relativism
16 versir um "relativism"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 14:12 Orðtøkini
Mangur vegur tykist manni beinur – og so er endi hansara kortini leiðir deyðans!
Dómararnir 21:25 Dómararnir
Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti.
Dómararnir 17:6 Dómararnir
– Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti.
Orðtøkini 26:4 Orðtøkini
Svara ikki dáranum eftir dárskapi hansara – verð tú ikki sjálvur honum líkur!
Orðtøkini 26:5 Orðtøkini
Svara dáranum eftir dárskapi hansara, so hann verður ikki vísur í egnum eygum!
Matteus 21:23 Matteus
Táið Hann so var komin inn í templið, komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins til Hansara, meðan Hann lærdi har, og søgdu: „Við hvørjum myndugleika gert Tú hetta, og hvør hevur givið Tær henda myndugleika?“
Matteus 21:24 Matteus
Jesus svaraði teimum: „Eisini Eg skal spyrja tykkum um eitt; siga tit Mær tað, skal eisini Eg siga tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta.
Matteus 21:25 Matteus
Dópur Jóhannesar, hvaðani var hann, av Himli ella frá menniskjum?“ Tá hugsaðu teir við sær sjálvum og søgdu: „Siga vit: „Av Himli,“ so sigur Hann við okkum: „Hví trúðu tit honum tá ikki?“
Matteus 21:26 Matteus
Men siga vit: „Frá menniskjum,“ so óttast vit fyri fólkinum, tí tey halda øll, at Jóhannes var profetur.“
Matteus 21:27 Matteus
Teir svaraðu so Jesusi: „Vit vita ikki.“ Tá segði Hann við teir: „So sigi heldur ikki Eg tykkum, við hvørjum myndugleika Eg geri hetta.
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Galatiabrævið 5:13 Galatiabrævið
Tit eru jú kallaðir til frælsi, brøður! Nýtið bert ikki frælsið holdinum til høvi, nei, tænið í kærleika hvør øðrum!
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 18:37 Jóhannes
Tá segði Pilatus við Hann: „So ert Tú tó kongur?“ Jesus svaraði: „Tú sigur tað! Eg eri kongur. Til tað eri Eg føddur, og til tað eri Eg komin í heimin, at Eg skal vitna um sannleikan. Hvør tann, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd Mína.“
Jeremias 17:9 Jeremias
Svikafullari er hjartað enn alt annað, og ónt er tað – hvør kennir tað!
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!