reip / snør

10 versir um "reip / snør"

Versir

Síða 1 av 1
Prædikarin 4:12 Prædikarin

Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.

3
Sálmarnir 2:3 Sálmarnir

„Latið okkum slíta bond Teirra og kasta tog Teirra av okkum!“

2
Sálmarnir 129:4 Sálmarnir

HARRIN er rættvísur, Hann hevur høgt av tog hinna gudleysu.

2
Sálmarnir 140:5 Sálmarnir

Varða meg, HARRI, fyri hondum hinna gudleysu, ver mær vernd móti yvirgangskroppum, sum liggja eftir at fáa meg til fals!

2
Orðtøkini 5:22 Orðtøkini

Hin gudleysi kemur fastur í sínar egnu misgerðir, og hansara egnu syndasnerrur halda honum føstum.

2
Esaias 5:18 Esaias

Vei teimum, ið draga syndastraffina higar við lygibondum og syndabótina sum við vagntogum!

2
Esaias 54:2 Esaias

Rúmka stað tjalds tíns, lat teir spenna út teppi bústaðar tíns, forða tí ikki! Ger tjaldtog tíni long og slá hælirnar fastar!

2
Jeremias 10:20 Jeremias

Tjald mítt er oytt, øll tog míni eru slitin; børn míni eru farin frá mær og eru ikki til longur; eingin reisir tjald mítt longur, eingin heingir upp teppi míni.

2
Hoseas 11:4 Hoseas

Við menniskjabondum dró Eg tey, við kærleikstogum; Eg var teimum sum tann, ið lyftir upp okinum á kjálkanum, og Eg gav honum føði.

2
Jóhannes 2:15 Jóhannes

Tá gjørdi Hann Sær koyril av togi og rak tey øll út úr templinum, bæði seyðin og neytini; og Hann stoytti niður smápeningar peningavekslaranna og koyrdi umkoll borð teirra.

2