repeating sin
36 versir um "repeating sin"
Versir
Síða 1 av 1Hebrearabrævið 10:26 Hebrearabrævið
Tí synda vit við vilja eftir at hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri syndir,
Hebrearabrævið 10:27 Hebrearabrævið
men bert ræðulig bíðan eftir dómi, og brennandi vreiði, ið skal oyða tey, sum standa ímóti.
Rómverjabrævið 7:15 Rómverjabrævið
Tí eg veit ikki, hvat eg geri; eg geri jú ikki tað, sum eg vil; nei, tað, sum eg hati, geri eg.
Seinna Pætursbrævið 2:20 Seinna Pætursbrævið
Tí um tey við kunnskapinum um Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus hava sloppið sær burt frá tí, sum heimurin dálkar seg við, og so aftur verða fløkt inn í tað og sigrað av tí, so er hitt seinna hjá teimum vorðið verri enn hitt fyrra.
Seinna Pætursbrævið 2:21 Seinna Pætursbrævið
Betri hevði verið teimum, at tey ikki høvdu lært veg rættvísinnar at kenna, enn at tey, eftir at hava lært hann at kenna, vendu sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, ið teimum var givið.
Seinna Pætursbrævið 2:22 Seinna Pætursbrævið
Teimum hevur gingist eftir hinum sanna orðtaki: „Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju, og súgvin, ið vaskað er, veltir sær í skarninum.“
Seinna Pætursbrævið 1:4 Seinna Pætursbrævið
Harvið hevur Hann givið okkum hini størstu og dýrastu lyfti, fyri at tit við teimum skulu fáa lut í guddómligari náttúru, táið tit flýggja burt frá spilluni í heiminum, sum kemur av girnd.
Seinna Pætursbrævið 1:5 Seinna Pætursbrævið
Leggið tykkum tí júst eina við í trúgv tykkara at vísa dygd, í dygdini kunnskap,
Seinna Pætursbrævið 1:6 Seinna Pætursbrævið
í kunnskapinum fráhald, í fráhaldinum tol, í tolinum gudsótta,
Seinna Pætursbrævið 1:7 Seinna Pætursbrævið
í gudsóttanum bróðurkærleika og í bróðurkærleikanum kærleika til øll!
Seinna Pætursbrævið 1:8 Seinna Pætursbrævið
Táið hetta finst hjá tykkum og eykast, letur tað tykkum ikki standa yrkisleys ella ófruktbør í kunnskapinum um Harra okkara Jesus Kristus.
Seinna Pætursbrævið 1:9 Seinna Pætursbrævið
Tann, ið ikki hevur hetta, er blindur, stuttskygdur; hann hevur gloymt reinsanina frá hinum gomlu syndum sínum.
Seinna Pætursbrævið 1:10 Seinna Pætursbrævið
Leggið tykkum tí enn meiri eina við, brøður, at gera kall og útveljing tykkara føst! Táið tit gera hetta, skulu tit aldri snáva;
Seinna Pætursbrævið 1:11 Seinna Pætursbrævið
tí á henda hátt skal tykkum ríkliga verða givin inngangur í æviga ríki Harra og Frelsara okkara Jesu Krists.
Rómverjabrævið 6:12 Rómverjabrævið
Latið tí ikki syndina ráða í deyðiliga likami tykkara, so tit lýða tað í lystum tess!
Fyrra Korintbrævið 6:9 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,
Matteus 7:21 Matteus
Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.
Matteus 7:22 Matteus
Mong skulu siga við Meg hin dag: „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!“
Matteus 7:23 Matteus
Og tá skal Eg vitna fyri teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“
Lukas 9:62 Lukas
Tá svaraði Jesus honum: „Eingin, ið leggur hondina á plógvið – og hyggur aftur um seg, hóskar til ríki Guds.“
Jóhannes 15:1 Jóhannes
„Eg eri hitt sanna víntræið, og Faðir Mín er víngarðsmaðurin.
Jóhannes 15:2 Jóhannes
Hvørja grein á Mær, sum ikki ber ávøkst, tekur Hann burtur, og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar Hann, so hon skal bera meiri ávøkst.
Jóhannes 15:3 Jóhannes
Tit eru longu reinir – við orðinum, ið Eg havi talað til tykkara.
Jóhannes 15:4 Jóhannes
Verðið í Mær, so verði Eg í tykkum! Eins og greinin kann ikki bera ávøkst av sær sjálvari, men bert, táið hon verður verandi á víntrænum, so kunnu tit tað heldur ikki, uttan tit verða verandi í Mær.
Jóhannes 15:5 Jóhannes
Eg eri víntræið, tit eru greinarnar. Tann, sum verður í Mær, og sum Eg verði í, ber nógvan ávøkst; tí skildir frá Mær kunnu tit einki gera.
Jóhannes 15:6 Jóhannes
Tann, sum ikki verður í Mær, verður kastaður út sum grein og følnar; tær verða sankaðar saman og kastaðar í eldin og brenna.
Rómverjabrævið 6:14 Rómverjabrævið
Tí synd skal ikki ráða yvir tykkum – tit eru jú ikki undir lóg, men undir náði.
Rómverjabrævið 6:15 Rómverjabrævið
Hvat tá! Skulu vit synda, við tað at vit eru ikki undir lóg, men undir náði! Minni enn so!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Hebrearabrævið 6:4 Hebrearabrævið
Tí tey, sum einaferð eru vorðin upplýst, hava smakkað hina himmalsku gávu, hava fingið lut í Heilaga Andanum,
Hebrearabrævið 6:5 Hebrearabrævið
hava smakkað góða orð Guds og kreftir hins komandi heims – og sum so eru fallin frá – tey er tað ómøguligt at endurnýggja til umvending aftur,
Hebrearabrævið 6:6 Hebrearabrævið
við tað at tey av nýggjum krossfesta sær Son Guds og gera Hann til spott.
Jákupsbrævið 5:19 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Villist onkur av tykkum frá sannleikanum, og ein umvendir hann –
Jákupsbrævið 5:20 Jákupsbrævið
hesin skal vita, at tann, ið umvendir syndara frá villu vegar hansara, frelsir sál frá deyðanum og fjalir fjøld synda.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum.