resurrection of christ

120 versir um "resurrection of christ"

Versir

Síða 1 av 3
Fyrra Pætursbrævið 1:3 Fyrra Pætursbrævið

Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum eftir stóru miskunn Síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu

4
Lukas 24:1 Lukas

Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga, í lýsingini, komu tær til grøvina og høvdu við sær hinar angandi urtirnar, ið tær høvdu gjørt til.

3
Lukas 24:2 Lukas

Og tær funnu steinin veltan frá grøvini.

3
Lukas 24:3 Lukas

Táið tær so fóru inn í hana, funnu tær ikki likam Harrans Jesusar.

3
Lukas 24:4 Lukas

Táið tær nú ikki vistu, hvat tær skuldu hugsa um hetta, stóðu hjá teimum tveir menn í skínandi klæðum.

3
Lukas 24:5 Lukas

Tær ræddust og boygdu andlit síni móti jørðini. Men teir søgdu við tær: „Hví leita tit eftir hinum livandi millum hini deyðu!

3
Lukas 24:6 Lukas

Hann er ikki her, Hann er risin upp; minnist tað, ið Hann talaði til tykkara, meðan Hann enn var í Galilea, hvussu Hann segði,

3
Lukas 24:7 Lukas

at Menniskjasonurin skuldi verða givin syndigum menniskjum upp í hendur og verða krossfestur og rísa upp aftur triðja dagin!“

3
Lukas 24:8 Lukas

Tá mintust tær orð Hansara.

3
Lukas 24:9 Lukas

Tær fóru nú avstað aftur frá grøvini og søgdu alt hetta fyri hinum ellivu og fyri øllum hinum.

3
Lukas 24:10 Lukas

Tað vóru Maria Magdalena, Jóhanna og Maria, móðir Jákup, og hinar kvinnurnar við teimum; tær søgdu ápostlunum hetta.

3
Lukas 24:11 Lukas

Men orð teirra tyktust teimum at vera leyst tos; teir trúðu teimum ikki.

3
Lukas 24:12 Lukas

Men Pætur reistist og leyp út til grøvina, og táið hann bukkaði seg niður, sá hann einki uttan línklæðini liggja har; hann fór tá aftur til hús í undran um tað, ið hent hevði.

3
Lukas 24:13 Lukas

Tveir av teimum fóru sama dagin til bygd, ið æt Emmaus og var 60 stadiur frá Jerusalem.

3
Lukas 24:14 Lukas

Teir tosaðu hvør við annan um alt hetta, ið hent hevði.

3
Lukas 24:15 Lukas

Meðan teir nú tosaðu saman og spurdu hvør annan, kom Jesus sjálvur til teirra og fylgdist við teimum.

3
Lukas 24:16 Lukas

Men eygu teirra vórðu hildin aftur, so teir kendu Hann ikki.

3
Lukas 24:17 Lukas

Hann segði við teir: „Hvat er tað, tit tosa um hvør við annan, meðan tit ganga?“ Og teir stóðu sorgarfullir.

3
Lukas 24:18 Lukas

Annar teirra – hann æt Kleopas – svaraði Honum: „Ert Tú einsamallur so fremmandur í Jerusalem, at Tú veitst ikki, hvat har hevur hent hesar dagar?“

3
Lukas 24:19 Lukas

Hann spurdi teir: „Hvat tá?“ Teir svaraðu Honum: „Tað við Jesusi úr Nazaret, sum var profetur, mektigur í verki og orði fyri Gudi og øllum fólkinum,

3
Lukas 24:20 Lukas

og hvussu høvuðsprestarnir og ráðharrar okkara hava givið Hann upp til deyðadóm og krossfest Hann.

3
Lukas 24:21 Lukas

Vit vónaðu, at Hann var tann, ið skuldi endurloysa Ísrael; men tó – oman á alt hetta er í dag triði dagurin, síðani hetta hendi.

3
Lukas 24:22 Lukas

So hava eisini nakrar av kvinnum okkara gjørt okkum ovfarnar. Tær vóru tíðliga í morgun við grøvina

3
Lukas 24:23 Lukas

og funnu ikki likam Hansara; so komu tær og søgdu, at tær høvdu sæð sjón – einglar, sum høvdu sagt, at Hann livir.

3
Lukas 24:24 Lukas

Nakrir av teimum, ið við okkum vóru, fóru tá út til grøvina og funnu tað so, sum kvinnurnar høvdu sagt; men Hann sóu teir ikki.“

3
Lukas 24:25 Lukas

Tá segði Hann við teir: „Tit lítið hugsandi og trekhjartaðu at trúgva øllum tí, ið profetarnir hava talað!

3
Lukas 24:26 Lukas

Átti Kristus ikki at líða hetta og so fara inn til dýrd Sína!“

3
Lukas 24:27 Lukas

Hann byrjaði nú frá Mósesi og frá øllum profetunum og útlegði fyri teimum tað, sum í øllum skriftunum var sagt um Hann.

3
Lukas 24:28 Lukas

Nú nærkaðust teir bygdini, ið teir fóru til, og Hann lætst, sum Hann ætlaði Sær longur.

3
Lukas 24:29 Lukas

Tá noyddu teir Hann og søgdu: „Verð hjá okkum, tí tað líður at kvøldi, og dagurin hallar!“ Tá fór Hann inn at vera hjá teimum.

3
Lukas 24:30 Lukas

Táið Hann so sat til borðs við teimum, tók Hann breyðið, signaði og breyt tað og gav teimum.

3
Lukas 24:31 Lukas

Tá vórðu eygu teirra latin upp, og teir kendu Hann; men so hvarv Hann teimum úr sjón.

3
Lukas 24:32 Lukas

Teir søgdu nú hvør við annan: „Brann ikki hjartað í okkum, táið Hann talaði við okkum á vegnum og læt okkum upp skriftirnar!“

3
Lukas 24:33 Lukas

Og teir reistust í sama tíma og fóru aftur til Jerusalem; har funnu teir hinar ellivu savnaðar, og teir, ið við teimum vóru. Teir søgdu:

3
Lukas 24:34 Lukas

„Tað er satt, at Harrin er risin upp – Hann er sæddur av Símuni!“

3
Lukas 24:35 Lukas

Tá søgdu teir frá tí, sum hent hevði á vegnum, og hvussu Hann varð kendur av teimum, táið Hann breyt breyðið.

3
Lukas 24:36 Lukas

Meðan teir nú tosaðu um hetta, stóð Hann sjálvur mitt ímillum teirra; og Hann segði við teir: „Friður veri við tykkum!“

3
Lukas 24:37 Lukas

Tá óttaðust teir og ræddust og hildu, at tað var anda, teir sóu.

3
Lukas 24:38 Lukas

Men Hann segði við teir: „Hví ræðast tit, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara?

3
Lukas 24:39 Lukas

Hyggið hendur Mínar og føtur Mínir, at tað eri Eg sjálvur! Nemið við Meg og síggið! Andi hevur jú ikki hold og bein, sum tit síggja, Eg havi!“

3
Lukas 24:40 Lukas

Táið Hann hevði sagt hetta, vísti Hann teimum hendur Sínar og føtur Sínar.

3
Lukas 24:41 Lukas

Og táið teir ikki trúðu enn – fyri gleði – og undraðust, segði Hann við teir: „Hava tit okkurt etandi her?“

3
Lukas 24:42 Lukas

Tá góvu teir Honum stykki av steiktum fiski og nakað av hunangskøku.

3
Lukas 24:43 Lukas

Hann tók tað og át tað fyri eygum teirra.

3
Lukas 24:44 Lukas

Og Hann segði við teir: „Hetta eru orð Míni, sum Eg talaði við tykkum, meðan Eg enn var hjá tykkum, at alt mátti ganga út, sum skrivað er um Meg í Móselóg, profetunum og sálmunum.“

3
Lukas 24:45 Lukas

So læt Hann upp vit teirra, so teir skiltu skriftirnar.

3
Lukas 24:46 Lukas

Og Hann segði við teir: „So er skrivað, at Kristus skuldi líða og triðja dagin rísa upp frá hinum deyðu,

3
Lukas 24:47 Lukas

og at í navni Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædikað fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerusalem.

3
Lukas 24:48 Lukas

Tit eru vitni um hetta.

3
Lukas 24:49 Lukas

Og Eg sendi yvir tykkum tað, sum Faðir Mín hevur lovað; men tit skulu verða í staðnum, inntil tit verða latnir í kraft av hæddini.“

3