regret
42 versir um "regret"
Versir
Síða 1 av 1Filippibrævið 3:13 Filippibrævið
Brøður! Eg haldi ikki um meg sjálvan, at eg havi vunnið tað;
Seinna Korintbrævið 7:10 Seinna Korintbrævið
Tí sorgin, ið er eftir sinnalagi Guds, virkar umvending til frelsu, sum eingin angrar; men sorg heimsins virkar deyða.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Esaias 43:18 Esaias
Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var!
Esaias 43:19 Esaias
Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg – síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var.
Filippibrævið 3:14 Filippibrævið
men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi.
Filippibrævið 3:15 Filippibrævið
Latið okkum tá, so mong sum fullkomin eru, hava hetta sinnalag! Og er okkurt, sum tit hugsa øðrvísi um, skal Gud opinbera tykkum tað við –
Markus 11:24 Markus
Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava – trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!
Esaias 43:1 Esaias
Men nú – so sigur HARRIN, Hann, sum skapti teg, Jákup, Hann, sum myndaði teg, Ísrael: Óttast ikki! Eg havi frelst teg, Eg havi kallað teg við navni, tú ert Mín!
Esaias 43:2 Esaias
Gongur tú gjøgnum vøtn, eri Eg við tær, gjøgnum streymar, skulu teir ikki leggja yvir teg; gongur tú gjøgnum eld, skalt tú ikki brenna teg, og login skal ikki saka teg.
Esaias 43:3 Esaias
Tí Eg, HARRIN, eri Gud tín, hin Heilagi Ísraels er frelsari tín; Eg gevi Egyptaland í loysigjald fyri teg, Etiopia og Seba í stað tín.
Esaias 43:4 Esaias
Av tí at tú ert dýrabarur í eygum Mínum, ert hátt virdur, og Eg elski teg, gevi Eg menniskju í stað tín og fólkasløg í staðin fyri lív títt.
Esaias 43:5 Esaias
Óttast ikki! Eg eri við tær. Úr eystri lati Eg avkom títt koma, og úr vestri savni Eg teg.
Esaias 43:6 Esaias
Eg skal siga við norðrið: „Kom higar við teimum!“ við suðrið: „Halt teimum ikki, lat synir Mínar koma úr fjarløgu og døtur Mínar frá enda jarðarinnar,
Esaias 43:7 Esaias
hvønn tann, ið kallaður er við navni Mínum, og sum Eg havi skapt, Mær til dýrd, sum Eg havi myndað og gjørt!“
Esaias 43:8 Esaias
Lat koma fram hitt blinda fólk, sum tó hevur eygu, hini deyvu, sum tó hava oyru!
Esaias 43:9 Esaias
Lat øll fólkini savna seg, lat øll fólkasløgini koma saman! Hvør teirra* er mentur at kunngera slíkt! Lat teir siga okkum, hvat teir áður hava spátt! Lat teir koma við vitnum sínum, so teir kunnu fáa rætt, lat tey** hoyra og siga: „Tað er satt!“
Esaias 43:10 Esaias
Tit eru vitni Míni, sigur HARRIN, og tænari Mín, sum Eg havi útvalt, so tit kunnu sanna tað og trúgva Mær og skilja, at Eg eri Hann – undan Mær er eingin Gud vorðin til, og eftir Meg skal eingin koma.
Esaias 43:11 Esaias
Eg, Eg eri HARRIN, og annar frelsari enn Eg er eingin!
Esaias 43:12 Esaias
Eg havi boðað tað og frelst, Eg havi kunngjørt tað, og har var eingin fremmandur gudur millum tykkara; tit eru vitni Míni – sigur HARRIN – Eg eri Gud!
Esaias 43:13 Esaias
Ja, og enn í dag eri Eg hin einasti, og eingin frelsir av hond Míni; Eg virki – og hvør ger tað ógjørt!
Esaias 43:14 Esaias
So sigur HARRIN, frelsari tykkara, hin heilagi í Ísrael: Fyri tykkara skuld sendi Eg boð til Bábel og noyði teir allar at flýggja; Eg skal reka Kaldearar oman á skipini, ið teir høvdu til stuttleika.
Esaias 43:15 Esaias
Eg, HARRIN, eri hin heilagi tykkara, skapari Ísraels, kongur tykkara.
Esaias 43:16 Esaias
So sigur HARRIN, sum gjørdi veg í havinum, gøtu í hinum veldigu vøtnum,
Esaias 43:17 Esaias
sum leiddi út vagnar og hestar, her og høvuðsmann – teir liggja har, hvør ein, teir reisast ikki aftur, teir eru sløknaðir, sum veikur sløknaðu teir:
Esaias 43:20 Esaias
Hini villu dýr markarinnar, sjakalar og strutsar, skulu æra Meg, tí Eg gevi vatn í oyðimørkini, streymar í landinum, sum oyðið var, so fólk Mítt, útvaldu Míni, fáa drukkið.
Esaias 43:21 Esaias
Fólkið, ið Eg havi skapt Mær, skal kunngera prís Mítt.
Esaias 43:22 Esaias
Men á Meg hevur tú ikki kallað, Jákup, so tú møddi teg fyri Mær, Ísrael!
Esaias 43:23 Esaias
Tú hevur ikki givið Mær brennioffurseyðir tínar og ikki ært Meg við sláturofrum tínum; Eg havi ikki plágað teg eftir matofrum og ikki troyttað teg eftir roykilsi;
Esaias 43:24 Esaias
tú hevur ikki keypt Mær kalmus fyri silvur og ikki mettað Meg við hinum feita av sláturofrum tínum! Nei, tú hevur plágað Meg við syndum tínum, troyttað Meg við misbrotum tínum!
Esaias 43:25 Esaias
– Eg, Eg eri tann, sum – fyri Mína skuld – striki út misbrot tíni og minnist ikki aftur syndir tínar.
Esaias 43:26 Esaias
Minn Meg, lat søk okkara ganga til dóms! Tala tú, so tú kanst fáa rætt!
Esaias 43:27 Esaias
Fyrsti forfaðir tín syndaði, og talsmenn tínir fullu frá Mær.
Esaias 43:28 Esaias
– So vanærdi Eg hinar heilagu høvdingar og gav Jákup upp til bann, Ísrael til spott!
Prædikarin 3:1 Prædikarin
Alt hevur stund sína, og hvør fyritøka undir himli hevur tíð sína.
Prædikarin 7:10 Prædikarin
Spyr ikki: „Hvussu ber tað til, at hinar farnu tíðir vóru betri enn tær, ið nú eru?“ – Tí ikki av vísdómi spyrt tú so.
Jóel 2:25 Jóel
Og Eg skal bøta tykkum aftur árini, táið grashoppan, bítarin, skavarin og gnagarin ótu alt upp – hin stóri herur Mín, sum Eg sendi móti tykkum.
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Seinna Timoteusarbrævið 4:7 Seinna Timoteusarbrævið
Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni.
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
Fyrra Pætursbrævið 5:10 Fyrra Pætursbrævið
Men Gud alrar náði, sum kallaði tykkum til ævigu dýrd Sína í Kristi Jesusi eftir líðing stutta tíð, Hann skal fullkoma, staðfesta, styrkja, grundfesta tykkum
Fyrra Pætursbrævið 5:11 Fyrra Pætursbrævið
– Hansara er valdið í aldur og allar ævir. Amen.