reinværi / moysgildi
32 versir um "reinværi / moysgildi"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók
Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Fyrra Korintbrævið 7:2 Fyrra Korintbrævið
Men fyri siðloysis skuld havi hvør maður sína egnu konu, og hvør kvinna sín egna mann!
Fyrra Korintbrævið 7:8 Fyrra Korintbrævið
Við hini ógiftu og einkjurnar sigi eg, at tað er teimum gott, um tey verða verandi sum eg.
Fyrra Korintbrævið 7:9 Fyrra Korintbrævið
Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, so giftist tey! Betri er at giftast enn at brenna av girnd.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:3 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí hetta er vilji Guds, heilaggering tykkara, at tit halda tykkum frá siðloysi,
Fyrra Tessalonikabrævið 4:4 Fyrra Tessalonikabrævið
at ein og hvør tykkara veit at vinna sína egnu konu í heilagleika og æru,
Fyrra Tessalonikabrævið 4:5 Fyrra Tessalonikabrævið
ikki í girndarbruna, sum heidningarnir, ið kenna ikki Gud,
Fyrra Tessalonikabrævið 4:6 Fyrra Tessalonikabrævið
at eingin ger bróður sínum órætt ella óskjal í nøkrum viðurskifti; tí Harrin er hevnari av øllum hesum – sum vit eisini áður hava sagt og vitnað fyri tykkum.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:7 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí Gud kallaði okkum ikki til óreinsku, men til heilaggering.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:8 Fyrra Tessalonikabrævið
Tann, ið vanvirðir hetta, vanvirðir tí ikki menniskja, men Gud, sum eisini gevur Heilaga Anda Sín í tykkum.
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið
Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.
Opinberingin 14:4 Opinberingin
Hetta eru teir, ið ikki hava dálkað seg við kvinnum – teir eru sum moyggjar. Hetta eru teir, ið fylgja lambinum, hvar tað so fer. Hesir eru keyptir frá menniskjunum – frumgróður Guds og lambsins.
Fimta Mósebók 22:13 Fimta Mósebók
Táið maður tekur sær konu, men fær okkurt ímóti henni, eftir at tey hava verið saman,
Fimta Mósebók 22:14 Fimta Mósebók
sigur okkurt skammiligt um hana, spillir hana út og sigur: „Hesa kvinnu tók eg til konu, men táið eg kom henni nær, fann eg ikki moydómsmerki hjá henni!“
Fimta Mósebók 22:15 Fimta Mósebók
so skulu faðir og móðir hesa ungu kvinnu taka moydómsmerki hennara og koma við tí út í portrið, til hinar elstu í býnum.
Fimta Mósebók 22:16 Fimta Mósebók
Faðir gentuna skal siga við hinar elstu: „Eg gav hesum manni dóttur mína til konu; men nú hevur hann fingið okkurt ímóti henni;
Fimta Mósebók 22:17 Fimta Mósebók
hann leggur hana undir tað, ið skammiligt er, og sigur: „Eg havi ikki hjá dóttur tíni funnið moydómsmerki!“ – Men her er moydómsmerki hennara!“ Og so skulu tey breiða út klæðið fyri hinum elstu í býnum.
Fimta Mósebók 22:18 Fimta Mósebók
Tá skulu teir elstu í býnum taka mannin og revsa hann;
Fimta Mósebók 22:19 Fimta Mósebók
og teir skulu áleggja honum í bót 100 seklar av silvuri og lata faðir hina ungu kvinnuna fáa teir – afturfyri at hann spilti út eina moyggj í Ísrael; og hon skal vera kona hansara, hann má ikki skilja seg frá henni, so leingi sum hann livir.
Fimta Mósebók 22:20 Fimta Mósebók
Men var tað satt – var gentan ikki moyggj –
Fimta Mósebók 22:21 Fimta Mósebók
so skal hon verða leidd at húsdurum faðirs síns, og menninir í býi hennara skulu steina hana til deyða, afturfyri at hon hevur gjørt skemdargerð í Ísrael og drivið hor heima hjá faðir sínum. – Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær.
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið
Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Markus 10:6 Markus
Men úr upphavi, táið Gud skapti alt, skapti Hann tey til mann og kvinnu.
Markus 10:7 Markus
Tí skal maðurin fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína,
Markus 10:8 Markus
og tey skulu verða eitt hold. So eru tey tá ikki longur tvey, men eitt hold.
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Fyrra Korintbrævið 6:9 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,
Fyrra Korintbrævið 6:10 Fyrra Korintbrævið
hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!
Fyrra Korintbrævið 6:11 Fyrra Korintbrævið
Slík vóru summi av tykkum. Men tit hava latið tykkum tváa, tit eru vorðin halgað, tit eru vorðin rættvísgjørd, við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara.