refreshing
17 versir um "refreshing"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 3:19 Ápostlasøgan
Fáið tí annað sinni og vendið við, so syndir tykkara kunnu verða útstrikaðar, og lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans,
Ápostlasøgan 3:20 Ápostlasøgan
og Hann kann senda hin tykkum ætlaða Kristus, Jesus,
Ápostlasøgan 3:21 Ápostlasøgan
sum Himmalin skal hýsa, inntil tær tíðir táið alt verður endurreist, sum Gud hevur talað um við munni heilagra profeta Sína frá upphavi.
Jeremias 31:25 Jeremias
Tí Eg skal lívga hina troyttu sál, og hvørja ørmaktaða sál skal Eg metta.
Sálmarnir 16:8 Sálmarnir
Eg havi altíð HARRAN fyri eyga; Hann er við høgru lið Mína, Eg vikist ikki!
Sálmarnir 16:9 Sálmarnir
Tí gleðist hjarta Mítt, æra Mín rópar av frøi; um tað so er hold Mítt, skal tað búgva trygt.
Sálmarnir 16:10 Sálmarnir
Tí Tú skalt ikki geva deyðaríkinum sál Mína, Tú skalt ikki lata hin Heilaga Tín síggja rot.
Sálmarnir 16:11 Sálmarnir
Tú kunngert Mær veg lívsins; fyri ásjón Tíni er gleðin fullkomin, lívsæla er við høgru hond Tína í allar ævir.
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Orðtøkini 3:7 Orðtøkini
Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum!
Orðtøkini 3:8 Orðtøkini
Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni.
Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Jóhannes 16:13 Jóhannes
Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum.
Rómverjabrævið 13:11 Rómverjabrævið
– Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv.
Rómverjabrævið 15:32 Rómverjabrævið
so eg kann koma til tykkara við gleði, eftir vilja Guds, og verða lívgaður saman við tykkum.
Fyrra Korintbrævið 16:18 Fyrra Korintbrævið
Tí teir hava lívgað anda mín og tykkara. Tit mugu tí virða slíkar menn!
Filemonarbrævið 1:7 Filemonarbrævið
Tí stóra gleði og troyst havi eg fingið av kærleika tínum, við tað at hjørtu hinna heilagu eru lívgað av tær, bróðir!