respect the wife
37 versir um "respect the wife"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 3:7 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!
Kolossibrævið 3:19 Kolossibrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær!
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Fyrra Korintbrævið 13:5 Fyrra Korintbrævið
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
Fyrra Korintbrævið 13:6 Fyrra Korintbrævið
hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
Fyrra Korintbrævið 13:7 Fyrra Korintbrævið
hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
Efesusbrævið 5:25 Efesusbrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,
Efesusbrævið 5:33 Efesusbrævið
Tó skal eisini ein og hvør tykkara elska konu sína sum seg sjálvan. Og konan skal vísa manninum virðing.
Orðtøkini 31:10 Orðtøkini
Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd!
Orðtøkini 31:11 Orðtøkini
Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur trýtur ikki.
Orðtøkini 31:12 Orðtøkini
Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar.
Orðtøkini 31:13 Orðtøkini
Hon sær til at fáa ull og lín, og hendur hennara arbeiða hugaliga.
Orðtøkini 31:14 Orðtøkini
Hon er sum skip keypmansins: Langa leið fer hon eftir breyði sínum.
Orðtøkini 31:15 Orðtøkini
Hon fer upp fyri lýsing og gevur húsfólki sínum mat og gentum sínum setning fyri dagin.
Orðtøkini 31:16 Orðtøkini
Hon hevur í huga at fáa nakað av jørð – og fær hana; hon plantar víngarð fyri tað, ið hon hevur vunnið við hondum sínum.
Orðtøkini 31:17 Orðtøkini
Kraft bindur hon sær sum belti um lendarnar og ger armar sínar sterkar.
Orðtøkini 31:18 Orðtøkini
Hon sær, at húshald hennara gongur væl; lampa hennara sløknar ikki um náttina.
Orðtøkini 31:19 Orðtøkini
Hon rættir út hendurnar eftir rokkinum, fingrar hennara taka um snælduna.
Orðtøkini 31:20 Orðtøkini
Hon rættir hinum neyðstadda hondina, rættir út armarnar móti hinum fátæka.
Orðtøkini 31:21 Orðtøkini
Hon er ikki rædd um hús sítt, um so kavi er; tí alt hús hennara er klætt í skarlak.
Orðtøkini 31:22 Orðtøkini
Teppi ger hon sær; fínt lín og purpur er klædningur hennara.
Orðtøkini 31:23 Orðtøkini
Maður hennara er kendur í býportrunum, táið hann situr saman við hinum elstu í landinum.
Orðtøkini 31:24 Orðtøkini
Línskjúrtur ger hon og selur tær, og belti letur hon til keypmannin.
Orðtøkini 31:25 Orðtøkini
Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.
Orðtøkini 31:26 Orðtøkini
Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara.
Orðtøkini 31:27 Orðtøkini
Hon hevur eyga við, hvussu gongur í húsi hennara, og letibreyð etur hon ikki.
Orðtøkini 31:28 Orðtøkini
Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni:
Orðtøkini 31:29 Orðtøkini
„Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær!“
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini
Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.
Orðtøkini 31:31 Orðtøkini
Lat hana fáa ávøkst handa hennara, og verk hennara skulu prísa henni í býportrunum!
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið
Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók
Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Orðtøkini 18:22 Orðtøkini
Tann, ið hevur funnið konu, hevur funnið lukkuna og fingið náðigávu frá HARRANUM.
Malakias 2:14 Malakias
– Tit spyrja: „Hví?“ Tí HARRIN hevur verið vitni millum teg og konu ungdóms tíns, sum tú hevur verið trúleysur við, tóat hon er maki tín, ektakona tín!
Malakias 2:15 Malakias
„Men hevur ikki ein* gjørt so og ikki doyð kortini!“ – Men hvat gjørdi hesin eini! Hann vildi fáa ættina, ið Gud hevði lovað honum;** men tit skulu varða lív tykkara, og konu ungdóms tíns mást tú ikki vera trúleysur.
Malakias 2:16 Malakias
Tí Eg hati skilnaðarsótt – sigur HARRIN Gud Ísraels; við henni sveipar ein yvirgang um klæði síni – sigur HARRIN Gud herskaranna. Aktið tí eftir anda tykkara og verið ikki trúleysir!
Kolossibrævið 3:8 Kolossibrævið
Men nú skulu eisini tit leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð, skammiligt tos av munni tykkara.