remarrying the same person

73 versir um "remarrying the same person"

Versir

Síða 1 av 2
Fimta Mósebók 24:4 Fimta Mósebók

so má ikki fyrri maður hennara, hann, ið læt hana fara frá sær, taka hana aftur til konu, nú hon er vorðin órein; slíkt er andstygd fyri ásjón HARRANS, og tú mást ikki draga synd oman yvir landið, ið HARRIN Gud tín hevur givið tær at eiga.

7
Fyrra Korintbrævið 7:10 Fyrra Korintbrævið

Hinum giftu gevi eg tað boð – tó ikki eg, men Harrin – at kona má ikki skiljast frá manni sínum –

7
Fyrra Korintbrævið 7:11 Fyrra Korintbrævið

og skilir hon seg frá honum, skal hon verða verandi ógift ella koma til sættis við mannin – og at maður má ikki skiljast frá konu síni.

7
Fimta Mósebók 24:1 Fimta Mósebók

„Táið maður tekur sær konu, men honum so, eftir at tey eru samankomin, ikki líkst á hana longur, av tí at hann hevur funnið okkurt hjá henni, sum býður honum ímóti, og hann tá skrivar henni skilnaðarbræv og flýggjar henni tað og letur hana fara av húsi sínum,

6
Fimta Mósebók 24:2 Fimta Mósebók

so kann hon, eftir at hon er flutt frá honum, fara og giftast við øðrum manni.

6
Fimta Mósebók 24:3 Fimta Mósebók

Líkst nú heldur ikki hesum manni á hana, so hann skrivar henni skilnaðarbræv og flýggjar henni tað og letur hana fara av húsi sínum, ella doyr hesin seinni maðurin, ið hevur tikið hana til konu,

6
Jeremias 3:1 Jeremias

Sagt er: „Táið maður rekur frá sær konu sína, og hon so fer frá honum og giftist við øðrum manni, kann hann tá uppaftur koma til hennara! Hevði landið ikki verðið vanhalgað av hesum!“ – Og tú – tú hevur drivið hor við mongum ástvinum og skuldi kortini komið aftur til Mín! – sigur HARRIN.

4
Matteus 19:6 Matteus

So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“

4
Matteus 19:9 Matteus

Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor.“

4
Fimta Mósebók 24:5 Fimta Mósebók

Táið maður nýliga hevur tikið sær konu, skal hann ikki fara við í bardaga, og ei heldur skulu aðrar byrðar av nøkrum slagi leggjast á hann; hann skal vera fríur eitt ár, húsi sínum til gagn og konu síni, sum hann hevur tikið sær, til gleði.

3
Fimta Mósebók 24:6 Fimta Mósebók

Kvørn má ikki takast í pant, heldur ikki hin ovari kvarnarsteinurin – tað var jú at taka lívið sjálvt í pant.

3
Fimta Mósebók 24:7 Fimta Mósebók

Verður maður tikin í at stjala ein av brøðrum sínum, Ísraelsmonnum, og gera hann til træl ella selja hann, so skal slíkur tjóvur lata lív. – Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær.

3
Fimta Mósebók 24:8 Fimta Mósebók

Varða teg fyri spitalskuni, so tú leggur tær eina við at gera eftir øllum tí, ið hinir levitisku prestarnir læra tykkum! So sum eg havi givið teimum boð um, skulu tit akta væl eftir at gera.

3
Fimta Mósebók 24:9 Fimta Mósebók

Minst til tað, ið HARRIN Gud tín gjørdi við Mirjam, meðan tit vóru á leiðini úr Egyptalandi!

3
Fimta Mósebók 24:10 Fimta Mósebók

Táið tú lænir næsta tínum okkurt, mást tú ikki fara inn hjá honum eftir pantinum, ið hann skal lata.

3
Fimta Mósebók 24:11 Fimta Mósebók

Tú skalt verða standandi uttanfyri, og maðurin, sum lænir frá tær, skal koma út til tín við pantinum.

3
Fimta Mósebók 24:12 Fimta Mósebók

Og er hann fátækur maður, mást tú ikki leggja teg til hvíldar við pantinum frá honum;

3
Fimta Mósebók 24:13 Fimta Mósebók

um sólsetur skalt tú lata hann fáa pantin aftur, so hann kann leggjast til hvíldar í kappa sínum. Tá signar hann teg fyri tað, og HARRIN Gud tín skal rokna tær tað til rættvísi.

3
Fimta Mósebók 24:14 Fimta Mósebók

Tú mást ikki gera dagløntum arbeiðsmanni órætt, sum neyðstaddur og fátækur er, hann veri nú ein av brøðrum tínum ella ein av teimum fremmandu, ið hjá tær búgva í landi tínum, í býum tínum.

3
Fimta Mósebók 24:15 Fimta Mósebók

Dag eftir dag skalt tú lata hann fáa løn sína, og áðrenn sólin fer undir; tí hann er fátækur og stundar eftir løn síni; annars rópar hann til HARRAN undan tær, og tú dregur skyld oman yvir teg.

3
Fimta Mósebók 24:16 Fimta Mósebók

Foreldur skulu ikki lata lív fyri tað, ið børnini hava gjørt, og børn skulu ikki lata lív fyri tað, ið foreldrini hava gjørt; ein og hvør skal lata lív fyri sína egnu synd.

3
Fimta Mósebók 24:17 Fimta Mósebók

Tú mást ikki boyggja rætt hins fremmanda og hins faðirleysa, og tú mást ikki taka klæðini hjá einkju í pant.

3
Fimta Mósebók 24:18 Fimta Mósebók

Nei, minst til, at tú vart trælur í Egyptalandi, og at HARRIN Gud tín fríaði teg út haðani! Tí gevi eg tær boð um at gera so.

3
Fimta Mósebók 24:19 Fimta Mósebók

Táið tú heystar inn kornið á akri tínum, og tú gloymir eitt bundi eftir á markini, mást tú ikki fara aftur eftir tí; hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan skulu hava tað; so skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum, sum tú fert undir at gera.

3
Fimta Mósebók 24:20 Fimta Mósebók

Táið tú slært oljuber tíni niður, mást tú ikki eftirsíðani henta burtur av greinunum; hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan skulu hava tað.

3
Fimta Mósebók 24:21 Fimta Mósebók

Táið tú heystar vín títt, mást tú einki seinnaheyst hava; hin fremmandi, hin faðirleysi og einkjan skulu hava tað, ið eftir er.

3
Fimta Mósebók 24:22 Fimta Mósebók

Tú skalt minnast til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi; tí gevi eg tær boð um at gera so.“

3
Matteus 5:32 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst frá konu síni fyri nakað annað enn hor, ger, at hon drívur hor, og hvør tann, ið tekur fráskilda kvinnu til ekta, drívur hor.

3
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið

Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.

3
Matteus 5:28 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.

2
Matteus 19:4 Matteus

Hann svaraði: „Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu

2
Matteus 19:5 Matteus

og segði: „Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!“

2
Markus 10:11 Markus

Hann svaraði teimum: „Tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor móti henni.

2
Markus 10:12 Markus

Og skilst kona frá manni sínum og giftist við øðrum, drívur hon hor.“

2
Lukas 16:18 Lukas

Hvør tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor, og hvør tann, ið giftist við kvinnu, sum skild er frá manni sínum, drívur hor.

2
Fyrra Korintbrævið 7:1 Fyrra Korintbrævið

Nú, viðvíkjandi tí, sum tit skrivaðu um, so er tað manni gott, ikki at nema kvinnu.

2
Fyrra Korintbrævið 7:2 Fyrra Korintbrævið

Men fyri siðloysis skuld havi hvør maður sína egnu konu, og hvør kvinna sín egna mann!

2
Fyrra Korintbrævið 7:3 Fyrra Korintbrævið

Maðurin geri konuni skyldu sína, somuleiðis eisini konan manninum!

2
Fyrra Korintbrævið 7:4 Fyrra Korintbrævið

Konan ræður ikki yvir sínum egna likami, men maðurin; somuleiðis ræður heldur ikki maðurin yvir sínum egna likami, men konan.

2
Fyrra Korintbrævið 7:5 Fyrra Korintbrævið

Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum uttan við samtykki frá báðum – eina tíð, so tit fáa givið tykkum til bøn – og komið so saman aftur, fyri at Satan skal ikki freista tykkum, av tí at tit eru ikki ment at vera fráhaldandi!

2
Fyrra Korintbrævið 7:6 Fyrra Korintbrævið

– Eg sigi hetta sum loyvi, ikki sum boð.

2
Fyrra Korintbrævið 7:7 Fyrra Korintbrævið

Eg vildi, at øll menniskju vóru, sum eg eri sjálvur; men hvør hevur sína egnu náðigávu frá Gudi, ein so, og annar so.

2
Fyrra Korintbrævið 7:8 Fyrra Korintbrævið

Við hini ógiftu og einkjurnar sigi eg, at tað er teimum gott, um tey verða verandi sum eg.

2
Fyrra Korintbrævið 7:9 Fyrra Korintbrævið

Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, so giftist tey! Betri er at giftast enn at brenna av girnd.

2
Fyrra Korintbrævið 7:12 Fyrra Korintbrævið

Við hini* sigi eg – ikki Harrin: Hevur ein bróðir vantrúgvandi konu – og hon vil búgva saman við honum – so skilji hann seg ikki frá henni!

2
Fyrra Korintbrævið 7:13 Fyrra Korintbrævið

Og hevur ein kona vantrúgvandi mann – og hann vil búgva saman við henni – so skilji hon seg ikki frá manni sínum!

2
Fyrra Korintbrævið 7:14 Fyrra Korintbrævið

Tí hin vantrúgvandi maðurin er halgaður við konuni, og hin vantrúgvandi konan er halgað við manninum; annars vóru jú børn tykkara órein, men nú eru tey heilag.

2
Fyrra Korintbrævið 7:15 Fyrra Korintbrævið

Men skilir hin vantrúgvandi seg, so skilji hann seg! Bróðirin ella systirin eru ikki trælbundin í slíkum – men Gud hevur kallað okkum til frið.

2
Fyrra Korintbrævið 7:16 Fyrra Korintbrævið

Tí hvat veitst tú, kona, um tú kanst frelsa mann tín! Og hvat veitst tú, maður, um tú kanst frelsa konu tína!

2
Fyrra Korintbrævið 7:17 Fyrra Korintbrævið

Tó skal ein og hvør gera, so sum Harrin hevur givið honum, sum Gud hevur kallað hann. Soleiðis skipi eg fyri í øllum samkomunum.

2