remembering

14 versir um "remembering"

Versir

Síða 1 av 1
Fimta Mósebók 6:12 Fimta Mósebók

varða teg tá, at tú gloymir ikki HARRAN, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum!

4
Fimta Mósebók 8:2 Fimta Mósebók

Tú skalt minnast allan vegin, ið HARRIN Gud tín hevur leitt teg hesi fjøruti ár í oyðimørkini – fyri at eyðmýkja teg og royna teg og fyri at vita, hvat í hjarta tínum var, um tú fórt at halda boð Hansara ella ikki.

4
Esaias 46:9 Esaias

Hugsið um tað, ið fyrr var, longu í fornum tíðum – at Eg eri Gud, og eingin annar, at Eg eri Gud, og eingin annar er sum Eg,

4
Sálmarnir 77:11 Sálmarnir

Eg sigi: Hetta er tað, ið meg pínir, at høgra hond hins Hægsta er ikki sum áður.

3
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan

Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““

3
Fyrra Korintbrævið 11:2 Fyrra Korintbrævið

Eg rósi tykkum fyri, at tit í øllum minnast meg og halda fast við lærdómarnar, soleiðis sum eg gav tykkum teir.

3
Sálmarnir 119:55 Sálmarnir

Um náttina kom mær navn Títt í hug, HARRI, og eg helt lóg Tína.

2
Sálmarnir 143:5 Sálmarnir

Eg minnist farnar dagar, hugsi um øll verk Tíni, grundi á handaverk Títt.

2
Prædikarin 12:1 Prædikarin

Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgunum, áðrenn hinir óndu dagar koma, og árini nærkast, sum tú fert at siga um: „Tey líkar mær ikki!“

2
Esaias 49:15 Esaias

– Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg ikki teg!

2
Esaias 49:16 Esaias

Hygg, í báðar hendur Mínar havi Eg rist teg, múrar tínir eru Mær altíð fyri eyga!

2
Jóhannes 14:26 Jóhannes

men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.

2
Fyrra Korintbrævið 11:24 Fyrra Korintbrævið

takkaði, breyt tað og segði: „Hetta er likam Mítt, sum givið verður fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!“

2
Opinberingin 2:5 Opinberingin

Hugsa tí um, hvørjum tú ert fallin frá, og vend við og ger somu verk sum áður! Annars komi Eg á teg og skal flyta ljósastaka tín úr staði hansara – um tú vendir ikki við.

2