repenance
23 versir um "repenance"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 17:30 Ápostlasøgan
Eftir at Gud tá hevur havt tol við tíðum vankunnleikans, gevur Hann nú menniskjunum tað boð, at tey øll allastaðni skulu venda við.
Rómverjabrævið 10:10 Rómverjabrævið
Tí við hjartanum trýr ein – til rættvísi; og við munninum játtar ein – til frelsu.
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið
Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.
Fyrra Korintbrævið 6:9 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,
Hebrearabrævið 2:1 Hebrearabrævið
Tí mugu vit so mikið meiri akta eftir tí, sum vit hava hoyrt, so vit reka ikki burtur frá tí.
Hebrearabrævið 2:2 Hebrearabrævið
Tí stóð orðið fast, sum talað var við einglum, so at hvørt brot og ólýdni fekk uppibornu løn sína,
Hebrearabrævið 2:3 Hebrearabrævið
hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit skoyta ikki um so stóra frelsu, sum jú fyrst varð kunngjørd við Harranum og síðani staðfest okkum av teimum, ið høvdu hoyrt Hann,
Hebrearabrævið 2:4 Hebrearabrævið
við tað at Gud vitnaði við, bæði við teknum, undrum og fjølbroyttum kraftargerðum og við at geva Heilaga Andan eftir vilja Sínum!
Hebrearabrævið 2:5 Hebrearabrævið
Tí tað var ikki undir einglar, Hann legði hin komandi heim, ið vit tala um.
Hebrearabrævið 2:6 Hebrearabrævið
Men ein hevur einastaðni vitnað soleiðis: „Hvat er menniskjað, at Tær kemur tað í hug, ella menniskjasonur, at Tú vitjar hann!
Hebrearabrævið 2:7 Hebrearabrævið
Stutta tíð lætst Tú Hann vera lægri enn einglarnar; so krýndi Tú Hann við dýrd og heiðuri;
Hebrearabrævið 2:8 Hebrearabrævið
alt legði Tú undir føtur Hansara.“ – Tí táið Hann legði alt undir hann, undantók Hann einki frá at vera honum undirlagt; men nú síggja vit ikki alt vera honum undirlagt enn.
Hebrearabrævið 2:9 Hebrearabrævið
Men Hann, sum stutta tíð varð gjørdur lægri enn einglarnir – Jesus – Hann síggja vit, fyri tað at Hann leið deyðan, krýndan við dýrd og heiðuri, so Hann av náði Guds skal hava smakkað deyðan fyri øll.
Hebrearabrævið 2:10 Hebrearabrævið
Tí tað sømdi Honum, fyri hvørs skuld alt er til, og við hvørjum alt er til, táið Hann førdi mong børn til dýrd, at fullkoma upphavsmann frelsu teirra við líðingum.
Hebrearabrævið 2:11 Hebrearabrævið
Tí bæði Hann, ið halgar, og tey, sum halgað verða, eru øll av einum; tí skammast Hann ikki við at kalla teir brøður;
Hebrearabrævið 2:12 Hebrearabrævið
Hann sigur jú: „Eg skal kunngera brøðrum Mínum navn Títt; mitt í samkomuni skal Eg prísa Tær“,
Hebrearabrævið 2:13 Hebrearabrævið
og framvegis: „Eg skal líta á Hann“, og framvegis: „Hygg, her eri Eg og børnini, ið Gud hevur givið Mær!“
Hebrearabrævið 2:14 Hebrearabrævið
Við tað at nú børnini hava lut í blóði og holdi, fekk eisini Hann á sama hátt lut í tí, fyri at Hann við deyðanum skuldi gera hann til einkis, sum hevur veldi deyðans – tað er Djevulin –
Hebrearabrævið 2:15 Hebrearabrævið
og gera øll tey frí, sum av ræðslu fyri deyðanum vóru í trældómi alla lívstíð sína.
Hebrearabrævið 2:16 Hebrearabrævið
Tað er jú ikki einglum, Hann tekur Sær av, men avkomi Ábrahams tekur Hann Sær av.
Hebrearabrævið 2:17 Hebrearabrævið
Tí mátti Hann í øllum verða brøðrum Sínum líkur, so Hann kundi verða miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur fyri Gudi at gera bót fyri syndir fólksins.
Hebrearabrævið 2:18 Hebrearabrævið
Tí við tað at Hann sjálvur hevur liðið, kann Hann – sum tann, ið sjálvur er freistaður – koma teimum til hjálpar, sum freistað verða.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki.