restitution
62 versir um "restitution"
Versir
Síða 2 av 2Triðja Mósebók 6:6 Triðja Mósebók
– Eldurin skal brenna á altarinum samt og javnt; hann má aldri kólna út.
Triðja Mósebók 6:7 Triðja Mósebók
Hetta er lógin um matofrið: Synir Áron skulu bera tað fram fyri ásjón HARRANS, fram at altarinum.
Fjórða Mósebók 5:6 Fjórða Mósebók
„Sig við Ísraelsmenn: „Táið maður ella kvinna ger onkra av syndunum, ið menniskju gera, og ber seg trúleyst at móti HARRANUM, og hesin persónur soleiðis dregur skyld oman yvir seg,
Fjórða Mósebók 5:7 Fjórða Mósebók
so skal hann játta syndina, ið hann hevur gjørt, og lata tað, ið hann við órætti hevur tikið, aftur við fullum virði og leggja fimting aftrat; hann skal lata tann fáa tað, sum hann hevur syndað ímóti.
Matteus 26:52 Matteus
Tá segði Jesus við hann: „Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði.
Matteus 26:53 Matteus
Ella heldur tú, Eg kundi ikki biðið Faðir Mín, og Hann nú hevði sent Mær meir enn tólv legiónir av einglum!
Matteus 26:54 Matteus
Hvussu skuldu tá skriftirnar gingið út, at so eigur at verða!“
Lukas 10:27 Lukas
Hann svaraði: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av øllum huga tínum, og næsta tín sum teg sjálvan.““
Ápostlasøgan 3:21 Ápostlasøgan
sum Himmalin skal hýsa, inntil tær tíðir táið alt verður endurreist, sum Gud hevur talað um við munni heilagra profeta Sína frá upphavi.
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.