regnmangul / turkur
26 versir um "regnmangul / turkur"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Kongabók 17:1 Fyrra Kongabók
Elias Tisbitur, ein av teimum, ið inn vóru fluttir úr Gilead, segði við Akab: „So satt sum HARRIN Gud Ísraels livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Tað skal hesi árini hvørki koma døgg ella regn uttan eftir orði mínum!“
Fimta Mósebók 11:17 Fimta Mósebók
Tí so skal vreiði HARRANS tendrast móti tykkum, og Hann skal lata himmalin aftur, so einki regn kemur, og jørðin ikki gevur grøði sína; og tit skulu verða oydd, og tað skjótt, úr hinum góða landi, ið HARRIN gevur tykkum.
Amos 4:7 Amos
Eg havi sýtt tykkum regn, táið enn vóru tríggir mánaðir til heystið, og havi latið regna yvir ein bý og ikki yvir ein annan; ein akur fekk regn, og ein annar tornaði upp, tí einki regn kom á hann;
Jeremias 14:1 Jeremias
Orð HARRANS, ið kom til Jeremias, ta ferðina ið turkurin var:
Jeremias 14:2 Jeremias
Juda syrgir, og portur tess ørmaktast; tey sita á jørðini í syrgibúna, og neyðarróp Jerusalems stíga upp.
Jeremias 14:3 Jeremias
Stórmenn tess senda tænarar sínar eftir vatni; teir koma til brunnarnar, men finna einki vatn; tóm koma íløt teirra aftur; teir verða til skammar og vónbrotnir og sveipa inn høvdið.
Jeremias 14:4 Jeremias
Teir, ið dýrka jørðina, eru vónbrotnir og sveipa inn høvdið, tí markin er sligin við ræðslu, við tað at einki regn fellur í landinum.
Jeremias 14:5 Jeremias
Ja, um tað so er hindin á markini, rýmir hon frá kálvinum, ið hon júst hevur kálvað – tí einki gras er.
Jeremias 14:6 Jeremias
Á naknum hæddum standa villesil og eru um at missa ondina – lík sjakalum; eygu teirra siga frá máttloysi – tí ongar urtir eru.
Zakarias 14:17 Zakarias
Er tá okkurt fólk á jørðini, sum ikki fer til Jerusalem at tilbiðja kongin, HARRAN Gud herskaranna, so skal einki regn koma hjá tí fólki.
Jákupsbrævið 5:17 Jákupsbrævið
Elias var menniskja undir somu korum sum vit. Hann bað, at ikki skuldi regna, og ikki regnaði á jørðini trý ár og seks mánaðir.
Jákupsbrævið 5:18 Jákupsbrævið
Aftur bað hann, og himmalin gav regn, og jørðin bar grøði sína.
Triðja Mósebók 26:19 Triðja Mósebók
Eg skal bróta hugmóð og styrki tykkara; Eg skal lata himmal tykkara verða sum jarn og jørð tykkara sum kopar.
Triðja Mósebók 26:20 Triðja Mósebók
Til onga nyttu skulu tit oyða kraft tykkara burtur; tí land tykkara skal ikki geva grøði sína, og trøini í landinum skulu ikki geva ávøkst sín.
Seinna Krønikubók 6:26 Seinna Krønikubók
Táið himmalin verður afturlatin, so regn kemur ikki, aftur fyri at tey synda móti Tær, og tey tá biðja, vend móti hesum staði, játta navn Títt og venda við frá synd síni – av tí at Tú eyðmýkir tey –
Seinna Krønikubók 6:27 Seinna Krønikubók
tá skalt Tú hoyra tað í Himli og fyrigeva synd tænara Tína og Ísraels, fólks Tíns, ja, Tú skalt vísa teimum hina góðu leið, ið tey skulu ganga, og Tú skalt geva regn yvir land Títt, tað, ið Tú gavst fólki Tínum at eiga.
Seinna Krønikubók 7:13 Seinna Krønikubók
Táið Eg lati himmalin aftur, so einki regn kemur, táið Eg gevi grashoppum boð um at eta upp landið, og táið Eg sendi pest millum fólk Mítt
Jeremias 3:3 Jeremias
Tá vórðu skúrirnir hildnir aftur, og várregnið kom ikki; men tú hevði horkvinnupannu, tú vildi ikki skammast.
Haggai 1:10 Haggai
Tí hevur himmalin latið seg aftur yvir tykkum og gevur ikki døgg, og jørðin hevur sýtt tykkum grøði sína.
Haggai 1:11 Haggai
Eg havi kallað turk higar, yvir landið og fjøllini, yvir kornið, vínið, oljuna og alt tað, ið jørðin gevur av sær, yvir fólk og fæ og yvir alt tað, ið hendur tykkara virka.
Fimta Mósebók 28:24 Fimta Mósebók
HARRIN skal lata dust og sand vera regnið, ið land títt fær; tað skal koma av himli niður yvir teg, inntil tú ert týndur.
Fyrra Kongabók 8:35 Fyrra Kongabók
Táið himmalin verður afturlatin, so regn kemur ikki, aftur fyri at tey synda móti Tær, og tey tá biðja, vend móti hesum staði, játta navn Títt og venda við frá synd síni – av tí at Tú eyðmýkir tey –
Fyrra Kongabók 8:36 Fyrra Kongabók
tá skalt Tú hoyra tað í Himli og fyrigeva synd tænara Tína og Ísraels, fólks Tíns, ja, Tú skalt læra tey hina góðu leið, ið tey skulu ganga, og Tú skalt geva regn yvir land Títt, tað, ið Tú gavst fólki Tínum at eiga.
Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók
– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Esaias 5:6 Esaias
Eg leggi hann í oyði; hann skal ikki verða skorin og ikki umgrivin, men ganga undir í tornum og tistlum, og skýggjunum skal Eg geva boð um ikki at senda honum regn.
Opinberingin 11:6 Opinberingin
Teir hava vald at lata himmalin aftur, so einki regn kemur niður, teir dagarnar teir profetera; og teir hava vald yvir vøtnunum, at umskapa tey til blóð, og at sláa jørðina við alskyns plágu, so ofta sum teir vilja.