regnbogalitir
15 versir um "regnbogalitir"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 9:13 Fyrsta Mósebók
Boga Mín seti Eg í skýggið, og hann skal vera tekin upp á sáttmálan millum Meg og jørðina.
Opinberingin 4:3 Opinberingin
Hann, sum sat í tí, var líkur jaspis og sardissteini at síggja, og ælabogi var rundan um hásætið, líkur smaragdi at síggja.
Esaias 1:18 Esaias
Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur HARRIN; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær so eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull.
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Jóhannes 1:1 Jóhannes
Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.
Jóhannes 1:2 Jóhannes
Hann var í upphavi hjá Gudi.
Jóhannes 1:3 Jóhannes
Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Opinberingin 21:19 Opinberingin
Grundarsteinar staðarmúrsins vóru prýddir við alskyns dýrum steinum. Fyrsti grundarsteinurin var jaspis, annar safir, triði kalsedon, fjórði smaragd,
Ester 1:6 Ester
Teppi av hvítum líni, bummull og bláum purpuri vóru við bondum av hvítari bummull og reyðum purpuri fest í silvurringar og at marmorsúlum; beinkir av gulli og silvuri stóðu á gólvi, ið var lagt við alabastri, hvítum marmori, perlumóðursteini og svørtum marmori.
Orðtøkini 31:22 Orðtøkini
Teppi ger hon sær; fínt lín og purpur er klædningur hennara.
Jeremias 4:30 Jeremias
Og tú – táið tú verður oydd, hvat fert tú tá at gera? Um tú klæðir teg í purpur, um tú pyntar teg við gullstási, um tú gert eyguni stór við liti – til einkis gert tú teg fagra, ástvinirnir skoyta ikki um teg, teir liggja tær eftir lívinum!
Fyrra Pætursbrævið 4:12 Fyrra Pætursbrævið
Tit elskaðu! Undrist ikki á eldin, ið komin er yvir tykkum til at royna tykkum – sum tað var nakað undarligt, ið hendi tykkum!
Opinberingin 10:1 Opinberingin
Eg sá nú annan veldigan eingil koma niður av Himli. Hann var sveipaður í skýggj, ælabogin var á høvdi hansara, andlit hansara var sum sólin, og føtur hansara vóru sum eldstólpar.