redemption

16 versir um "redemption"

Versir

Síða 1 av 1
Efesusbrævið 1:7 Efesusbrævið

Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara, fyrigeving syndanna – eftir náðiríkidømi Hansara,

4
Sálmarnir 111:9 Sálmarnir

Hann hevur sent fólki Sínum endurloysing, Hann hevur skipað sáttmála Sín til ævigar tíðir; heilagt og øgiligt er navn Hansara.

2
Sálmarnir 130:7 Sálmarnir

Bíða eftir HARRANUM, Ísrael! Tí hjá HARRANUM er náði, og hjá Honum er endurloysing í yvirflóð.

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Fyrra Korintbrævið 1:30 Fyrra Korintbrævið

Men av Honum eru tit, í Kristi Jesusi – sum er vorðin okkum vísdómur frá Gudi, rættvísi, heilaggering og endurloysing,

2
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið

Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!

2
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið

Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.

2
Galatiabrævið 3:13 Galatiabrævið

Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann varð bann fyri okkum – tí skrivað er: „Bannaður er hvør tann, ið hongur á træi“ –

2
Kolossibrævið 1:14 Kolossibrævið

Í Honum hava vit endurloysingina, fyrigeving syndanna.

2
Kolossibrævið 1:20 Kolossibrævið

og við Honum at gera alt sátt við Seg – veri tað nú tað, sum á jørðini er, ella tað, sum í Himlunum er – táið Hann gjørdi frið við blóði kross Hansara.

2
Kolossibrævið 1:21 Kolossibrævið

Eisini tykkum, sum einaferð vóru gjørd Honum fremmand og vóru fíggindar av sinnalagi, í hinum óndu verkum –

2
Kolossibrævið 1:22 Kolossibrævið

tykkum hevur Hann tó nú gjørt sáttar í holdslikami Hansara við deyðanum, fyri at føra tykkum fram fyri ásjón Sína, heilag, lýtaleys og ólastandi

2
Titusarbrævið 2:14 Titusarbrævið

sum gav Seg sjálvan fyri okkum at loysa okkum úr øllum lógloysi og reinsa Sær sjálvum ognarfólk, íðið til góð verk.

2
Hebrearabrævið 9:15 Hebrearabrævið

So er Hann tá millummaður fyri nýggjan sáttmála, so hini kallaðu skulu fáa hin æviga arv, ið lovaður var, eftir at deyði hevur átt sær stað til endurloysing frá brotunum undir hinum fyrra sáttmálanum.

2
Fyrra Pætursbrævið 1:18 Fyrra Pætursbrævið

Tit vita jú, at tað var ikki við tí, sum forgeingiligt er – silvuri ella gulli – tit vórðu leyskeypt frá dáraatburði tykkara, sum arvaður var frá fedrunum.

2
Fyrra Pætursbrævið 1:19 Fyrra Pætursbrævið

Nei, tað var við dýra blóði Kristusar – sum av lýtaleysum og ódálkaðum lambi –

2