resolving conflicts
43 versir um "resolving conflicts"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 18:15 Matteus
Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.
Matteus 18:16 Matteus
Men lurtar hann ikki eftir tær, so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at „hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna“!
Matteus 18:17 Matteus
Lurtar hann nú ikki eftir teimum, so sig tað við samkomuna! Og lurtar hann ikki eftir samkomuni heldur, skal hann vera tær sum heidningur og tollari.
Matteus 5:9 Matteus
Sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds.
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið
Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.
Orðtøkini 15:1 Orðtøkini
Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.
Matteus 5:23 Matteus
Um tær tí kemur í hug, táið tú bert fram gávu tína á altarið, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær,
Matteus 5:24 Matteus
lat tá gávu tína liggja har framman fyri altarið og far og verð fyrst samdur við bróður tín – kom so og ber fram gávu tína!
Matteus 18:1 Matteus
Í somu stund komu lærisveinarnir til Jesus og søgdu: „Hvør er nú hin størsti í ríki Himmiríkis?“
Matteus 18:2 Matteus
Tá rópti Hann lítið barn til Sín, læt tað standa mitt ímillum teirra
Matteus 18:3 Matteus
og segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Venda tit ikki við og verða sum børn, koma tit als ikki inn í ríki Himmiríkis.
Matteus 18:4 Matteus
Tann, sum tí ger seg lítlan sum hetta barn, er hin størsti í ríki Himmiríkis.
Matteus 18:5 Matteus
Og tann, sum tekur ímóti bert einum slíkum barni í navni Mínum, tekur ímóti Mær.
Matteus 18:6 Matteus
Men tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva á Meg, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð søktur í djúp havsins.
Matteus 18:7 Matteus
Vei heiminum fyri tað, sum voldir fall! Tí víst er tað so, at tað, sum voldir fall, má koma; men vei tí menniskja, sum tað, ið voldir fall, kemur við!
Matteus 18:8 Matteus
Um hond ella fótur tín freistar teg, so høgg tað av og kasta tað frá tær! Tað er tær betri at fara lamin ella krypil inn til lívið enn at hava tvær hendur og tveir føtur og verða kastaður í hin æviga eld.
Matteus 18:9 Matteus
Og um eyga títt freistar teg, so rív tað út og kasta tað frá tær! Tað er tær betri at fara einoygdur inn til lívið enn at hava tvey eygu og verða kastaður í eld Helvitis.
Matteus 18:10 Matteus
Síggið til, at tit ongan av hesum smáu vanvirða! Tí Eg sigi tykkum, at einglar teirra í Himli síggja altíð andlit Faðirs Míns, sum í Himli er.
Matteus 18:11 Matteus
Tí Menniskjasonurin er komin at frelsa tað, sum fortapt var.
Matteus 18:12 Matteus
Hvat halda tit? Um maður eigur 100 seyðir, og ein teirra villist burtur, fer hann tá ikki frá hinum 99 og fer í fjøllini at leita eftir honum, ið burtvilstur er!
Matteus 18:13 Matteus
Og hendir tað, at hann finnur hann – sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann er glaðari um hann enn um hinar 99, ið ikki viltust burtur.
Matteus 18:14 Matteus
Soleiðis er tað ikki vilji Faðirs tykkara, sum í Himli er, at so mikið sum eitt av hesum smáu skal fortapast.
Matteus 18:18 Matteus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt, ið tit binda á jørðini, skal vera bundið í Himli; og alt, ið tit loysa á jørðini, skal vera loyst í Himli.
Matteus 18:19 Matteus
Uppaftur sigi Eg tykkum: Verða tveir tykkara á jørðini samsintir um at biðja um okkurt – veri, hvat tað vera má – tað skal verða teimum givið av Faðir Mínum, sum í Himli er.
Matteus 18:20 Matteus
Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra.“
Matteus 18:21 Matteus
Tá steig Pætur fram og segði við Hann: „Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær? So mikið sum sjey ferðir?“
Matteus 18:22 Matteus
Jesus svaraði honum: „Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.
Matteus 18:23 Matteus
Tí er ríki Himmiríkis at líkna við kong, ið skuldi halda roknskap við tænarar sínar.
Matteus 18:24 Matteus
Og táið hann fór at gera upp, varð ein, ið skyldaði 10000 talentir, førdur fram fyri hann.
Matteus 18:25 Matteus
Og við tað at hann einki átti at rinda við, beyð harri hansara, at hann og kona og børn hansara og alt, ið hann átti, skuldi seljast, og at rindast skuldi.
Matteus 18:26 Matteus
Tá fall tænarin niður fyri honum, bønaði hann og segði: „Harri, hav tol við mær, so skal eg gjalda tær alt!“
Matteus 18:27 Matteus
Tá tykti harranum hjá hesum tænara hjartaliga synd í honum, og hann gav hann leysan og gav honum skuldina eftir.
Matteus 18:28 Matteus
Men táið hesin sami tænari fór út, hitti hann ein samtænara sín, sum skyldaði honum 100 denarar. Hann legði tá hond á hann, tók um kvørkrar hansara og segði: „Rinda tað, ið tú skyldar!“
Matteus 18:29 Matteus
Tá fall hesin samtænari hansara niður fyri honum, bað hann og segði: „Hav tol við mær, so skal eg gjalda tær!“
Matteus 18:30 Matteus
Men hann vildi ikki, men fór og læt hann seta fastan, inntil hann rindaði tað, sum hann skyldaði.
Matteus 18:31 Matteus
Táið nú samtænarar hansara sóu tilgongdina, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá, hvussu vorðið var.
Matteus 18:32 Matteus
Tá kallaði harri hansara hann fyri seg og segði við hann: „Óndi tænari tín! Alla hasa skuld gav eg tær eftir, tí tú baðst meg.
Matteus 18:33 Matteus
Sømdi nú ikki eisini tær at miskunna samtænara tínum, eins og eg miskunnaði tær!“
Matteus 18:34 Matteus
Og harri hansara varð illur og læt hann bøðlunum í hendur, inntil hann rindaði alt, ið hann skyldaði honum.
Matteus 18:35 Matteus
Soleiðis skal eisini himmalski Faðir Mín gera við tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva, ein og hvør bróður sínum.“
Lukas 6:27 Lukas
Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum,
Efesusbrævið 4:26 Efesusbrævið
Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara –
Efesusbrævið 4:27 Efesusbrævið
og gevið ikki Djevulinum rúm!