 10:4 Opinberingin
Táið hinar sjey torurnar høvdu talað, skuldi eg fara at skriva; men eg hoyrdi rødd av Himli siga: „Innsigla tað, sum hinar sjey torurnar talaðu, skriva tað ikki upp!“
Opinberingin 10:5 Opinberingin
Eingilin, ið eg sá standa á havinum og jørðini, lyfti høgru hond móti himli
Opinberingin 10:6 Opinberingin
og svór um Hann, sum livir í aldur og allar ævir, Hann, sum hevur skapt himmalin og tað, sum honum er í, jørðina og tað, sum henni er á, og havið og tað, sum tí er í, at eingin tíð skal verða givin meir,
Opinberingin 10:7 Opinberingin
men at á teimum døgum, táið rødd hins sjeynda eingils ljóðar – táið hann blæsur í lúður – er dulda ráð Guds fullført, eins og Hann hevur kunngjørt tænarum Sínum profetunum tað.
Opinberingin 10:8 Opinberingin
Røddin, ið eg hevði hoyrt av Himli, talaði aftur við meg og segði: „Far og tak hina lítlu, opnu bókrullu, sum er í hond eingilsins, ið stendur á havinum og jørðini!“
Opinberingin 10:9 Opinberingin
Eg fór tá yvir til eingilin og segði við hann, at hann skuldi geva mær hina lítlu bókrulluna. Hann segði við meg: „Tak hana og et hana! Hon skal volda pínu í búkinum; men í munni tínum skal hon vera søt sum hunangur.“
Opinberingin 10:10 Opinberingin
Eg tók tá hina lítlu bókrulluna úr hond eingilsins og át hana; hon var í munni mínum søt sum hunangur, men táið eg hevði etið hana, kendi eg pínu í búkinum.
Opinberingin 10:11 Opinberingin
Sagt varð við meg: „Tú skalt aftur profetera um mong fólk, mangar tjóðir, mong tungumál og mangar kongar.“
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Efesusbrævið 1:17 Efesusbrævið
at Gud Harra okkara Jesu Krists, Faðir dýrdarinnar, skal geva tykkum Anda vísdóms og opinberingar til kunnskap um Seg
Efesusbrævið 1:18 Efesusbrævið
og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, ið Hann hevur kallað tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur Hansara er millum hini heilagu,
Efesusbrævið 1:19 Efesusbrævið
og hvussu ómetaliga stór kraft Hansara er á okkum, sum trúgva – soleiðis sum veldiga styrki Hansara virkar,
Hebrearabrævið 1:1 Hebrearabrævið
Eftir at Gud forðum mangan og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar við profetunum, hevur Hann við endan á hesum døgum talað til okkara við Syninum,
Opinberingin 19:6 Opinberingin
Eg hoyrdi eins og ljóð av stórum skara – eins og ljóð mangra vatna og eins og ljóðið av sterkum torum; tey søgdu: „Halleluja! Harrin Gud hin Alvaldi er vorðin kongur!
Opinberingin 19:7 Opinberingin
Latið okkum gleðast og fegnast og geva Honum dýrdina! Tí brúdleyp lambsins er komið, og brúður Hansara hevur gjørt seg til.
Opinberingin 19:8 Opinberingin
Henni er givið at lata seg í fínt línklæði, reint og skínandi!“ – Línklæðið er rættvísiverk hinna heilagra.
Matteus 6:10 Matteus
Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!
Opinberingin 13:1 Opinberingin
Eg sá nú dýr koma upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, á hornum sínum tíggju krúnur og á høvdum sínum nøvn gudsspottanar.
Opinberingin 13:2 Opinberingin
Dýrið, ið eg sá, líktist leopardi; føtur tess vóru sum føtur bjarnar, og muður tess sum leyvumuður. Drekin gav tí mátt sín, hásæti sítt og stórt vald.
Opinberingin 13:3 Opinberingin
Eg sá eitt av høvdum tess eins og sært til deyða; men ólívssár tess varð grøtt. Og øll jørðin fylgdi undrandi eftir dýrinum.
Opinberingin 13:4 Opinberingin
Tey tilbóðu drekan, tí hann hevði givið dýrinum vald, og tey tilbóðu dýrið og søgdu: „Hvør er dýrinum líkur, og hvør er mentur at berjast við tað!“
Opinberingin 13:5 Opinberingin
Muður varð tí givin, sum talaði stór orð og gudsspottanir, og tí varð givið vald at halda á 42 mánaðir.
Opinberingin 13:6 Opinberingin
Tað læt upp munn sín til spottanir móti Gudi, at spotta navn Hansara, bústað Hansara og tey, sum í Himli búgva.
Opinberingin 13:7 Opinberingin
Tí varð givið at berjast við hini heilagu – og sigra tey; og tí varð givið vald yvir hvørji ætt, hvørjum fólki, hvørjum tungumáli og hvørji tjóð.
Opinberingin 13:8 Opinberingin
Øll, ið á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, hvør tann, ið ikki, frá tí heimurin varð grundaður, hevur navn sítt skrivað í lívsbók lambsins, ið dripið er.