respect of person is sin

77 versir um "respect of person is sin"

Versir

Síða 2 av 2
Jóhannes 1:25 Jóhannes

Teir spurdu hann nú: „Hví doypir tú tá, táið tú ikki ert Kristus, ei heldur Elias, ei heldur profeturin?“

4
Jóhannes 1:26 Jóhannes

Jóhannes svaraði teimum: „Eg doypi í vatni; mitt ímillum tykkara stendur tann, sum tit kenna ikki,

4
Jóhannes 1:27 Jóhannes

Hann, sum kemur eftir meg, og sum eg ikki eri verdigur at loysa skóreimina hjá.“

4
Jóhannes 1:28 Jóhannes

Hetta hendi í Betania hinumegin Jordan, har sum Jóhannes doypti.

4
Jóhannes 1:29 Jóhannes

Dagin eftir sá hann Jesus koma til sín og segði: „Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins!

4
Jóhannes 1:30 Jóhannes

Hesin er tann, sum eg segði um: „Eftir meg kemur maður, sum er komin undan mær; tí Hann var, áðrenn eg.“

4
Jóhannes 1:31 Jóhannes

Eg kendi Hann ikki; men fyri at Hann skuldi verða Ísrael opinberaður, eri eg komin og doypi í vatni.“

4
Jóhannes 1:32 Jóhannes

Og Jóhannes vitnaði og segði: „Eg havi sæð Andan dala niður av Himli sum dúvu, og Hann varð verandi yvir Honum.

4
Jóhannes 1:33 Jóhannes

Eg kendi Hann ikki; men tann, sum sendi meg at doypa í vatni, segði við meg: „Tann, sum tú sært Andan dala niður yvir og verða verandi yvir, er tann, sum doypir í Heilaga Andanum.“

4
Jóhannes 1:34 Jóhannes

Og eg havi sæð tað, og eg havi vitnað, at hesin er Sonur Guds.“

4
Jóhannes 1:35 Jóhannes

Dagin eftir stóð Jóhannes aftur har, og tveir lærisveinar hansara.

4
Jóhannes 1:36 Jóhannes

Hann hugdi á Jesus, sum kom gangandi, og segði: „Hygg lamb Guds!“

4
Jóhannes 1:37 Jóhannes

Lærisveinarnir báðir hoyrdu orð hansara, og teir fóru aftan á Jesusi.

4
Jóhannes 1:38 Jóhannes

Tá vendi Jesus Sær á; og táið Hann sá teir koma aftan á Sær, segði Hann við teir:

4
Jóhannes 1:39 Jóhannes

„Hvat vilja tit?“ Teir svaraðu Honum: „Rabbi“ (sum útlagt er: Meistari), „hvar hevur Tú tilhald?“

4
Jóhannes 1:40 Jóhannes

Hann segði við teir: „Komið og síggið!“ Teir komu tá og sóu, hvar Hann hevði tilhald, og teir vórðu hjá Honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíman.

4
Jóhannes 1:41 Jóhannes

Annar av teimum báðum, ið hoyrdu tað, sum Jóhannes segði, og fóru aftan á Jesusi, var Andrias, bróðir Símun Pætur.

4
Jóhannes 1:42 Jóhannes

Hann hitti fyrst bróður sín, Símun, og segði við hann: „Vit hava funnið Messias“ (tað er útlagt: Kristus).

4
Jóhannes 1:43 Jóhannes

Og hann fór til Jesus við honum. Jesus hugdi upp á hann og segði: „Tú ert Símun, sonur Jóhannes; tú skalt eita Kefas“ (tað er útlagt: Petrus).

4
Jóhannes 1:44 Jóhannes

Dagin eftir ætlaði Hann at fara haðani til Galilea, og Hann hitti Filip. Jesus segði við hann: „Fylg Mær!“

4
Jóhannes 1:45 Jóhannes

Filip var úr Betsaida, býnum, sum Andrias og Pætur vóru úr.

4
Jóhannes 1:46 Jóhannes

Filip hitti Natanael og segði við hann: „Vit hava funnið Hann, sum Móses hevur skrivað um í lógini, og profetarnir við, Jesus, son Jósef, úr Nazaret!“

4
Jóhannes 1:47 Jóhannes

Natanael segði við hann: „Kann nakað gott vera úr Nazaret?“ Filip svaraði honum: „Kom og síggj!“

4
Jóhannes 1:48 Jóhannes

Jesus sá Natanael koma til Sín, og segði um hann: „Hygg, hetta er sanniliga Ísraelsmaður, sum ikki er svik í!“

4
Jóhannes 1:49 Jóhannes

Natanael spurdi Hann: „Hvaðani kennir Tú meg?“ Jesus svaraði honum: „Áðrenn Filip rópti teg, sá Eg teg – meðan tú vart undir fikutrænum.“

4
Jóhannes 1:50 Jóhannes

Natanael svaraði Honum: „Rabbi, Tú ert Sonur Guds, Tú ert kongur Ísraels!“

4
Jóhannes 1:51 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Trýrt tú, fyri tað at Eg segði við teg, at Eg sá teg undir fikutrænum? Tú skalt fáa at síggja tað, ið størri er enn hetta!“

4