remembrance
29 versir um "remembrance"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 12:14 Onnur Mósebók
Hesin dagur skal vera tykkum minnisdagur, og tit skulu halda hann sum høgtíð fyri HARRANUM; tað skal vera tykkum ævig fyriskipan at halda hann, mann eftir mann.
Jóhannes 14:26 Jóhannes
men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.
Esaias 43:26 Esaias
Minn Meg, lat søk okkara ganga til dóms! Tala tú, so tú kanst fáa rætt!
Jóhannes 15:13 Jóhannes
Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.
Sálmarnir 103:2 Sálmarnir
Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara!
Lukas 22:19 Lukas
So tók Hann breyð, takkaði og breyt tað, gav teimum og segði: „Hetta er likam Mítt, sum verður givið fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!“
Lukas 22:20 Lukas
Somuleiðis tók Hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: „Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum, sum verður úthelt fyri tykkum.
Filippibrævið 1:3 Filippibrævið
Eg takki Gudi mínum, hvørja ferð eg minnist tykkum;
Sálmarnir 6:5 Sálmarnir
Kom aftur, HARRI, fría sál mína út, hjálp mær fyri náði Tínar skuld!
Matteus 26:26 Matteus
Meðan teir nú ótu, tók Jesus breyð, signaði og breyt tað, gav lærisveinunum tað og segði: „Takið, etið! Hetta er likam Mítt.“
Matteus 26:27 Matteus
So tók Hann kalik, takkaði, gav teimum hann og segði: „Drekkið allir av honum!
Matteus 26:28 Matteus
Tí hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong til syndafyrigeving.
Fyrra Korintbrævið 11:20 Fyrra Korintbrævið
Nú – táið tit koma saman, er hetta ikki at eta kvøldmáltíð Harrans!
Fyrra Korintbrævið 11:21 Fyrra Korintbrævið
Tí við máltíðina tekur hvør sín egna mat frammanundan, og ein situr svangur, annar er drukkin!
Fyrra Korintbrævið 11:22 Fyrra Korintbrævið
Hava tit tá ikki hús at eta og drekka í! Ella vanvirða tit samkomu Guds og gera tey til skammar, sum einki hava! Hvat skal eg siga við tykkum? Skal eg rósa tykkum! Í hesum rósi eg tykkum ikki.
Fyrra Korintbrævið 11:23 Fyrra Korintbrævið
Tí eg havi fingið frá Harranum tað, sum eg eisini havi lært tykkum: Ta náttina ið Harrin Jesus varð svikin, tók Hann breyð,
Fyrra Korintbrævið 11:24 Fyrra Korintbrævið
takkaði, breyt tað og segði: „Hetta er likam Mítt, sum givið verður fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!“
Fyrra Korintbrævið 11:25 Fyrra Korintbrævið
Somuleiðis tók Hann eisini kalikin – eftir kvøldmáltíðina – og segði: „Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum; gerið hetta, so ofta sum tit drekka tað, til minni um Meg!“
Fyrra Korintbrævið 11:26 Fyrra Korintbrævið
Tí so ofta sum tit eta hetta breyð og drekka henda kalik, kunngera tit deyða Harrans, inntil Hann kemur.
Fyrra Korintbrævið 11:27 Fyrra Korintbrævið
Tann, sum tí etur breyðið ella drekkur kalik Harrans óverdiga, verður sekur fyri likami og blóði Harrans.
Fyrra Korintbrævið 11:28 Fyrra Korintbrævið
Hvørt menniskja royni seg sjálvt, og eti tað so av breyðinum og drekki av kalikinum!
Fyrra Korintbrævið 11:29 Fyrra Korintbrævið
Tí tann, ið etur og drekkur, etur og drekkur dóm yvir seg, aktar hann ikki eftir likaminum.
Fyrra Korintbrævið 11:30 Fyrra Korintbrævið
– Tí eru mong veik og sjúk tykkara millum, og mong sovna burtur.
Fyrra Korintbrævið 11:31 Fyrra Korintbrævið
Dømdu vit okkum sjálv, vórðu vit ikki dømd;
Fyrra Korintbrævið 11:32 Fyrra Korintbrævið
men táið vit verða dømd, verða vit revsað av Harranum – fyri at vit skulu ikki verða fordømd við heiminum.
Fyrra Korintbrævið 11:33 Fyrra Korintbrævið
Táið tit tí, brøður mínir, koma saman til máltíð, bíðið tá hvør eftir øðrum!
Fyrra Korintbrævið 11:34 Fyrra Korintbrævið
Og er nakar svangur, so eti hann heima, fyri at tit skulu ikki koma saman til dóm! – Hvat annað, ið er, skal eg geva fyriskipan um, táið eg komi.
Seinna Timoteusarbrævið 4:2 Seinna Timoteusarbrævið
Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi!
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.