reincarnation

109 versir um "reincarnation"

Versir

Síða 1 av 3
Hebrearabrævið 9:27 Hebrearabrævið

Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur –

8
Job 14:10 Job

Men táið maður doyr, so er úti við honum, táið menniskjað gevur upp andan – hvar er tað tá!

5
Job 14:11 Job

Sum vatnið svinnur burtur í tjørn, og sum á so við og við minkar og tornar upp,

5
Job 14:12 Job

so legst menniskjað og reisist ikki aftur; ikki so leingi sum himmalin er til, vakna tey; tey verða ikki vakt úr svøvni.

5
Prædikarin 12:7 Prædikarin

– og dustið fer aftur í moldina og verður, sum tað var áður, og andin fer aftur til Gud, sum gav hann!

5
Sálmarnir 78:39 Sálmarnir

Hann mintist, at tey vóru hold, andablástur, ið svinnur og kemur ikki aftur.

4
Seinna Sámuelsbók 12:23 Seinna Sámuelsbók

Men nú hann er deyður, hví skal eg nú fasta! Kann eg fáa hann aftur! Eg fari til hansara, men hann kemur ikki aftur til mín!“

3
Job 14:14 Job

Táið maður doyr, livnar hann tá upp aftur! – Tá skuldi eg bíðað tolin allar dagar hertænastu mínar, inntil eg varð avloystur;

3
Matteus 25:46 Matteus

Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.“

3
Lukas 16:19 Lukas

Ríkur maður var, sum klæddi seg í purpur og dýrt lín og livdi hvønn dag í gleði og góðgæti.

3
Lukas 16:20 Lukas

Men fátækur maður, ið æt Lazarus, var lagdur fyri portur hansara, fullur í sárum.

3
Lukas 16:21 Lukas

Hann tráaði eftir at mettast av tí, sum fall av borði hins ríka; men eisini komu hundarnir og sleiktu sár hansara.

3
Lukas 16:22 Lukas

Nú doyði hin fátæki; og hann varð av einglum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður.

3
Lukas 16:23 Lukas

Táið hann læt upp eyguni í deyðaríkinum – har hann var í pínu – sá hann Ábraham langt burtur og Lazarus í fangi hansara.

3
Lukas 16:24 Lukas

Tá rópti hann: „Ábraham faðir! Miskunna mær og send Lazarus, so hann kann drepa hitt ytsta av fingri sínum í vatn og leska tungu mína! Tí eg pínist svárliga í hesum loga.“

3
Lukas 16:25 Lukas

Men Ábraham svaraði: „Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist.

3
Lukas 16:26 Lukas

Og umframt alt hetta er millum okkum og tykkum stórt djúp fest, so tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, skulu ikki kunna, og ei heldur nakar haðani skal kunna koma yvir til okkara.“

3
Lukas 16:27 Lukas

Tá segði hann: „So biði eg teg, faðir, at tú sendir hann í hús faðirs;

3
Lukas 16:28 Lukas

tí eg havi fimm brøður – fyri at hann kann vitna fyri teimum, so ikki teir við skulu koma í hetta pínustað.“

3
Lukas 16:29 Lukas

Men Ábraham segði við hann: „Teir hava Móses og profetarnar – lurti teir eftir teimum!“

3
Lukas 16:30 Lukas

Hann svaraði: „Nei, Ábraham faðir! Men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, so høvdu teir vent við!“

3
Lukas 16:31 Lukas

Men hann segði við hann: „Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.““

3
Seinna Sámuelsbók 14:14 Seinna Sámuelsbók

Vit skulu jú øll doyggja og verða sum vatn, ið er stoytt á jørðina og savnast ikki upp aftur; og Gud tekur ikki lívið, men hugsar um, hvat ið gerast kann, so hin burtkoyrdi skal ikki vera burtkoyrdur longur og skildur frá Honum.

2
Job 7:9 Job

Sum skýggið svinnur og rekur avstað, so er við honum, ið fer niður í deyðaríkið – hann kemur ikki upp aftur haðani;

2
Job 7:10 Job

hann kemur ikki heimaftur til sín sjálvs, stað hansara fær hann aldri aftur at síggja.

2
Job 10:21 Job

áðrenn eg fari avstað og komi ikki aftur, burtur til land myrkursins og deyðaskuggans,

2
Job 16:22 Job

Tí fá eru árini, ið koma skulu, áðrenn eg fari tann veg, ið eg ikki komi aftur av.“

2
Lukas 1:17 Lukas

Hann skal ganga undan Honum í anda og kraft Eliasar, til at venda hjørtum fedra til børn og ólýdnum til sinnalag rættvísra, til at gera Harranum til reiðar vælbúgvið fólk.“

2
Lukas 23:43 Lukas

Hann svaraði honum: „Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!“

2
Jóhannes 3:1 Jóhannes

Millum Fariseararnar var maður, ið æt Nikodemus, ein ráðharri Jødanna.

2
Jóhannes 3:2 Jóhannes

Hann kom til Hansara á nátt og segði við Hann: „Rabbi! Vit vita, at Tú ert lærari, komin frá Gudi; tí eingin kann gera hesi tekin, sum Tú gert, uttan Gud er við honum.“

2
Jóhannes 3:3 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum,* kann hann ikki síggja ríki Guds.“

2
Jóhannes 3:4 Jóhannes

Nikodemus segði við Hann: „Hvussu kann nakar verða føddur, táið hann er gamal! Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!“

2
Jóhannes 3:5 Jóhannes

Jesus svaraði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds.

2
Jóhannes 3:6 Jóhannes

Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi.

2
Jóhannes 3:7 Jóhannes

Undrast ikki á, at Eg segði við teg: „Tit mugu føðast av nýggjum!“

2
Jóhannes 3:8 Jóhannes

Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum.“

2
Jóhannes 3:9 Jóhannes

Nikodemus svaraði Honum: „Hvussu kann hetta verða?“

2
Jóhannes 3:10 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Tú ert lærari Ísraels og veitst ikki hetta!

2
Jóhannes 3:11 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Vit tala tað, ið vit vita, og vit vitna tað, ið vit hava sæð, og tit taka ikki ímóti vitnisburði okkara.

2
Jóhannes 3:12 Jóhannes

Trúgva tit ikki, táið Eg tali við tykkum um tað, ið hoyrir jørðini til, hvussu skulu tit tá trúgva, um Eg tali við tykkum um hitt himmalska!

2
Jóhannes 3:13 Jóhannes

Og tó er eingin farin upp til Himmals uttan Hann, sum er stigin niður av Himli, Menniskjasonurin, sum er í Himli.

2
Jóhannes 3:14 Jóhannes

Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,

2
Jóhannes 3:15 Jóhannes

fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Jóhannes 3:17 Jóhannes

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

2
Jóhannes 3:18 Jóhannes

Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.

2
Jóhannes 3:19 Jóhannes

Og hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, men menniskjuni elskaðu myrkrið meir enn ljósið; tí verk teirra vóru ónd.

2
Jóhannes 3:20 Jóhannes

Hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, fyri at verk hansara skulu ikki verða opinberað.

2
Jóhannes 3:21 Jóhannes

Men tann, ið ger sannleikan, kemur til ljósið, fyri at verk hansara kunnu verða opinberað – at tey eru gjørd í Gudi.“

2