resting
7 versir um "resting"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 2:2 Fyrsta Mósebók
Sjeynda dagin fullførdi Gud verkið, ið Hann hevði gjørt; og Hann hvíldi sjeynda dagin frá øllum verkinum, ið Hann hevði gjørt.
Matteus 11:28 Matteus
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Hebrearabrævið 4:9 Hebrearabrævið
So stendur tá fólki Guds sabbatshvíla eftir.
Hebrearabrævið 4:10 Hebrearabrævið
Tann, ið komin er inn til hvílu Hansara, hevur eisini fingið hvílu eftir verk síni, eins og Gud eftir Síni.
Hebrearabrævið 4:11 Hebrearabrævið
Latið okkum tí gera okkum ómak fyri at koma inn til ta hvílu, so eingin skal falla við sama ólýdni, sum tey góvu dømi um!
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.